týsdagur 21. desember 2004síða 34
‹ fyrra síða allar 96 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Jólablaðið 2004 - Sosialurin
ATLANTIC AIRWAYS
Ilt er at spáa — serliga um framtíðina, segði
Storm P. Men tað er júst tað, sum vit vilja hava
okkara lesarar at gera. við Atlantic Airways.
Hvussu síggja Føroyar og umheimurin út 1.
desember 2005? Við at svara teimum 18
spurningunum niðanfyri soleiðis, sum tú væntar
SPURNINGARNIR:
1 Fótbóttsliðið hjá Skála tók gll av bóli, tá teir beinanvegin í landskappingini lagdu seg á odda, og hingu við í
toppinum igjøgnum alla kappingina. Men hvussu verður næsta ár?
Hvor verður fgroyameistari komandi ár?
HB QB36 Skála kí O Eittannað lið?
at staðan verður, hevur tú maguleika at vinna
eina vikuskiftisferð fyri tvey til Keypmannahavnar fleiri luttakarar, verður lutakast.
táverandi nútíðina. Stendur á javnum ímillum
Svarað spurningunum, klipp hesa síðuna úr
Vinnarin av ferðini verður tann, sum hevur svarað blaðnum, skrivað navn á, og send okkum hana í
flestum spurningum rætt, tá vit 1. desember
2005 fara at telja saman og samanbera við
seinasta lagi 31. desember. 2004. So ert tú við í
kappingini.
10 komandi ár verður aftur fólkatingsval. Spurningurin er kanska hvat fgroyingar í grundini hava at gera á
danatingi, men hvussu er og ikki, so hava vit tvey umboð har. Sum er, hava Tjóðveldið og Sambandið hvor sítt
umboð. Men hvussu verður eftir valið?
Fer Sambandsflokkurin at endurvinna sítt umboð í Fólkatinginum?
OJa Nei
2 Íslendingar hava keypt seg longur og longur inn á föroyska marknaðin. Nógvar av stóru fyritökunum eru í dag
á íslendskum hondum. Kall, Miklagarður, Skipasmiðjurnar og Skipafelagið tjena øll pengar til Íslands. So hava vit
eisini Kaupthing, ið er sera virkið á føroyska fíggjarheiminum. Heldur gongdin fram í 2005?
Fer ngkur stór fgroysk fyritøka á íslendskar hendur í 2005?
QJa UNei
11 TB varð liðið, ið kláraði at berja seg upp í bestu deildina í fótbólti í ár. Men hvussu leingi verður teimum lív
lagað har?
Verður TB framvegis eitt 1. deildarlið í desember 2005?
Ja Nei
3 Komandi ár verða aftur samráðingar um sáttmálan hjá arbeiðarunum. Tosað hevur verið um, at lóggivið ímóti
verkföllum, sum koma oftari fyri i Føroyum enn nakra aðra staðni í heiminum, men enn er hetta ikki gjart.
Fara fgroyingar at uppliva nakað verkfall í 2005?
QJa UNei
12 smáu bygdirnr hava ilt við at klára seg. Útoyggjafelagið lat fyri trimum árum síðani eitt útoyggjaálit úr hendi,
men har er tó framvegis einki hent á gkinum. Skarvanes var seinasta bygdin, ið var avtoftað. Nú er bert
Heilbrigdið, sum staðist har. Eru aðrar smáar bygdir, ið ikki fara at klára trýstið frá størru býunum?
Verður nøkur bygd avtoftað í 2005?
Ja Nei
4 Jógvan á Lakjuni gjardi bart tá hann tók avgerð um at leggja SVF og ÚF saman. Nú standa fleiri almennir
stovnar fyri skotum, og teir, ið mest verður tosað um, eru Landsskjalasavnið, Landsbókasavnið og
Fornminnissavnið.
Eru Landsskjalasavnið, Landsbókasavnið og Fornminnissavnið samanlagd í desember 2005?
OJa Nei
13 Seinasta árið hevur verið sera turbulent hjá Tjóðveldisflokkinum. Bumburnar hava brostið um oyruni á
formanninum, sum tí ynskti buldribassan úr Gøtu úr flokkinum. Floksting og eykafloksting hava verið, tí limirnir í
flokkinum eru ikki samdir um, hvat skal gerast við bumuhóttaran úr Gøtu.
Er Torbjørn Jacobsen framvegis limur í Tjóðveldisflokkinum í desember 2005?
Ja Nei
5 Og so tann klassiski...
Er nýggi Smyril farin í sigling í desember 2005?
OJja Nei
14 Ein av okkara kendastu sangstjórnum eitur Teitur Lassen. Hann er so smátt farin at gera um seg í
útlondunum, og konsertir hansara plaga at vera sera væl vitjaðar. Men hvussu langt fer hann at koma í 2005?
Kemur Teitur á nakran útlendskan hitlista í 2005?
AJa Nei
6 Tey flestu sótu sum á nálum, tá krúnprinsaparið í summar góvu síni ja. Eftir at hjúnarbandið var komið í hús,
fóru tey ein túr til Grønlands, men enn hevur komandi kongurin ikki víst konu síni vakru Føroyar.
Kemur krúnprinsaparið til Føroya í 2005?
OJa Nei
15 stoltleikin í foroyska flotanum, Norrgna, hevur borið við land tvær ferðir, síðani hon varð sett í sigling. Fyrst
við einum álvarsomum óhappið, sum viðfordi rættiliga stóran skaða og síðani við einum smærri snuddi. Báðu
ferðirnar á veg inn á Havnina. Ávarðað varð um hetta frammanundan, men eingin latst um vón. Fara stjórarnir í
2005 at taka hetta til eftirtektar ella fara teir at lata standa til? Hvussu verður lagnan hjá Norrgnu í 2005?
O Atlagubryggjan verður flutt inn á Sund A Hon fer aftur at bera við land á veg inn á Havnina
O Bæði A Hvorki
7 Tíðirnar eru vánaligar fyri rækjuskipini, sum nú verða matað úr landskassanum í eitt trýára skeið. Fleiri
gleðast um stuðulin, men nógv eru eisini ímóti, tí tey óttast eina endurtgku av 80'unum. Flestu fgroyinngar
munnu eftirhondini eisini hava mist trúnna á rækjuvinnuna.
Verða fleiri enn 4 rækjuskip eftir í 2005?
OJja Nei
16 í brátt farna ári fekk Saksaberg óvanliga stóra og feita sild á føroyskum gki. Tá varð tosað um, at hetta
máguliga kundi vera Norðhavssildin, ið endiliga var afturkomin. Fara vit at merkja meiri til hesa góðu
inntakukelduna í komandi ári?
Verður rokfiskiskapur av afturkomnu norðhavssildini í 2005?
Ja Nei
8 Á ólavsgku í ár var 10 mannafarsróðurin óalmindiliga spennandi. Havnarbáturin og Nólsoyingur kappaðust um
FM heitið. Vágbingur gav teimum ein skarpan gang, men í allar seinastu tøkunum, megnaði Havnarbáturin at
vinna.
Fer Havnarbáturin at endurvinna føroyameistaraheitid í 2005?
OQJa UNei
17 vit hava Sissal í Big Brother, Guðruna Sólju úr Stjerne for en aften og Pætur við Keldu úr Danska Grand
Prix'num, sum gll hava smakkað stjarnutilveruna á skíggjanum.
Verður nakar fgroyingur kendur úr donskum sjónvarpi í 2005?
Ja Nei
9 Oljuævintýrið byrjaði við einum braki, og Oljumálaráð varð sett alt fyri eitt. Sum árini liðu, minkaði eldhugurin
tó hjá teimum flestu, og ævintýrið gjardist fjarari fyri hvann dag. Oljumálaráðið varð eisini avtikið aftur. Men nú
olja er funnin skamt frá fgroyska markinum, er dreymurin kyknaður aftur.
Verður olja í raskstarverdum nøgdum funnin innan fgroyska markið í 2005?
OQJa UNei
Fyll út og send til Sosialin
wil
“
18 Hesin spurningurin var eisini við Í fjör. Men hann er framvegis aktuellur. Maðurin, sum leyp á hjartað í
USA, hevur júst verið frammi aftur, og tosað við sínar muslimsku viðhaldsmenn via internetið. Hann er tí
framvegis ein hóttan ímóti heimsfriðinum.
Er Osama Bin Laden tikin ella dripin í desember 2005?
Ja Nei
Sosialurin