týsdagur 3. november 2020síða 24
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
KOMMUNUVAL 2020
MIKUDAGUR
4. NOVEMBER 2020 · NR. 77
Sosialurin
24
Tey trý, sum sita
í bygdaráðnum í
Fugloyar kommunu
í dag, stilla øll
uppaftur
Vilmund Jacobsen
Í bygdaráðnum í Fugloyar
kommunu sita trý fólk, og trý
skulu veljast aftur á kommunu
valinum komandi.
Amalia í Frammistovu er
borgarstjóri, varaborgarstjóri
er Símun Gullaksen, og Marit
Fríða Christiansen er bygda
ráðslimur. Tey trý hava øll latið
seg stillað uppaftur.
Borgarstjórin hevur sitið
nakrar setur í bygdaráðnum,
men varaborgarstjórin, sum
eisini er umsitingarleiðari í
kommununi, varð fyrstu ferð
valdur í bygdaráðið á kom
munuvalinum í 2016.
Sama varð við Marit Fríðu
Christiansen, sum eisini situr
fyrsta skeiðið í bygdaráðnum.
Øll á einum lista
Á listanum til kommunuvalið
hesaferð bjóða seks fólk seg
fram, trý úr Hattarvík og trý av
Kirkju, sum er hin størra bygd
in í oynni.
Tey, sum eru av Kirkju, eru
Amalia í Frammistovu, borgar
stjóri, Marit Fríða Christiansen,
lærari og Jóannes Andrason,
sum er lesandi.
Úr Hattarvík eru Símun
Gullaksen,
varaborgarstjóri
og
bóndi,
Elias
Sonni
Zachariassen, skipari og Jóhan
na Maria Hanusardóttir Lyder
sen, bóndi.
Olja og gøtuljós
Fugloyar kommuna er fáment
í fólkatali, og her eru skrásett
at búgva sløk 40 fólk. Fíggjar
ætlanin hjá kommununi javn
vigar við sløkum tveimum
miljónum krónum, og tað er
rættiliga avmarkað, hvussu
stórar íløgur kommunan megn
ar at gera um árið - og yvir eitt
valskeið.
Í fýra ára skeiðnum, sum
nú gongur móti endanum,
hevur eitt nú eydnast at leggja
oljuveitingina um frá olju
tunnum til veiting við bili, og
tað hevur eisini eydnast kom
mununi at skifta gøtuljós.
Reint drekkivatn
Tað eru nøkur krøv, sum kom
munurnar - stórar sum smáar -
noyðast at ganga undir, og eitt
nú hava kommunurnar skyldu
til at veita borgarunum reint
drekkivatn.
Tað verður drekkivatnið á
Kirkju og í Hattarvík, sum so
leiðis kemur at standa í fremstu
røð í komandi valskeiði.
Neyðugt verður við tveimum
góðkendum reinsiverkum, eitt
í hvørji bygd, og hetta fer helst
at krevja stóran part av fíggjar
ligu orkunu hjá kommununi
tey næstu árini.
Vatnverkini verða nú pro
jekterað, og í Fugloyar kommu
nu vænta tey, at hetta verður
ein samlað íløga á einar 4-5
miljónir krónur yvir nøkur ár.
Nýggj ruskpláss
Eitt annað, sum tey í Fugloyar
kommunu eisini ætla sær at
fremja í skeiðnum, sum liggur
fyri framman, er at fáa nýggj
ruskpláss í oynni.
Eins og aðrar kommunur
kring
landið,
undantikið
høvuðsstaðarkommununa, er
Fugloyar kommuna eisini part
ur av IRF, Interkommunala
Renovatiónsfelagsskapinum.
Fugloy er hin minsta av
Norðoyggjum,
stívliga
11
ferkilometrar stór. Landslagið
er høgt, og hægsta fjall á oynni
er Klubbin, sum er 621 metrar
høgur. Út fyri Eystfelli liggur
Stapin, sum er 47 metrar høgur.
SEKS FÓLK VILJA STÝRA 40
Borgarstjóri í Fugloyar kommunu er Amalia í Frammistovu
146 búgva í
bygdunum báðum,
Haraldsundi og
Kunoy, men ongin
í bygdaráðmum
stillar uppaftur
Árni Gregersen
-Huginum
at
sita
í
bygdaráðnum feilar onki, men
tíðin hjá mær røkkur ikki til
uppá nakran hátt, so nú taki eg
eina pausu.
Sóleyð Klettskarð í Kongs
stovu røkir borgarstjórastarv
ið í Kunoyar kommunu, men
tá ið hetta skeiðið endar á
nýggjárinum, er hon ikki long
ur partur av kommunustýri
num.
-Eg haldi hetta er spennandi,
men tað tekur ómetaliga nógva
tíð. Hetta er eitt hálvt starv, so
ein er noyddur at hava annað
arbeið og so er tað, at tíðin fer
at mangla í, sigur hon
Kommunan hevur sienastu
árini stríðst nógv við at fáa
ein bussleið at rigga saman við
landinum, men tað er torført at
fáa at ganga upp.
Stórur partur av íløgunum
eru farnir til kloak og til vatn
veitingina og so til ta samstarv
sum er millum kommunurnar
í Norðoyggjum um eldraøkið,
barnavernd,
tilbúgving
og
annað.
-Ein trupulleiki er, at ongin
sleppur at byggja í kommununi.
Bankarnir vilja ikki læna pen
ing til húsabygging, tí teir siga,
at so skjótt húsini eru bygd, so
fella tey so nógv í virði, at ikki
nóg mikið av trygd er í teimum,
sigur
Soleyð
Klettskarð
í
Kongsstovu.
Hinvegin so koma fólk í
oynna at byggja summarhús.
-Hetta eru fólk, sum sjálvi
hava pening og ikki eru bundin
at peningastovnunum. Tey
kunnu byggja, men tey leggja
ikki nógv eftir seg í lokala sam
felagnum, sigur hon.
Hon sigur, at kommunan
fær onki fyri, at hesi summar
hús verða bygd. Smáu kom
munurnar hava roynt at gera
vart við hendan trupulleikan,
men hon heldur ikki, at Kom
munufelagið tekur hetta í nóg
stórum álvara.
Kommunan hevur ætlað at
gera fleiri smærri íløgur, men
tað hevur gingið sera illa at
finna fólk, tí so nógv ferð hevur
verið á búskapinum.
-Vit hava pengarnar til tað,
men tað er so at siga ómøguligt
at fáa fólk at gera tey arbeiðir,
sum skulu gerast, sigur borgar
stjórin, sum nú leggur frá sær
og fer í vinnu hjá Borg í Klaks
vík.
ONGIN STILLAR UPPAFTUR
TIL BYGDARÁÐIÐ Í KUNOY