Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-10-29, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 29. oktober 2020síða 30

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 30. OKTOBER 2020 SOSIALURIN 76 30 TERJI NIELSEN Í skjótt tíggju ár hevur gamla hernaðarstøðin í Mjørka­ dali verið brúkt sum arrest­hús, eftir at gamla ar­rest­in í Jónas Broncksgøtu ikki longu kundi brúkast vegna trupul­leikar við fukti. Tað var ein fyribils loysn, tí bygningurin í Mjørkadali er ikki bygdur til endamálið. Nú er tíðin komin at farið verið undir at byggja eitt nýtt fongsul í Føroyum, halda tey bæði Elkin Klettheyggj, stjóri fyri Kriminalforsorgina í Før­oyum, og Heðin Askham, dag­ligur leiðari í varðhaldinum í Mjørkadali. Hava roynt at funnið loysnir Tað hevur verið ein avbjóðing at húsast her uppi, men vit hava so roynt at funnið loysnir fyri at gera tað so brúkiligt sum gjør­ ligt, sigur Heðin Askham, dag­ ligur leiðari í varðhaldinum. Hann vísir á, at fysisku karm­ arnir hava sínar av­bjóðingar, ikki minst tá ið tað snýr seg um forða fyri sambandi millum fang­ar. Vit hava tvær deildir, kann man siga. Tann eini parturin er varðhaldsfongslingin, har tað eru fangar, sum er varð­halds­ fongslaðir, meðan málið hjá teim­um verður kannað. Hin part­urin er tann parturin, har fang­ar sita dóm, sum teir hava fing­ið í rættinum. Vit hava til­ samans pláss fyri 14 fangum, og tað er latið upp millum deild­ ir­nar, so fangarnir kunnu vitja hvønn annan, og tað vita vit er ein avbjóðing fyri løgregluna. Um tað tá eru fangar, sum ikki mugu tosa saman, tí teir kanska eru partar av sama máli, so er avbyrging einasta loysnin, greiðir Heðin Askham frá. Elkin Klettheyggj er stjóri á Kriminalforsorgini, og hon dylur ikki fyri, at allir partar helst vilja sleppa undan avbyrging, um tað er møguligt. Hevði tað verið í Danmark ella í einum meiri nýtímans fongsli, at man kom í eina slíka støðu, so hevði man bara koyrt tveir slík­ar varðhaldsfongslaðar per­ són­ar antin í hvør sítt fongsul ella á hvør sína atskiltu deild, so teir ikki høvdu møguleika fyri at hava nakað samband, sigur hon. Fleiri forðingar í Mjørkadali Undir verandi umstøðum í Mjørka­dali er støðan hon, at tað als ikki ber til at taka ímóti øllum, sum annars høvdu kunnað farið í eitt vanligt varðhald. Vit hava til dømis ikki møgu­ leika fyri at taka fólk inn her, sum ber brek. Vanliga sigur man, at allir almennir bygningar skulu hava atkomumøguleikar fyri fólk við breki, men tað hava vit so ikki her, greiðir Elkin Klett­heyggj frá. Heðin Askham leggur aftur­ at, at í serligum støðum er stað­ setan­in av verandi varðhaldi ein trupul­leiki. Um vit til dømis hava ófrið av onkrum slag og hava brúk fyri at fáa hjálp frá løgregluni, so vita vit, at tað tekur løgregluni í minsta lagi eini 15 minuttir at koyra niðan her, og tað er long tíð í eini spentari støðu, sigur hann. Ein vetur herfyri legðist eisini nógvur kavi, og sum fólk flest vita, so liggur Mjørkadalur rætti­ liga høgt, og tí kann nógvur kavi koma niður har. Vit vóru tá í tí støðu, at vit vóru innikavaðir í tríggjar dagar. Eingin slapp inn, og eingin slapp út. Tað bleiv gjørd ein roynd at grava vegin frían, men tað bar ikki til, so vit vóru fullkomiliga av­byrgd í tríggjar dagar, greiðir hann frá. Tað er ikki nøkur varandi loysn at hava arresthús í Mjørkadali. Umstøðurnar eru ikki nøktandi fyri hvørki starvsfólk ella fangar, og tí má eitt nýtt fongsul byggjast. Tað er greiða niðurstøðan hjá leiðsluni hjá Kriminalforsorgini í Føroyum ALNEYÐUGT ALNEYÐUGT VIÐ VIÐ EINUM EINUM NÝGGJUM NÝGGJUM FONGSLI FONGSLI Staðsetingin í Mjørkadali hevur sínar avbjóðingar. Millum annað ganga í minsta lagi 15 minuttir, áðrenn løgreglan kann koma á staðið at veita hjálp, um ein spent støða uppstendur Mynd: Álvur Haraldsen