Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-11-03, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 3. november 2020síða 8

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 4. november 2020 · Nr. 77 8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 TÍÐINDI Steinar Patursson Tað eru nú liðin fýra ár, síðan løgtingið samtykti, at samkynd fólk skulu kunna lata seg gifta í Før­ oy­um. Uppskotið varð sam­tykt 29. apríl í 2016 við 19 atkvøðum fyri og 16 ímóti, og søguliga lóg­ gáv­an kom í gildi 1. juli árið eftir. Undan at­kvøðuni var greitt, at ein meiri­luti av Før­oya fólki tók undir við lóg­ar­broyt­ing­ini. Í mein­ inga­kann­ing, ið Gallup gjørdi fyri Miðlahúsið og Kring­varp­ið 22. apríl, eina viku und­an atkvøðuni, var greitt, at 64 prosent av før­oy­ing­um tóku undir við lógar­broyt­ingini. Eingi miðsavnað hagtøl Sum so verða ikki hagtøl førd yvir samkyndar gift­ur. Hagstovan hevur ikki savnað inn hag­tøl av nøkrum slag hes­um viðvíkjandi. Sum kun­ n­ugt vígir kirkjan ikki sam­kynd pør, og eftir eru - umframt nakr­ar sam­ komur - kom­mun­ur­nar og sýslu­menninir í Før­ oyum. Fyri at kommunur skulu hava loyvi at víga, skal fólkatalið í kom­ munu­ni vera hægri enn 1500 íbúgvar. Av teimum kommununum, sum hava fleiri enn 1500 borgarar, eru bert Tórshavnar kom­muna og Tvøroyarar kom­muna, ið siga seg hava vígt samkynd pør. Níggju pør eru gift í Tórshavnar kommunu, meðan eitt par er vígt á Tvøroyri. Tvøroyrar kom­ muna sigur seg ikki skrá­ seta, hvørt tey, ið verða gift í kommununi, verða gift einum av sama kyni ella ikki, men søgan um tvær kvinnur, ið vórðu giftar av Kristini Michel­ sen, borgarstjóra á Tvør­ oyri, var alment frammi í miðlunum í 2018. Umframt borgarligu vígslur­nar í kommunum hava eisini sýslumenn loyvi at víga í Føroyum. Í løtuni eru tríggir sýslu­ menn, Jaspur Vang, Karl Johansen og Finnbogi Mid­jord, og av teimum trim­um er tað bert Jaspur Vang, sum sigur seg hava vígt eitt samkynt par. Hetta var á Tvøroyri, sigur Jaspur Vang. Richard og Leslie vóru fyrstir Lóggávan um samkynda giftu varð samtykt í 2016, men kom ikki í gildi fyrr enn 1. juli árið eftir. Tveir mánaðir sein­ ni, 7. september, varð fyrsta samkynda parið gift í Føroyum. Tað vóru teir báðir Leslie Travers úr Onglandi og Ric­hard John McBride úr Norðurírlandi, sum høvdu tikið avgerð um at lata seg gifta í bý­ráðs­ húsi­num í Havn. Tað var Annika Olsen, borgar­ stjóri, ið vígdi teir báðar Travers og McBride, og tað var við stórum áhuga frá miðlunum, at teir báð­ir gingu út í gongina í ráð­húsunum sum giftir menn. Bert eitt samkynt par varð gift aftrat í Havn í 2017. Í 2018 vóru trý pør - ella trý hjún - í 2019 vóru eisini trý, meðan higartil í ár er bert eitt samkynt par gift í Havn. Verður ikki rullað aftur Málið um samkynda giftu hevur eina langa og drúgva fortíð, ikki minst um hugsað verður um tær ferðirnar, at grein 226b hevur verið til við­ gerðar í tinginum. Tvær ferðir, í 1987 og í 2005, hevur løgtingið vrakað uppskot um at víðka 266b til eisini at umfata sam­ kynd, áðrenn tað í 2006 varð samtykt. Eins og stríðið um 226b nú hoyrir fortíðini til, tykist málið um sam­ kynda giftu eisini at vera ein yvirstaðin kapittul. Miðflokkurin og Fólka­ flokkurin atkvøddu báðir móti uppskotinum í 2016, og hóast báðir flokkarnir nú sita í samgongu, hevur hvørgin teirra gjørt stór­ vegis burturúr at rulla ta lóggávuna aftur. Ístaðin er vøllurin strik­aður upp til ein nýggjan dyst: dystin um hvørt samkynd for­eld­ur skulu javn­setast í før­ oyskari barsils­lóg­gávu. 11 samkynd pør gift í Føroyum Síðan lógin um samkynda giftu kom í gildi í 2017, eru í minsta lagi 11 samkynd pør gift í Føroyum. Nógv tey flestu - níggju teirra - eru gift í Havn, meðan eitt par er gift í kommununi í Tvøroyri. Harumframt er eitt par vígt av sýslumanninum fyri suðurøkið Annika Olsen, borgarstjóri í Havn, gifti 6. september í 2017 fyrsta samkynda parið, sum er gift í Føroyum. Tað vóru bretarnir Richard McBride og Leslie Travers, sum høvdu valt at koma til Føroya at giftast