Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-11-03, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 3. november 2020síða 6

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 4. november 2020 · Nr. 77 6 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 TÍÐINDI Árni Gregersen Tað tók næstan 14 mán­ aðir at bygg­ja før­oyska hav­rann­sókn­ar­skipið Jákup Sverra, eftir at skrokk­urin legði at á Skála í september í fjør. Hinvegin er tað sjáld­ an at síggja so nógv nøgd fólk, byggiharra, játtan­ar­myndugleika og skipsbyggjara, sum hendan dagin í oys­ andi regni, tá ið Jákup Sverri var doyptur við bryggjuna á Skála og síðani fór fram­sýn­ing­ artúr á Skálafjørðinum. Maður eftir mann stóðu klárir at greiða frá, hvussu framkomið skipið er og hvørjar uppgávur tað megnar at loysa, hóast tað ikki er meira enn 59 metrar langt og slak­ar 14 metrar breitt. Tilsvarandi skip í granna­londunum eru longri og breiðari, men við góðari tilrættalegging – og einum sætta dekki- kann Jákup Sverri loysa allar tær somu upp­ gávurnar. Framkomin tøkni Tá ið avgerðin var enda­ liga tikin um at byggja nýtt hav­rann­sóknar­skip, kom afturat, at gera skip­ ið út soleiðis, at tað eisisni kann gera seis­misk­art kann­ingar av ymiskum slag. Nýmótans krøv til havrannsóknarskip er, at tey skulu geva so lítið ljóð frá sum møguligt. Hetta fyri ikkiat órógva fisk og havdýr, meðan kann­ ingarnar veða gjørdar. Jákup Sverri er ómeta­ liga friðarligur, sum skip. Alt er gjørt fyri, at skipið kann vera so ljóðleyst sum møguligt. Harumframt er tað gjørt soleiðis, at ein part­ ur av kjølinum kann søkkast niður undan skipi­num- einar tríggjar metrar -fyri at kanningar kunnu gerast haðani uttan at rystingar og ljóð kunnu merkjast. Triðja skipið Føroyingar hava altíð eyg­leitt og fylgt við, hvar gongur fyri seg í havi­ num rundan um okk­um og í 1960 fingu vit Jens Chr. Svabo sum hav­rann­ sóknarskip. Hann var brúktur til at gera tær fyrstu kanninganar og síiðani hevur Magnus Heina­son røkkt hesa upp­ gávu. Fyrrverandi trolarin er tó nú so gamal og niðurs­ litin, at neyðugt var at byggja nýtt. Tað er eisini gjørt við ein­um skarvslopi, nú vit fáa Jákup Sverra. Alt er betri umborð – ikki bert tøknin, men alt. KT er ein stórur partur umborð við nógvum káplum og nógvum signal­um, har tól tosa saman og sínamillum. Tað sigst, at 80 kilometrar av káplum eru lagdir um­ borð. Umframt at ventila­ tións­rørini telja einar 500 metrar. Skipið er gjørt til kann­ingar, men er eisini eitt fiskiskip við verk­ smiðju umborð til at hagreiða fiskin, sum verður fiskaður. Fleiri starvsstovur eru um­ borð, har kann­ing­ar verða gjørdar, um­framt fundarhøli til vísinda­ fólkini, sum eru við á túrunum. -Eg haldi eg kann siga, at eg eri væl nøgdur nú vit eru komin hertil, sigur stjórin á Mest, Mourits Mohr. -Vit fingu skrokkin higar í september í fjør og skuldu lata skipið í juni, men ymiskar seinkingar hava verið. Hinvegin lata vit eitt skip til avtalaða prísin til landsstýrið, legg­ur hann afturat. Ein partur av seink­ing­ un­um hanga saman við korona farsóttini. Mest hevur havt sátt­ málan við landið, men skrokk­urin er bygdur í Litava og so er restin gjørt í Føroyum. Tað vil siga, at arbeiðið fyri tveir tið­ingar av prísinum uppá 274 milljónir er gjørt í Før­oyum. -Vit hava staðið fyri arbeiðnum, men fyri at hetta kundi lata seg gera, hava vit havt millum 10 og 15 undirveitarar. Nógv vitan er upparbeidd í hesi verkætlanini, so vit vóna, at tað ikki gongur ov lang tíð, til vit aftur sleppa at byggja eitt nýskip aftur, sigur stjórin á Mest. EITT STÓRT FRAMBROT INNAN FØROYSKA HAVRANNSÓKN Jákup Sverri er nú liðugt bygdur og so at siga klárur at fara at gera tær fyrstu rannsóknarferðirnar undir Føroyum