týsdagur 3. november 2020síða 7
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mikudagur 4. november 2020 · Nr. 77
TÍÐINDI
Árni Gregersen
-Eg haldi, at vit kunnu
vera
stolt
av,at
vit
megna at lata eitt slíkt
verk úr hondum, sigur
Jacob
Vestergaard,
landsstýrismaður, sum
tók ímóti skipinum leyg
ardagin.
-Tað rørir mítt hjarta,
sigur landsstýrismaður
in.
Sjálvur
skrokkurin
er bygdur í Litava, men
annars er alt arbeiðið
gjørt á Mest og teimum
undirveitarum,
sum
skipasmiðjan hevur.
-Um vit hyggja eftir,
so er ein triðingur av
pengunum brúktir til
skrokkin, men so eru
hinir pengarnir brúktir í
Føroyum, sigur Mourits
Mohr, stjóri á Mest.
Kann loysa allar
uppgávur
Hóast Jákup Sverri ikki
er nakað stórt skip, 59
metrar langt og slakar
14 metraar breitt, so eru
meira enn dupult so
nógvir fermetrar um
borð, samanborið við
Magnus Heinason, sum
Jákup Sverri avloysir.
-Vit byrjaðu at arbeiða
við ætlanini í 2007, men
í veruleikanum broyttist
alt, tá ið eitt dekk var
sett í afturat, sigur leon
Smith frá Havstovuni.
Nýggja skipið er høgt
– tað hevur seks dekk.
-Eg eri rættuliga sann
førdur um, at var skipið
ikki bygt í Føroyum, so
bleiv tað ikki so gott. Vit
í Føroyum, sum hava
fingist við hesa verk
ætlanina ,tosa sam mál
– bæði so og so. Tað er
munurin, leggur hann
afturat.
Umframt at kunna
gera allar havrannsóknir
á einum hægri støði enn
Magnus Heinason, so
kann skipið eisini gera
nakað av seismiskum
kanningum.
Jákup
Sverri
er
útgjørdur við fiskireið
skapi og hevur eina
lítla fabrikk umborð til
hagreiðing av fiskinum.
Harumframt eru fleiri
royndarstovur.
Skipið er útgjørt við
allarnýggjastu nautisku
tøknini. Til dømis kann
skiparin við at trýsta á
ein knøtt syrgja fyri at
skipið liggur púra stabilt
á
einari
knattstøðu.
Hetta er tøkni, sum er
kend frá oljuídnaðinum.
Nógvar teldur
Tá ið ein vitjar umborð
á skipinum, so er skjótt
greitt, at so at siga alt er
teldustýrt. Eitt sentralt
rúm á tí eina dekkinum
hevur beinleiðis sam
band til alt umborð og
í
kontrollrúminum
í
maskinrúminum, hevur
vakthavandi
maskin
maður
fult
yvirblikk
yvir alt, sum gongur fyri
seg umborð.
Sjálvt inn í hvønn ein
stakan sylindara, sær
hann hvussu heitt tað
er og hann kann eisini
haðani stýra innihita
num umborð á øllum
skipinum.
Tað er Eltalvuvirkið
í
Gøtu,
sum
hevur
gjørt so at siga allar
tær elektronisku og KT
loysnirnar umborð.
-Vit hava monterað
alt tað elektriska um
borð, men stóri parturin
av arbeiðnum hjá okk
um hevur verið at pro
grammerað
teldurnar
allastaðni
umborð
á
skipinum, sigur Eyðun
Hansen, stjóri.
Hetta var ein risastór
uppgáva fyri virkið í
Gøtu, sum kortini síðani
seinast í hinari øldini
hevur arbeitt við elek
tronikki umborð á før
oyskum og útlendskum
skipum.
-Ein kann siga, at tá ið
hetta skipið kann gerast
í Føroyum, so kunnu vit
byggja øll skip, leggur
hann afturat.
Stjórin á Mest er
samdur. Hann sigur, at
hendan stóra uppgávan
hevur givið ómetaliga
vitan, bæði til Mest og til
allar undirveitararnar.
-Tað er umráðandi,
at vit skjótt sleppa at
byggja eitt skip aftur, tí
tann vitanin, vit nú sita
inni við, dettur burt
ur aftur, sleppa vit ikki
rættuliga skjótt at brúka
hana, leggur hann aftur
at.
Spurdur um útlit eru
fyri nýggjum sáttmálum
sigur hann, at sum er
liggur onki fyri framm
an.
-Vit hava fingið fyri
spurningar frá bæði før
oyskum og útlendskum
reiðaríum, men onki er
so konkret at nakað fer
at henda beint nú, sigur
stjórin.
Havstovan
fer
at
brúka skipið. Sjálvt um
ætlanin kanska er at
leiga tað út til onnur
lond seinni, so bendir
onki á, at hetta fer at
henda næsta ár.
Tveir
skiparar
eru
settir umborð á Jákup
Sverra – báðir við drúgv
um royndum. Teir eru
Birgir Lu:tzen og Rúni
Niclassen.
Enn er ikki avgjørt,
nær skipið fer fyrsta
túrin, men alt er roynt
nú heyst – sjálvt fiski
reiðskapurin og harvið
eisini spølini eru roynd.
Stoltleikin er
stórur nú nýtt
skip er komið til
havrannsóknirnar
Jákup Sverri er eitt hátøkniligt skip, sum er bygt
í Føroyum og er útgjørt við tøkni í Føroyum