Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-10-29, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 29. oktober 2020síða 29

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 30. OKTOBER 2020 SOSIALURIN 76 29 TERJI NIELSEN K omandi ár skal Krimi­ nal­forsorgin sam­ráða seg til eina nýggja avtalu um hølis­við­ ur­skifti yvirhøvur, og í hesum sam­bandi hevur føroyska deild­in sett fram ynski um at fáa eina permanenta loysn upp á hølisviðurskiftini í Føroyum. Má taka tíð Ein nýggjur bygningur má taka tað tíð, sum tað tekur. Eg vildi mett, at frá tí at man tek­ ur avgerð um at byggja eitt nýtt fongsul, til tað stendur liðugt, ganga eini fimm ár, sigur Heð­in Askham, dagligur leiðari í varð­ haldinum. Hann og Elkin Klettheyggj, stjóri hjá Kriminalforsorgini, eru á einum máli um, at tað er um­ráðandi, at man hugsar eina før­oyska loysn. Til dømis er neyðugt, at man hevur eina skipaða útslúsing úr fongslinum. Tí nógvir koma út og hava einki stað at búgva. Tað er ein stórur trupulleiki, sigur Elkin Klettheyggj. Heðin Askham leggur afturat, at man eisini má taka hædd fyri bæði trygd, tilboðsmøguleikum, vitjan­ar­møguleikum og sam­ starvi við samfelagið annars. Tað hevði ligið best í út­ jaðaranum av Havnini, so at man er nær við flestu stovnar, ið man samstarvar við, men samstundis má tað eisini vera eitt sindur diskret, sigur hann. Millum 50 og 100 milliónir Spurd, hvat ein slíkur bygningur, ið verður bygt júst til endamálið í Føroyum, siga tey bæði, at tað er ilt at meta um. Tað er fyri kortum bygt eitt fongs­ul í Grønlandi við eini 50 pláss­um. Men tað bleiv bygt úti í fjallalendi, har eingir vegir vóru fram­manundan, og tað kostaði eini 300 milliónir. Eftir okkara metan hevði eitt fongsul til við eini 25 plássum, sum hevði verið hóskandi her í Føroyum, kostað eitt stað millum 50 og 100 millión­ir, siga Heðin Askham og Elkin Klettheyggj. Tey vísa bæði á, at tá ið man bygg­ir eitt fongsul, er alneyðugt, at man hugsar langt fram í tíð­ ina. Man plagar at siga, at tá man skal byggja eitt nýtt fongsul, skal man hugsa 100 ár fram, tí tað skal brúkast so leingi, og tí man skal gera tað hóskandi til nógv ár fram í tíðina og til tær broyt­ingar, sum koma at vera í sam­felagnum, siga tey. Heðin Askham sigur, at um tað bleiv bygt eftir rætta leisti­ num, so hevði man kunna farið frá 14 uppá 25 pláss, uttan at tað hevði ávirkan á starvsfólkatalið. Vit hava tvey fólk á døgn­ vakt, og um bygningurin varð bygdur til endamálið, so høvdu vit kunna farið upp á 25 fang­ar uttan at broytt nakað í starvs­ fólka­normeringini, sigur hann. Brunatrygd Sum nevnt aðrastaðnis eru nógv­ ar avbjóðingar í verandi hølum í Mjørkadali, og eitt, sum tey hjá Kriminalforsorgini, mangan hugsa um, er brunatrygdin. Í øllum vanligum fongslum eru klivarnir stoyptir upp. Tað vil siga, at kemur eldur í ein kliva, so kemur ikki eldur í klivan við síðuna av. Men tá ið hesin bygn­ ingurin, sum vit nú eru í, ikki er bygdur til endamálið, so er støðan ein onnur. Her er ikki stoypt millum klivarnar, og tað kann gerast sera vandamikið, um nú eldur skuldi komið í, siga tey bæði. Elkin Klettheygg og Heðin Ask­ham siga seg bæði vóna, at tað skjótt kemur gongd á málið um at byggja eitt nýtt fongsul í Føroyum til frama fyri bæði starvs­fólk, fangar og samfelagið annars. TERJI@SOSIALURIN.FO EITT NÝTT FONGSUL MÁ GERAST FØROYSKT Verður farið undir at byggja eitt nýtt fongsul í Føroyum, so er alneyðugt, at man hugsar føroyskt, og at man hugsar nógv ár fram í tíðina. Tað heldur leiðslan hjá Kriminalforsorgini í Føroyum Ein nýggjur bygningur má taka tað tíð, sum tað tekur. Eg vildi mett, at frá tí at man tekur avgerð um at byggja eitt nýtt fongsul, til tað stendur liðugt, ganga eini fimm ár, sigur Heðin Askham, dagligur leiðari í varðhaldinum. Mynd: Álvur Haraldsen Í øllum vanligum fongslum eru klivarnir stoyptir upp. Tað vil siga, at kemur eldur í ein kliva, so kemur ikki eldur í klivan við síðuna av. Men tá ið hesin bygningurin, sum vit nú eru í, ikki er bygdur til endamálið, so er støðan ein onnur. Her er ikki stoypt millum klivarnar, og tað kann gerast sera vandamikið, um nú eldur skuldi komið í, siga tey bæði Elkin Klettheyggj og Heðin Askham Mynd: Álvur Haraldsen