hósdagur 29. oktober 2020síða 38
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 30. OKTOBER 2020
SOSIALURIN 76
38
JÓANNES HANSEN
T
að var ferðmikið og
undirhaldandi í øllum
trimum dystunum,
sum vórðu spældir
mikukvøldið.
Í Gundadali endaði tað 2-2
millum HB og NSÍ. Úrslitið ber
við sær, at HB í mesta lagi hevur
møguleika at røkka 71 stigum.
HB eigur metið, sum Heimir
Guðjónsson og hansara menn
settu fyri tveimum árum síðani,
tá ið HB vann FM við 73 stigum.
Mikukvøldið vóru tey í HB
leguni klár at senda fýrverk í
fagnaði um FM heitið, men fagn
aðurin varð útsettur til seinna
partin sunnudagin, tá ið TB
verður gestur í Gundadali.
HB var undir trýsti ímóti NSÍ.
Tað heldur KÍ venjarin Mikkjal
Thomassen ber boð um, at FM
favorittarnir hava fingið gummi
bein, nú teir resta eitt stig í at
vinna meistaraheitið:
-Vit rokna avgjørt við
møguleikanum, at tað skal
eydnast okkum at endurvinna
meistaraheitiið. Treytirnar eru
harðar. Tað vóru 72 tímar frá
4-1 sigrinum á heimavølli ímóti
ÍF og til dystin í Gøtu. Tað sást,
at spælararnir vóru troyttir, tí
spældu ikki við tí orku, sum vit
plaga at gera, og mistøkini vóru
fleiri, enn tey plaga at vera. Tað
komst eisini av, at víkingarnir
megnaðu at pressa og kroysta
okkum, og tað tænir teimum til
rós. Út frá umstøðum og treyt
um eru vit ovurhonds væl nøgd
ir, og vit ætla okkum at vinna í
Runavík sunnudagin, sigur KÍ
venjarin Mikkjal Thomassen.
Vistu spælararnir í seinna
hálvleiki, at úrslitið í Havn varð
2-2?
-Tá ið vit fóru at hvíla okkum
og støðan var 1-1, segði eg spælar
unum, at úrslitið millum HB og
NSÍ var 2-2. Eg hevði vónað, at
NSÍ fór at vinna, men úrslitini
lagaðu seg soleiðis, at vit fram
vegis eiga møguleikan, sigur KÍ
venjarin.
Málini
Jonn Johannesen var frá fyrsta
bríksli í framrættaða plássinum
í vinstru, sum smáskaddi Patrik
Johannesen plagar at røkja hjá
KÍ. Jonn Johannesen takkaði
fyri longu í sjeynda minutti, tá
ið hann rann inn frá vinstru og
úr stuttari fjarstøðu stýrdi bólt
in í málið eftir flatt innlegg frá
Jóannesi K. Danielsen.
KÍ hevði fyrstu løtuna nógvar
góðar støður, og klaksvíkingar
høvdu bóltin á stólpanum, um
framt at Atli Gregersen bjargaði
á málstrikuni aftanfyri Elias
Fagrá í málinum hjá Víkingi.
Og so var tað, at Víkingur
javnaði, tá ið heimaliðið fyri
fyrstu ferð var í brotsteiginum.
Tá ið Andreas Lava Olsen royn
di at leggja innfyri, tók bólturin
í armin á Jesper Brinck. Brots
spark segði Alex Troleis, og
Sølvi Vatnhamar var so tryggur
úr ellivu metrum, sum hann so
mangan hevur verið.
Tað var sjáldan serligur friður
yvir spælinum, og tað vóru
ikki so nógvar vandamiklar
støður og fáir upplagdir
málmøguleikar.
KÍ skoraði til 2-1, tá ið tað rest
aðu 20 minuttir. Ísak Simonsen,
sum níggju minuttir framman
undan varð skiftur inn, sam
anspældi í vinstru við Jóannes
Bjartalíð, áðrenn hann sneiddi
framvið tveimum mótstøðu
monnum og við høgrabeini setti
bóltin inn við nærra stólpa.
Víkingur hevði fleiri ungar
spælarar millum teir fyrstu
ellivu, og síðstu løtuna vórðu
Geza David Turi, Elias Lervig og
Olaf Bárðarson skiftir inn.
At málmunurin ikki var
meiri enn eitt mál bar við sær,
at spenningur var í alla tíðina,
hóast KÍ hevði bóltin meiri.
Og tá ið klokkan var farin fýra
minuttir út um vanligu leik
tíðina, staðfesti KÍ 3-1 sigurin.
Páll A. Klettskarð var rutiner
aður og tolin í vinstru, hann
spældi í brotsteigin til Jóannes
Bjartalíð, sum sendi bóltin víðari
til Ole Erik Midtskogen, sum
við handara stólpa setti bóltin
í málið.
Víkingamiðverjin Gunnar
Vatnhamar ásannar, at gestirnir
úr Klaksvík vóru omaná, men
hann var ikki misnøgdur við
hugburð hjá sínum monnum:
-Vit royndu at spæla okkara
spæl, og vit vunnu okkum til
møguleikar, hóast teir vóru
góðir til at halda okkum burtur.
Hóast vit ikki hava heiðursmerki
at spæla fyri, og teir stríðast fyri
at vinna seg í Europa, so haldi
eg, at vit vístu góðan hugburð,
og tað ræður um hjá okkum
at vera í dystarvenjing, tá ið
steypakappingin tørnar fyri
eftir kappingarlok, sigur Gunnar
Vatnhamar hjá Víkingi.
Jóhann bjargaði B36
Yvirskriftin var klár. Hon segði,
at fuglfirðingar framdu stóran
stuldur, tá ið teir áttu heimavøll
í Klaksvík, men so varð neyðugt
at broyta hana.
B36 var mótstøðuliðið, og B36
vann 2-1. Dómarin legði tríggjar
minuttir aftrat vanligu leiktíð
ini. Onkur lítil steðgur var, og
tað vóru farnir fýra minuttir út
um vanligu leiktíðina, tá ið B36
skoraði sigursmálið.
Málskjútti var Jóhann Hans
son Joensen. Tað restaði eitt kort
er, tá ið 19 ára gamli Jóhann varð
skiftur inn. Hann hevur ongan
tíð áður skorað mál á besta B36
liðnum. Tað gjørdi hann í evstu
løtu mikukvøldið í Klaksvík.
Magnus Holm Jacobsen legði
úr vinstru og fram til handara
stólpa. Fleiri lupu upp, og Jákup
Nolsøe Olsen í ÍF málinum
tveitti seg og bjargaði, men so
var Jóhann Hansson Joensen
fyrstur á returbóltinum, og teir
stórfegnaðust í árstalsfelagnum
um sigurin.
Tað var einki at siga til, at B36
annað mikukvøldið á rað fór úr
Klaksvík við úrtøku. Fyri einari
viku síðani endaði tað 1-1 ímóti
KÍ, sum javnaði í síðstu løtu.
Ímóti ÍF var B36 greitt omaná.
Luturin hjá ÍF var fyrsta tíman
at verja. B36 so at siga spældi grís,
ÍF málverjin bjargaði fleiri ferðir,
ÍF verjan við óføra Jens Joensen
á odda taklaði og blokeraði aftur
og aftur, og bólturin var bæði
á tvørtrænum og stólpanum
aftanfyri ÍF málverjan, uttan at
tað eydnaðist B36 at fáa mál.
Og so skoraði ÍF mest sum
HB hevur fingið gummibein, og vit spæla
fyri okkara møguleika at endurvinna
meistaraheitið, inntil møguleikin er
heilt burtur, sigur KÍ venjarin
Ikki við Filip í Liða (skaddur
í rygginum), Hans Jákup
Annfinsson (brotið bein)
Við aftur: Asbjørn Heðinsson
(eftir leikbann)
Ikki við: Andrias H. Eriksen
(mjadnaskaddur), Hugin
Samuelsen (vøddaskaddur
í búkinum), Bjarni Petersen
(skaddur í fótinum)
Ivasamur: Sonni Ragnar
Nattestad (fótliðurin)
Ikki við: Ragnar B. Danielsen
(leikbannaður)
Við aftur: Hjalti Kárason
Djurhuus (eftir leikbann)
Ikki við: René S. Joensen
(lærkrikin), Teit Jacobsen
(krossbandið)
Ivasamur: Heri H. Mohr (fótskaði)
Við aftur: Samuel Johansen
Chukwudi (eftir leikbann)
Ikki við: Ari Ó. Ellingsgaard
(vøaddaskaddur), Hans Jákup
Lervig (leikbannaður), Pól Jákup
Lundsbjerg (leikbannaður)
LIÐ TÍÐINDI
B36
ÍF
HB
AB
EB/STREYMUR
KÍ VENJARIN
KÍ VENJARIN
LEGGUR TRÝST Á HB
LEGGUR TRÝST Á HB