hósdagur 29. oktober 2020síða 37
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 30. OKTOBER 2020
SOSIALURIN 76
37
20 ára gamli Pætur T. Skipa
nes fekk helst sítt stóra
gjøgnumbrot á Tórsvølli
mikukvøldið. Hann spældi
á vinstra vongbakkinum og
kom væl frá uppgávuni. Tað
var vandi fyri, at hann bleiv
fangaður millum Hørð Ask
ham og Adrian Justinussen,
men heldur megnaði hann
at fanga hinar báðar. Tað tók
einar 20 minuttir at koma í
gongd, men við orku, einum
framúr máli og dirvi vísti
hann, at hann er til reiðar at
yvirtaka plássið í vinstru.
Petur Knudsen er í ser
flokki í føroyskum fótbólti
í løtuni. Tað prógvaði hann
aftur hesaferð. Verjan hjá HB
var um ein háls av kvika og
bólttrygga toppskjúttanum í
føroyskum fótbólti. Hann átti
eisini uppleggið til málið hjá
Pæturi Skipanes.
Eisini skal Oddur Højgaard
hava rós fyri sín leiklut.
Hann fær onkuntíð skotið í
skógvarnar, at hann dettur
ov langt aftur á vøllin at
verja, men hann vinnur
allar tvísdystirnar og tað
var sjáldan, at nakar HB ari
megnaði at seta hann av.
Hjá HB er Bartal Wardum
ein góð mynd av avrikinum.
Hann glíður í avgerandi løtu í
verjustøðu, men skorar eisini
í hinum endanum. Felags fyri
flestu spælararnar hjá HB er,
at avrikið er misjavnt. Okkurt
gott, men eisini okkurt minni
gott. Millum ljósastu punktini
eru Daniel Johansen og
Adrian Justinussen, meðan
Delphin Tshiembe og Hørður
Askham høvdu trupulleikar
í verjuni. Bæði við og uttan
bólt.
HVAR ER TRÓNDUR JENSEN?
HB hevur longt við fleiri av sínum spælarum til
komandi kappingarárini, men enn er ongin sáttmáli
gjørdur við Trónd Jensen, ið hevur verið skaddur
ein stóran part av hesum kappingarárinum.
Hann er aftanfyri Mikkel Frankoch í røðini á
miðjuni og kom ikki á vøllin mikukvøldið.
Betri deildin menn
HB
0 2
NSÍ
1 2
TÓRSVØLLUR - 28. OKTOBUR 2020
4 Heðin Hansen (Inn 63.min)
6 Øssur Dalbúð (Inn 74.min)
5 Pætur Petersen (Inn 84.min)
4 Mórits Heini Mortensen (Inn 55.min)
Aron Knudsen (Inn 89.min)
Jann Martin Mortensen (Inn 93.min)
Dómari: Jóhan Hendrik Ellefsen
Hevur ment seg til ein góðan dómara, sum tóktist hava tamarhald á dystinum.
Var helst ov skjótur eftir gula kortinum til Petur Knudsen, sum tó kann verjast
– ”ljósagult”. Annars sat tú ikki eftir við, at dómarin var á vøllinum. Tað er ein
góður dómari.
8
HB – NSÍ 2-2 (0-1)
0-1: Pætur Turiðarson
Skipanes 36.
1-1: Adrian Justinussen 48.
1-2: Klæmint A. Olsen 51.
2-2: Bartal Wardum 78.
Dómari: Jóhan Hendrik
Ellefsen
HB: Teitur Matras Gestsson
– Hørður H. Askham, Bartal
Wardum, Delphin Tshiembe,
Daniel Johansen – Mathias
Nygaard (Øssur M. Dalbúð,
74.), Mikkel Frankoch –
Adrian Justinussen, Dan í
Soylu (Heðin Hansen, 63.),
Mikkel Dahl – Hilmar Leon
Jakobsen (Pætur J. Petersen,
84.)
Gult kort: Delphin
Tshiembe, Daniel Johansen,
Mikkel Frankoch
Venjari: Jens Berthel Askou
NSÍ: Tórður Thomsen
– Jann J. Benjaminsen,
Jákup Jakobsen, Oddur Á.
Højgaard, Rógvi Egilstoft,
Pætur Turiðarson Skipanes
(Aron Knudsen, 89.) – Búi
Egilsson (Mórits Heini
Mortensen, 55.), Jesper
Flinck Christjansen, Betuel
Hansen (Jann Martin
Mortensen, 93.) – Klæmint
A. Olsen, Petur Knudsen
Gult kort: Petur Knudsen,
Rógvi Egilstoft
Venjari: Allan K. Jepsen
NÝGGJAR SPÆLARAMETINGAR (2020):
1-3: Avrikið er ikki gott og tað kostar liðnum meir ella minni
4-6: Avrikið er miðal. Spælarin ger tað, sum verður væntað
av honum
7-9: Avrikið er yvir miðal og spælari eigur lut í liðið kemur
betri frá uppgávuni
10: Verður bara givið heilt framúr avrik, sum er alt
avgerandi fyri dystin. Verður bara givið í serligum føri.
Spælarametingar:
Pætur stóð
sveinaroyndina –
Petur í serflokki
5
7
4
3.5
7
5
6
6
7
5
6
6
7.5
5
4
7
5
4
5
4
4.5
3.5
TEITUR M.
GESTSSON
DANIEL
JOHANSEN
BARTAL
WARDUM
DELPHIN
TSHIEMBE
ADRIAN
JUSTINUSSEN
TÓRÐUR
THOMSEN
JÁKUP
JACOBSEN
RÓGVI
EGILSTOFT
PÆTUR
SKIPANES
JANN
BENJAMINSEN
JESPER
CHRISTJANSEN
KLÆMINT A.
OLSEN
PETUR
KNUDSEN
BETUEL
HANSEN
BÚI
EGILSSON
ODDUR
HØJGAARD
MIKKEL
FRANKOCH
HILMAR LEON
JAKOBSEN
MATHIAS
NYGAARD
MIKKEL
DAHL
DAN
Í SOYLU
HØRÐUR
ASKHAM