Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-11-03, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 3. november 2020síða 2

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 4. november 2020 · Nr. 77 2MIKUDAGSBLAÐIÐ Í skrivandi stund tysja fólk til val­støð­ini í USA. Sera stórur spenn­ingur er, um sitandi for­ set­in Don­ald Trump skal halda fram, ella um Joe Biden skal loysa hann av í Hvítu Húsunum í Wash­ing­ton. Valið er sera spennandi, og tað er als ikki vist, at valið er av­klár­ að, tá hetta blaðið er komið við post­i­num út í hvørt hús í land­i­ num. Metnógvar brævatkvøður hav­a ver­ið, til valið hesaferð og tað kann gerast so tætt, at neyð­ ugt verð­ur at telja umaftur í fleiri sta­tum. Valið er spennandi, tí neyvan nakr­antíð hevur USA havt ein for­seta, sum hevur verið so illa lýdd­ur, serliga uttanlands. Tað hevur eisini staðið á goml­um nøglum innanlands – men hav­ andi í huga, hvussu forsøgnirnar vóru sein­ast, so torir eingin at trúgva velj­ar­a­kanningunum, sum allar sum ein meta, at Joe Bid­en verður næsti forseta. Tí er ikki ann­að hjá okkum at gera enn at bíða eftir valúrslitnum, sum tó kanska longu er greitt. Her heima hjá okkum skulu vit eisini á val. Vit skulu velja til lands­ins 29 kommunur. Tað val­ ið er eisini spennandi, kanska meira spennandi onkustaðni enn aðr­a­staðni. Slagið um høvuðsstaðin er spenn­andi. Klárar sitandi sam­ gonga millum Fólkaflokkin, Tjóð­ veldi og Framsókn at halda fram – ella fer tað at eydn­ast Heð­ini Mortensen og Javn­að­ar­flokk­i­ num aftur at vinna sessin í borg­ a­r­stjórakóntórinum á Vaglinum. Tað er heldur ikki vist, at tað er velj­arin, sum ger tað valið av, tí hó­ast úrslitið kann tykjast eyð­ sýnt, so snýr tað seg um at telja upp í sjey bæði valnáttini og tá bý­ráðs­fund­urin verður hildin, sum skal velja borgarstjóran. Tað hev­ur ikki altíð verið so greitt í Havn, hóast undirskrivaðar av­ talur. Í Klaksvík er eisini sera spen­ n­andi, um tað fer at eydn­ast Sjálvstýrinum og Javn­aða­r­flokk­ i­num at halda fram. Klárar Jógv­ an Skorheim at endurvinna fýra sess­ir í Klaksvíkar býráð, ella megn­ar Fólkaflokkurin at vinn­ an reinan meiriluta og harvið at trýsta Jógvan Skorheim av trún­ uni í Klaksvík? Á Tvøroyri stendur stríðið mill­um fyrrverandi og núverandi javn­að­ar­fólk. Klárar Kristin Mich­el­sen, sum stillar upp fyri tann fjórða listan, at vinna valdið aft­ur í býnum? Hóast vit ikki kenna nýggju borg­ar­stjórarnar fyrr enn á nýggj­ári­num, so kenna vit før­ oyska valúrslitið um mid­nátt­ar­ leit­ið næsta týs­kvøld. – Gott val øll somul! VIT SKULU VELJA VALDIÐ Oddagrein Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Mikudagsblaðið verður borið ókeypis til hvørt húsarhald í Føroyum! Tórshavn Tórsgøta 1, 100 Tórshavn tel. 341800, post@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Ella senda teldupost til klaga@ sosialurin.fo Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Tel. 341800 www.sosialurin.fo Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fyritaksstjóri Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Stovnaður: 1927 Prent: Prentmiðstøðin Annika ella Heðin, Jógvan ella Gunvá – og so Kristin Michelsen... Tær gloyma størsta avrikið JÓHANN MORTENSEN TÍÐARGREIN SÍÐA 45 Rúsevnir eru funnin á Meg­ in­skúl­a­num á Sandi, og løg­ regl­an kannar nú mál­ið Heri Andreasen, leiðari á Kann­ingardeildini hjá løg­ regl­uni, váttar, at rúsevni eru funn­in á skúlans øki, men hann fær ikki sagt stór­vegis meira í løtuni. – Eg kann vátta, at rús­ evni eru funnin á skúla­ num, men eg veit ikki í løt­uni neyvt, hvat slag av rús­evni, ið talan er um, og hvussu stór nøgdin er, sig­ ur Heri Andreasen. Hann sigur, at málið verð­ur kannað, og at leiðsl­an á skúlanum eisini hev­ur tikið stig til átøk í hes­um sambandi. Foreldur og verjar at børn­um á skúlanum fingu í gjár kunningarskriv um mál­ið frá skúlanum. Vilmund Jacobsen Tað er ein privat fyritøka, sum skal byggja íbúðirnar, og stigtakararnir hava sjálv­ir út­vegað sær lendi til verk­ætlanina Nú verða stig tikin til at byggja leiguíbúðir Undir Hag­a­brekku í Skálavík. Ein priv­at fyritøka skal byggja íbúð­ir­nar í samstarvi við í­birt­aran, sum er Birgir W. Høgn­e­sen. Stigtakararnir hava sjálvir útvegað sær lendi til ætlanina. Skálavíkar kommuna hev­ur leingi hugsað um møg­u­leikan við íbúðum og at út­vega størri byggiøki til set­hús. – Ymisk hugskot hava ver­ið, men kommunan kann ikki sjálv fara undir slíka íbúðarbygging. Tí fegn­ist eg um tað sam­ starv, sum nú er fingið í lag, og sambært ætlanini skulu íbúðirnar standa lidn­ar um ólavsøkuleitið 2022, sigur borgarstjórin í Skála­víkar kommunu. Hann heldur, at hetta er ein spennandi verkætlan og fegn­ast um, at ætlanin nú er komin so mikið langt. – Talan er um eina sera spennandi í­búð­ar­verk­ ætl­an, sum fevnir um 10- 12 nýggj­ar leiguíbúðir við góð­ari staðseting og út­ sýni, sigur borgarstjórin. Hann vísir á, at tá hug­ skotið birtist fyri um­leið hálvum ári síðan, var hann beinanvegin klár­ur at veita ta hjálp, sum komm­ unan megnar, soleiðis at ætl­anin kemur at eydnast. – Óformligir fundir hava verið millum stig­tak­ ar­ar­nar og borgarstjóran, og eg trúgvi upp á ætlanina, so­leiðis sum hon nú fyr­i­ligg­ur, sigur Linjohn Christ­i­an­sen. Sjálvu væntar borg­ar­ stjór­in, at stórur tørvur verð­ur á bústøðum í Skála­vík, nú tunnilin nærk­ast. Tí er alneyðugt, at all­ir partar samstarva um at finna loysnir, og tað vil Skál­avíkar kommuna meira enn fegin. Nú skal málið um í­búð­ ar­bygg­ing sína vanligu gongd við byggiloyvum og treyt­um annars, men borg­ar­stjór­in væntar ikki, at nak­ar kann hava nakað í­móti, at Skálavík fær enn betri íbúðarmøguleikar. – Okkara partur at fremja hesa ætlan í verki, skal ikki liggja eftir, sigur Lin­john Christiansen. Eitt stórt frambrot TÍÐINDI SÍÐA 6-7 Rúsevni funnin á Løgreglan vil ikki í løtuni siga neyvt, hvat slag av rúsevnum, talan er um, sum eru funnin á Meginskúlanum á Sandi Byggja leiguíbúðir í Skálavík Tað er her á lendinum við frálíkum útsýni, at leiguíbúðirnar í Skálavík skulu byggjast