týsdagur 21. desember 2004síða 35
‹ fyrra síða allar 96 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Atli Jensen av Sandi var
ímillum teir føroyingar-
nar, ið dugdu best at spáa
um hvat fór at henda í
2004. Við nakað av hepni
gjørdist hann vinnarin av
einari vikuskiftisferð fyri
tvey til Keypmanna-
havnar og aftur við Atl
antic Airways
ILT ER AT SPÁA
Eydna Skaale
eydna@sosialurin.fo
Á jólum 2003 var Atli Jensen ein
av 42 føroyingum, sum sendu
svarbløð inn til Sosialin og gittu
um, hvat fór at henda í 2004.
Kontórdaman Jóhanna hevur
goymt svarbløðini sum reyðagull
síðani tey komu inn í desember í
fjør, og til vit fóru eftir teimum
aftur í desember í ár.
Lutakast mátti til
Eftir at hava talt saman varð
greitt, at fimm fólk vóru, ið
dugdu eins væl at gita um fram-
tíðina, tí tey høvdu 13 spurning-
ar rættar av 17 møguligum.
Teirra millum var Atli Jensen av
Sandi.
Reglurnar vóru sera greiðar á
tí økinum. Tær søgdu nevniliga,
at um tað stóð á jøvnum ímillum
fleiri luttakarar í kappingini, so
skuldi verða trekt lut, tí bert ein
vinnari skuldi finnast.
Blaðmaðurin
Páll
Holm
Johannsen stakk hondina niður í
posan, og navnið, ið hann dróg,
var Atli Jensen av Sandi.
Gloymt kappingina
Tá vit ringdu til Atla, dugdi
hann ikki at ímynda sær, hví
Sosialurin ringdi til hansara.
Men so nevna vit kappingina, ið
varð útskrivað fyri einum ári
síðani.
– Áááá, jaa. Bíða nú, hvat var
tað fyri nakað. Tað havi eg
gloymt alt um, er fyrsta svarið
hjá Atla.
Tá vit so minna hann á kapp-
ingina, at hann til dømis skuldi
gita um Mary Donaldson, krún-
prinsessa, fór at vera við barn,
um Fregnir framvegis fóru at
koma út og um Osama Bin
Laden mundi fara at vera hand-
tikin í desember 2004, so klárn-
ar spakuliga hjá honum.
Og tá hann fær at vita, at hann
gjørdist vinnarin av vikuskiftis-
ferðini fyri tvey frá Atlantc
Airways, er gleðin týðilig.
– Tað var heilt fantastiskt, tað
má eg siga. Tað var óalmidiliga
flott. Ein góð jólagáva at fáa,
soleiðs púra óvæntað, sigur Atli.
Hann heldur eisini, at tað var
væl svarað av sær at fáa 13 av 17
spurningum rættar.
– Tað var eisini sera heldugt at
tú ringir nú, tí eg skal nevniliga
av landinum í morgin. Eg skal
til skips, so kanska eg kann lata
konuna fáa ferðina, tað hevði
verið so veldugt, heldur Atli
fyri.
Vit kunnu gleða hann við, at
tað skuldi ikki verið nakar
trupulleiki at givið konuni
ferðina . So sparir hann eisini ta
jólagávuna, um hon ikki longu
er keypt.
– Tað má eg siga, at hatta
frímerkið loysti seg at brúka
pengar uppá, sigur Atli at enda
flennandi.
Í næstum fær hann eitt gávu-
bræv sendandi við postinum,
sum konan eftir øllum at døma
fer at fáa gleði av.
Vit ynskja tillukku, gleðilig
jól og góða ferð.
Atli Jensen av Sandi, sum vann »ilt er at spáa kappingina» fyri 2004, og kona hansara Elly, sum er ættað úr
Skopun. Tey kunnu í næstum fara eina vikuskiftisferð til Keypmannahavnar við Atlantic Airways.
Mynd: Óskar Óskarsson
Frímerkið loysti seg
35
J. Broncksgøta 15 • FO-110 Tórshavn • Tlf. 310 600
Vit ynskja øllum
eini gleðilig jól
og alt gott
í komandi ári