týsdagur 3. november 2020síða 3
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
3
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mikudagur 4. november 2020 · Nr. 77
Kundaráðgevi til
Deild Tórshavn
Vit sóknast eftir privatkundaráðgeva til Betri
Banka, sum ynskir at skapa virði fyri kundarnar í
sam takinum, og sum setir góða tænastu í hásæti,
soleiðis at Betri framhaldandi verður fremsta val
føroyinga.
Starvið
Høvuðsuppgávan er at veita kundunum eina
skjóta og góða tænastu um øll fíggjar viður skiftir.
Tú fært ábyrgd av eini kundaportefølju, sum tú
virkin skalt røkja.
Arbeiðið fevnir um alt samskifti við kundar, ráð
geving og kredittviðgerð.
Tú verður partur av eini deild við 29 dugnaligum
starvsfólkum. Deildin virkar í tøttum samstarvi
við hinar deildirnar í samtakinum.
Starvsstaðurin er í Tórshavn.
Fakligir førleikar
Vit vænta, at tú hevur viðkomandi útbúgving, eitt
nú peningastovnsútbúgving ella Finans økonom.
Persónligir eginleikar
Tú hevur stóran áhuga at veita eina góða
kundatænastu, tær dámar væl at hava tætt
samband við kundar, og tú dugir væl at samskifta.
Tú ert uppsøkjandi, fyrikomandi, hevur góð
samstarvsevni, ert positiv/ur av lyndi og álítandi.
Starvið verður sett skjótast til ber og lønin verður
ásett sambært avtalu millum YTF og FAG.
Um tú heldur, at hetta ljóðar spennandi, er
tað kanska júst tær vit leita eftir. Hevur tú
spurningar, kanst tú seta teg í samband við
Fíu Selmu Nielsen, rakstrarleiðara, á telefon
348384, teldupostur fsn@betri.fo, ella við Beintu
W. Fossabrúgv, HRleiðara, telefon 348224,
teldupostur bwf@betri.fo.
Starvið verður sett skjótast til ber. Skrivligar
umsóknir skulu sendast til starv@betri.fo, og
verða okkum í hendi í seinasta lagi
12. novemeber 2020.
Vilt tú vera við at røkja og styrkja sambandið við
verandi og nýggjar kundar í Betri Banka?
Les meira á betri.fo