Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-11-03, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 3. november 2020síða 23

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

KOMMUNUVAL 2020 MIKUDAGUR 4. NOVEMBER 2020 · NR. 77 Sosialurin 23 TÓRSHAVNAR KOMMUNA Býráðsvalið 2020 Boðað verður frá, at býráðsvalið 10. november 2020 verður kl. 10.00-20.00. Valt verður soleiðis: • Fólk í Havn, Norðradali, Hoyvík, Koltri, á Hvítanesi og Sundi velja í ítróttarhøllini á Hálsi • Fólk á Argjum velja í róðrarneystinum á Argjum • Fólk í Kaldbak og Kaldbaksbotni velja í skúlanum í Kaldbak • Fólk í Kollafirði velja í skótahúsinum í Kollafirði • Fólk í Kirkjubø, Velbastað og Syðradali velja í skúlanum á Velbastað • Fólk í Hesti velja í bygdarstovuni í Hesti • Fólk í Nólsoy velja í felagshúsunum hjá Ungmannafelagnum Royndini í Nólsoy Vart verður gjørt við, at valrætt til býráðsvalið hava tey, sum: • hava fylt 18 ár og annars lúka treytirnar fyri valrætti og valbæri til Føroya løgting • standa í fólkayvirlitinum í Tórshavn í seinasta lagi 2 vikur fyri valdagin Ríkisborgarar úr øðrum londum kunnu, hóast teir ikki eru valbærir til Føroya løgting, velja til kommunuval, um so er, at teir hava havt fastan bústað í Føroyum seinastu 3 árini undan valinum. Bert tey, sum standa á vallistanum, sleppa at velja. Um onkur er komin á vallistan, sum ikki longur býr í kommununi, sleppur viðkomandi ikki at velja. Eisini verður boðað frá, at valkort til býráðsvalið eru send teimum, ið standa á vallistanum. Um veljari ikki hevur fingið valkort, ella okkurt annað er komið skeivt fyri, skal sum skjótast boðast Snarskivuni frá hesum. Harumframt verður boðað frá, at veljarar, ið sambært vallógini lúka treytirnar fyri at greiða brævatkvøðu, kunnu atkvøða í Snarskivuni. Sjófólk, sjúk og onnur, sum ynskja at brævatkvøða, kunnu boða frá í Snar- skivuni, tlf. 302010, sum er opin vanliga dagar kl. 9.00-16.00, tó fríggjadag frá kl. 9.00-15.00. Vikuna undan valinum ber somuleiðis til uttanfyri upplatingartíðirnar hjá Snarskivuni at boða frá á vakttelefon 212011. Í seinasta lagi mánadagin 9. november 2020, dagin fyri valið, kunnu bræv- atkvøður greiðast í Snarskivuni kl. 9.00-22.00. VALNEVND TÓRSHAVNAR BÝRÁÐS FUGLAFJARÐAR KOMMUNA K U N N G E R Ð Vísandi til skriv frá Umhvørvis- og Vinnumálaráðnum, dagfest 09. juli 2020, so fer kommunuval fram týsdagin tann 10. november 2020. Valið til býráðið fyri Fuglafjarðar kommunu fer fram soleiðis, at Veljarar í Fuglafirði og Kambsdali velja í Mentanarhúsinum, Karvatoftir 5 í Fuglafirði og Veljarar á Hellunum velja í Bønhúsinum, Rættarvegur 25 á Hellunum. Atkvøðutíðin verður: Kl. 10.00-20.00 ella so leingi veljarar møta uttan steðg, og tá ið valið verður lýst liðugt. Brævatkvøður: Sjófólk og onnur, sum ikki rokna við at verða heima valdagin, og veljarar, sum eru staddir uttanlands, kunnu greiða brævatkvøðu í fyrsta lagi 4 mánaðar áðrenn valdagin. Í øðrum førum skal brævatkvøðan verða avgreidd í fyrsta lagi 1 viku áðrenn valdagin, tað er 03. november 2020 og í seinasta lagi dagin fyri valdagin við at venda sær til býráðsskrivstovuna telefon 668000. Brævatkvøður skulu verða valnevndini í hendi áðrenn valið byrjar kl. 10.00 tann 10. november 2020. Heimaval: Veljarar, ið vegna sjúku ella vantandi førleika ikki kunnu møta á valstaðnum, kunnu velja heima í seinasta lagi dagin fyri valið við at boða býráðsskrivstovuni frá hesum áðrenn kl. 15.00 mánadagin tann 09. november 2020. Valkort: Valkort eru send við postinum. Um onkur, ið heldur seg hava valrætt í kommununi, ikki fær valkort sendandi, verður viðkomandi vinarligast biðin um at venda sær til býráðsskrivstovuna. Minnist til at hava valkortið við á valstaðið. Grafix 504251 Fuglafjørður, tann 21. oktober 2020 KOMMUNUVALNEVNDIN Terji á Lakjuni formaður Grafix 504251 Valevnislisti til Eldraráðið hjá Roðanum 10. november 2020 fyri Runavíkar kommunu www.runavik.fo NR. NAVN EFTIRNAVN BYGD 1 Pætur Gunnarson Rasmussen Skála 2 Lisa Maria Djurhuus Rituvík 3 Jákup Mortensen Runavík 4 Jákup Hansen Søldarfjørður 5 Hendrik Jacobsen Lamba 6 Elisabeth Hammer Runavík 7 Alma Poulsen Saltangará 8 Henning Bøgesvang Søldarfjørður 9 Símun Pauli Johannesen Søldarfjørður Saltangará, tann 23. oktober 2020 Valnevndin fyri Runavíkar kommunu Ragnar O. Sundstein, form. Liljan Chung, næstforkv.. Beinta Olsen, skrivari