hósdagur 29. oktober 2020síða 31
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 30. OKTOBER 2020
SOSIALURIN 76
31
Leiðarin í varðhaldinum vísir
í hesum sambandi eisini á, at
heilsustøðan hjá teimum flestu,
ið sita í varðhaldinum, er ikki
eins góð sum hjá føroyingum
flest, og tí kann skjótt vera brúk
fyri læknahjálp.
Men hana høvdu vit ikki
møguleika fyri at fáa tá, og
var ófriður, so hevði løgreglan
heldur ikki havt møguleika fyri
at koma niðan. So tá er tað ikki
forsvarligt, sigur Heðin Askham.
Trupult hjá avvarandi
Teir, sum sita í Mjørkadali,
hava møguleika fyri at fáa vitj
an tvær ferðir um vikuna. Eina
vitjan mitt í viku og eina í viku
skiftinum.
Tað er ikki altíð líka lætt hjá
teimum at koma á vitjan. Nógvir
av teimum, sum sita her, hava
eitt bakland, sum kanska ikki
er so væl fyri, og tí hava tey til
dømis ikki bil. So tey kunnu ikki
koyra niðan, og her er heldur eing
in bussleið. So tað má vera við
hýruvogni, og tað kostar nógvar
pengar. Vit hava eisini til dømis
eisini upplivað, at ein eldri kona
um tey áttati, sum hevði ein son
sitandi her, valdi at ganga oman
aftur, tí hon hevði ikki ráð til
hýruvogn báðar vegir, greiðir
Elkin Klettheyggj frá.
Vilja veita fleiri tilboð
Hjá Kriminalforsorgini høvdu
tey ynskt at kunna veita fleiri
tilboð til fangarnar, tí umstøður
nar í Mjørkadali eru ikki til tað.
Her eru nøkur tilboð. Teir
kunnu gera onkrar arbeiðs
uppgávur, so sum at rippa húk
ar, mála ella arbeiða í einum
træverkstað. Og so hava vit eitt
lítið sindur av skúlagongd, um
framt bókasavn, venjingarhøli
og annað. Men vit kundu hugsað
okkum fleiri tilboð, sigur Heðin
Askham.
Hann sigur, at tað tí er
ynskiligt við einum nýggjum
fongsli, sum er rúmligari og
hevur fleiri tilboð til fangarnar.
Føroyingar vilja
sita í Føroyum
Sum støðan er í løtuni, fara
flestu fangar, sum skal sita
dóm í meiri enn eitt ár, til Dan
markar at sita dómin, men hjá
Kriminalforsorgini ynskja tey,
at man kann hava rúm fyri
teimum í Føroyum við einum
nýggjum fongsli.
Teir allarflestu føroyingar,
ið sita niðri, vilja nógv heldur
sleppa at sita í Føroyum. Tað er
ein tryggleiki fyri teir at sita í
Føroyum, og so hava teir eisini
lættari við at fáa vitjan av sínum
nærmastu, sigur Elkin Klett
heyggj.
Hon hevur sjálv eisini arbeitt
innan øki í Danmark í nógv ár,
og hon sær ein greiðan mun á
viðurskiftunum í Føroyum og í
Danmark.
Í Danmark hevur tú nógv
fleiri møguleikar við tilboðum
til fangarnar, og tú hevur bæði
opin fongsul og fongsul, har
eftirlitið er sera strangt og alt
er væl og virðiliga stongt. Her
í Føroyum hava vit bara hetta
eina tilboði, sum vit mugu
skrúva saman, so tað nøktar
tørvin hjá øllum sum frægast.
Men í Føroyum er hinvegin eitt
heilt annað samband millum
starvsfólk og fangar, enn tað
er í Danmark, og tað er bæði
stuttligt og hugaligt at síggja,
hvussu gott sambandið er teirra
millum. Hevur man sitið niðri
áður og kemur her at sita, so
er tað ein stór broyting, tí um
hvørvið í fongslinum her er eitt
heilt annað, sigur hon.
Her leggur Heðin Askham
afturat, at tað gleðiliga er hent,
at man hevur fingið tilgongd
av fleiri yngri og nýggjum før
oyskum fangavørðum.
Vit hava øgiliga góð starvsfólk,
og tað jaliga, sum er hent, er at vit
hava havt nokk so nógva tilgongd
av ungum og sera væl egnaðum
fangavørðum seinastu árini. Her
er lutvíst farið eitt ættarliðsskifti
fram millum fangavørðarnar,
greiðir hann frá.
Merkja vælvild frá
politisku skipanini
Tað er einki at ivast í, at í
Kriminalforsorgini, sum jú er
ein donsk skipan, eru Føroyar
bert ein lítil brikkur, og tí fylla
vit kanska ikki so nógv í huga
heiminum hjá teimum, sum
ráða fyri borgum á hesum øki.
Júst tí hevur tað stóran týdning,
at politiska skipanin í Føroyum
brúkar orku uppá at varpa ljós á
fongsulsumstøðurnar í Føroyum.
Tann føroyski politiski
myndugleikin kann vera gull
verdur, um hann leggur trýst
á. Vit merkja eisini vælvild og
áhuga frá politisku skipanini í
Føroyum, og eitt einmælt løg
ting hevur samtykt at betra
um umstøðurnar hjá fangum
í Føroyum, siga tey bæði Elkin
Klettheyggj og Heðin Askham.
Tey vísa í hesum sambandi
eisini á, at løgmaður hevur bjóðað
danska løgmálaráðharranum til
Føroya á vitjan.
Vitjanin hevur verið seinkað
vegna korona, men vit vænta, at
hann kemur skjótt, og tá kann
hann síggja umstøðurnar her,
og so mugu vit leggja trýst á úr
Føroyum, sigur Heðin Askham.
TERJI@SOSIALURIN.FO
Tað er ikki nøkur varandi loysn
at hava arresthús í Mjørkadali.
Umstøðurnar eru ikki nøktandi fyri
hvørki starvsfólk ella fangar, og tí
má eitt nýtt fongsul byggjast, siga
Elkin Klettheyggj og Heðin Askham
Mynd: Álvur Haraldsen
Teir allarflestu føroyingar, ið sita niðri, vilja nógv heldur
sleppa at sita í Føroyum. Tað er ein tryggleiki fyri teir
at sita í Føroyum, og so hava teir eisini lættari við at fáa
vitjan av sínum nærmastu, sigur Elkin Klettheyggj
Tað hevur verið ein avbjóðing at húsast her uppi, men vit hava
so roynt at funnið loysnir fyri at gera tað so brúkiligt sum
gjørligt, sigur Heðin Askham, dagligur leiðari í varðhaldinum.
Mynd: Álvur Haraldsen