hósdagur 29. oktober 2020síða 36
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 30. OKTOBER 2020
SOSIALURIN 76
36
HB VANN VINNA FM SUNNUDAGIN
Eitt stig er ríkiligt hjá HB í FM-stríðnum. Nú kann HB vinna
FM við at vinna á TB á Tórsvølli sunnudagin. Hinvegin, so
kann HB ikki longur tangera metið, sum teir settu í 2018.
Tá fekk liðið 73 stig. Um HB vann á NSÍ, og síðani seinastu
tveir dystirnar, hevði liðið komi upp á 73 stig. HB hevur
sett met fyri flest skoraði mál við sínum 76 málum higartil.
TRÓNDUR ARGE – TÓRSVØLLUR
T
að er ein ella annar
lætti at hóma millum
spælararnar, tá Jóhan
Hendrik
Ellefsen
bríkslar fyri seinastu ferð. Tað
eru lagdir sjey minuttir afturat,
men liðini finna ikki ordiliga
útav, um tey eru nøgd ella ikki.
NSÍ hevur álop, men drálar sam
stundis. Í hinum endanum brúk
ar Teitur M. Gestsson eitt sindur
longri tíð enn vanligt, tá HB fær
málspark.
Eftir 97 minuttir við ferð
miklum, og til tíðir góðum spæli,
fýra málum og annars skiftandi
trýsti, endar tað við javnleiki.
Tað er samstundis javnleikur í
Sarpugerði, har seinni hálvleikur
júst er byrjaður. Hvørgan partur
in hevur tapt og tað stigið kann
ongin taka frá teimum, men tað
er enn óvist um HB vinnur FM
hetta regnkenda mikukvøldið,
ella um havnarfólk mugu bíða
til sunnudagin, tá TB kemur á
vitjan.
Runavíkingar hava verið í Ev
ropa seinastu nógvu árini, men
í ár eru treytirnar øðrvísi. Vit
hava bara trý pláss til komandi
kappingarár. Tí er trongt í
toppinum, har NSÍ, B36 ella um
illa vil, KÍ, ikki sleppur við. Her
kemur eitt stig væl við hjá NSÍ.
Nýggjur venjari - sama spæl
NSÍ setti um vikuskiftið Allan
K. Jepsen sum nýggjan venjara.
Hann tekur við eftir Glenn
Ståhl, sum hevur innspælt eina
3-5-2 spælskipan, har liðið hevur
vart væl og spælt upp á mótálop
við Peturi Knudsen sum snún
ingspunkt.
Allan K. Jepsen hevði bara
havt nakrar fáar dagar saman
við nýggja hópinum, tá teir
fóru á vøllin mikudagin klokkan
17. Tí var tað eisini skilagott, at
nýggi danski venjarin helt fast
í spælskipanini hjá undanfarna
venjaranum.
Seinast HB fekk vitjan av
NSÍ valdi Jens Berthel Askou,
venjari hjá HB, at skifta til somu
spælskipan sum mótstøðuliðið.
Hesa ferð helt hann fast í 4-3-3
við Mikkel Dahl á vinstra vongi
og Adriani Justinussen á høgra
vongi.
HB best frá byrjan
– NSÍ skorar
Undan dystinum er HB favoritt
ur og tað liva teir reyðu og
svørtu eisini upp til. Teir trýsta
NSÍ aftur á egna hálvu, og spæla
til tíðir skjótan og góðan fótbólt.
Serliga riggar væl at vinna bóltin
aftur, tá runavíkingar eina ferð
koma í vegin, men Tórður Thom
sen er sjáldan til arbeiðis.
Brádliga kemur NSÍ til sín
fyrsta málmøguleika. Tað er
Pætur Skipanes á vinstra vongi,
sum meddar til. Løtu seinni, tá
36 minuttir eru spældir, kemur
20 ára gamli Pætur Skipanes
aftur í skotstøðu, eftir at Petur
Knudsen hevur lagt til skot og
velur at spæla bóltin aftur um
seg. Hesa ferð meddar vinstri
vongbakkurin bóltin í málið.
Gestirnir eru nú omaná og koma
til fleiri møguleikar enn vertirnir.
HB svarar aftur – og tó
Venjarin hjá HB hevur óiva
sagt nøkur borgarlig orð í hálv
leikinum, tí heimaliðið er klárt
omaná frá byrjan í seinna hálv
leiki. Bara tríggjar minuttir inn í
seinna hálvleik svarar HB aftur,
tá Adrian Justinussen smekkar
til frá brotsteigarmarkinum,
eftir at NSÍ verjan hevur roynt
at rudda vekk eftir langt inn
kast.
Gleðin er stokkut, tí bara
tríggjar minuttir seinni fer NSÍ í
skjótálop. Í verjuni glíður Bartal
Wardum. Adrian Justinussen
sær vandan og rennur heim at
verja. Hann tveitur seg í eina
glíðandi takling, men er óheppin,
tí bólturin endar fyri føturnar á
Klæminti A. Olsen, sum lættliga
kann skora til 2-1. Nú skal HB
aftur renna aftaná.
HB javnar – NSÍ betri
Tólv minuttir fyri tíð javnar HB.
Spælið er ikki sannførandi og
møguleikarnir eru fáir, men upp
á deyðbóltar hóttir heimaliðið.
-Vit skifta millum annað út,
fyri at fáa stórar menn inn. NSÍ
verjur langt afturi á vøllinum og
tað er einki millumrúm til Dan
í Soylu at spæla í. Tí senda vit
Heðin Hansen og Øssur Dalbúð
á vøllin, sigur Jens Berthel As
kou, venjari hjá HB.
Tað er Daniel Johansen, sum
leggur eitt hornaspark innfyri,
sum Delphin Tshiembe stútar
upp á tvørs av málinum. Har
stendur Bartal Wardum og skall
ar bóltin í mál.
Nú er lagt upp til, at HB skal
leggja trýst á NSÍ, men sann
leikin er at NSÍ var vandamiklari
enn HB seianstu løtuna, sum
annars var merkt av fleiri
steðgum. Dómarin legði sjey
minuttir afturat. HB fekk bóltin
í málið hjá NSÍ ta einu ferðina,
men tá var talan um rangstøðu.
Gera ov nógv mistøk
Venjarin hjá HB ásannar, at
NSÍ var vandamiklari seinastu
løtuna, men heldur eisini at HB
skuldi havt verið á odda í fyrra
hálvleiki.
-Vit spæla væl í tjúgu minuttir
og fáa nakar kjansir, sum vit
skulu skora uppá. Síðani gera
vit nøkur mistøk, sum seta seg í
spælararnar. Vit tora ikki at taka
bóltin til okkum og vit megna
ikki at steðga umstillingunum
hjá teimum. NSÍ ger tað gott og
teir eru sterkasta liðið í landi
num til at spæla upp á mótálop,
sigur Jens Berthel Askou, venjari
hjá HB.
Megnar NSÍ at gera reint borð
seinastu tveir dystirnar, og KÍ eitt
nú eisini missur stig í seinasta
umfarinum, so er ein møguleiki
fyri silvurheiðursmerki. Tað
gevur atgongd til Europa League
komandi kappingarár. Eitt triðja
pláss er bara nokk, um HB vinn
ur Løgmanssteypið. Annars
verður tað FM-vinnarin, ið fer
í Champions League, nummar
tvey og steypavinarin enda í
Europa League.
HB er á gáttini at vinna FM, meðan NSÍ hevur nógv brúk
fyri einum stigi í stríðnum, um at koma í Evropa. Í so
máta kundu bæði liðini liva við javnleikinum á Tórsvølli
mikudagin, har gestirnir úr NSÍ vóru nærri sigrinum
Fótbóltur
Dysturin
hesa vikuna...
HB-NSÍ 1-1:
ONGIN
ONGIN
TAPARI
TAPARI Á Á
TÓRSVØLLI
TÓRSVØLLI