týsdagur 3. november 2020síða 25
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
KOMMUNUVAL 2020
MIKUDAGUR
4. NOVEMBER 2020 · NR. 77
Sosialurin
25
Bergur R Dam Jensen
á lista C til Tòrshavnar Býrað
Vit og tey sum eru fødd eftir
landsvegurin kom, vita ikki
hvat fyri náttúruperla vit
høvdu har sum bátahylurin er
í dag og heilt út til Sjóvarbrúgv.
Eg havi hoyrt nógv um hetta
fantastiska økið í mínum upp
vøkstri. Hetta stað hevði verði
beint við har eg vaks upp og
tí havi eg hoyrt sera nógv um
hvussu fantastiskt tað var.
Myndir frá tíðini áðrenn lands
vegin eru tíbetur tøkar. Man
stendur púrasta skíttbýttur í
2020 og skilur als onki av hvat
fólk hevur hugsa tá.
Mín dreymur er at fáa økið
so
nær
hesum
verðuleika
áðrenn bátahyl og landsveg
aftur. Ein byrjan vildi verði at
gjør teina roynda at pumpa
sand inn í sjálvan lumman.
Víðari kundi man gjørt ein
kant undir brúnni at gingið
eftir og so gjørt ein gonguveg
út til Sjóvar. Her kundi man
sett nakrar gongulyktir, sum
vildi hugnað økið munandi
upp. Hetta vildi heilt víst verði
nakað sum øll vildu fingið gleði
av. Eg havi varðhugan av at tað
eru fleiri og fleiri sum kundu
ynskt sær at fingið økið aftur
til tað tað var.
Í 1970 árunum gjørdu teir
júst hetta í Sandagerði í Havn.
Áðrenn var urðagrót ráðandi
í Sandagerði. Í Vestmanna er
sandur og var sama manna
gongd nýtt her. Tað bleiv pum
pa inn í økið og soleiðis bleiv
Vestmanna góðkend hvalvág
eisini. So tað eru fleiri møgu
leikar vit fáa við hesum. Betri
umstøður havsvimjing, sum
bara veksur. Teir góðu sum
mardagarnar nýtast vit ikki at
fara av bygdini at njóta strend
ur. Eitt hanagleiv. Vit vildu
fingið stóra nyttu av hesum.
Sum nærmasti grannið til báta
hylin og teir møguleikar ið eru
har, so gerst hetta ein sannur
náttúru/mentanarligur
mið
depli. Hetta vil eg heilt víst
fara inn við fullum huga at fáa
gongd á.
Set X við Bergur R Dam Jen
sen á lista C til Tòrshavnar
Býrað.
Fylg mær á míni valsíðu
á facebook – les greinar – sí
myndir og LIVE innsløg – set
spurningar.
Síðan eitur Bergur Robert
Dam Jensen í Tòrshavnar
Býráð 10 nov. 2020.
Inni á
Sandi til
verðuleika
Zakarias Wang
valevni Sjálvstýris
Nú fær Tórshavnar kom
muna tað afturlønt í gráum
kálvskinni, at teir hava latið
donskum
ráðgevandi
fyri
tøkum milliónir fyri at oyði
leggja Karlamagnusarbreyt.
Hetta var ikki tað vit
ímyndaðu okkum, tá vit fluttu
kommunumarkið, so marka
talsbygdin Hoyvík gjørdist
partur av Tórshavnar kom
munu. Tá fekk kommunan
eitt herligt lendi har til bar at
byggja ein heilan bý um farið
var fram við skili.
Hevði kommunan fingið
føroyskar ráðgevandi fyri
tøkur til at lagt sær lag á, so
hevði ligið væl fyri. Hví var tað
ikki gjørt?
Orsøkin
er
einføld.
Tá
heimastýrisskipanin kom í
lag fingu Sambandsflokkurin
og Javnaðarflokkurin heima
stýrislógina samtykta við at
lova Sjálvstýrinum at yvirtaka
tey sermál sum vóru nevnd í
heimastýrislógini. Men Javn
aðarflokkurin og Sambands
flokkurin gjørdust orðloys
ingar. Teir hopaðu undan og
yvirtóku eitt nú hvørki heilsu
verkið ella løgregluna so vit
nú síggja okkara journalistar
í KVF gerasær fyri skommum
við at tosa danskt við høgu
harrar sínar.
Undanførsla javnaðar- og
sambandsmanna var at vit ikki
høvdu ráð. Tá Sjálvstýri í 1963
fekk sjálvstýrislandsstýrið í
lag, var ein kanning gjørd, sum
vísti, at um javnaðarmenn og
sambandsmenn høvdu kravt
eins nógv í skatti sum danir
gjørdu heima hjá sær, so høvdu
vit havt ráð til at yvirtikið øll
málsøkini og enntá ta donsku
sjóverjuna, og høvdu havt
so stórt avlop, at vit høvdu
kunna verið skuldaleys. Men
sambandsmenn og javnað
armenn vildu heldur, at vit
høvdu lægri skatt enn í Dan
mark. Undanførsla teirra var
at tey fátæku í Føroyum ikki
høvdu ráð til at gjalda hægri
skatt.
Henda lygn var skjótt av
dúkað. Tað vísti seg, at javn
aðar-
og
sambandsmenn,
fíggjaðir av donskum stuðli,
fingu eina skipan í lag, har
teir lægru inntøkubólkarnir í
Føroyum høvdu hægri skatta
trýst enn teir samsvarandi
inntøkubókarnir í Danmark.
Hetta var eitt hart slag fyri
Javnaðarflokkin,
tí
hann
skuldi eitast at vera verji
teirra veiku í okkara samfelag.
Nú kom fram, at hann saman
við
Sambandsflokkinum
hevði fingið eina skipan í lag,
har tey veikastu í okkara landi
vórðu harðari skattaði enn
samsvarandi bólkar tí landi,
sum rindaði hallið av teirra
vanstýri. Afturat hesum kom
at hesir flokkar eisini forðaðu
fyri, at veitingar til okkara
veikastu vóru lakari enn í
Danmark.
Men fyri at geva Danmark
nakað afturfyri hjálpina var
tað, at teir bjóðaðu donskum
ráðgevingafyritøkum millión
ir fyri at geva kommunum
okkara óráð.
Tað er hetta sum vit síggja
úrslitini av á Karlamagnus
arbreyt. Menn sum ikki hava
verið her uttan onkran sum
mardag, seta strikur á eitt
kort, skriva stórar rokningar
og stinga av. Teir síggjast ikki
aftur tá vetraródnirnar leika í
millum húsini. Eingi føroysk
ráðgevingarfeløg
kundu
ímyndað sær at borið seg so
ljótt at.
Men vit hava so sanniliga
eisini aðrar ringar royndir.
Vit stríðast við eina fjar
hitaskipan
sum
eyðrænir
brúkararnar og skrivar stórar
rokningar til tey, sum eru
tvangsinnløgd til at vera uppií.
Hetta er tí, at danskar ráðgev
ingafyritøkur komu higar og
søgdu at vit skuldu gera eins
og í Danmark, men ikki tóku
fyrilit fyri tí føroyska veru
leikanum. Eitt er tað at tað
har er lætt at grava veitir at
leggja rør í. Annað er tað, at í
Danmark er el-framleiðslan í
dampkraftverkum, sum skulu
koyra dag og nátt alt árið. Har
liggur væl fyri at samstarva
við brennistøðir um fjarhita.
Men her er el-framleiðslan
mest í vatnorkuverkum. Tá
tey av turki ella frosti ikki
kunnu framleiða nóg mikið,
hava vit motorar til at taka,
men teir standa ofta stillir,
tí eingin tørvur er á teimum.
Skulu vit hava fjarhita frá hes
um motorverkum, noyðast vit
tí ofta at brenna olju fyri at
tað skal vera inniverandi. Fyri
viðskiftafólkini hevði tað tí
loyst seg betri at brent oljuna
heima við hús. Men hetta er so
prísurin, sum hesi neyðars fólk
við fjarkuldaskipanini noyð
ast at gjalda fyri vanstýrið
hjá javnaðar- og sambands
monnum.
Serfrøðingar halda, at Tórs
havnar kommuna rindar út
lendskum konsulentum yvir
10 milliónir um árið. Tað rætta
hevði verið, at tað vóru einir
20-30 føroyingar, sum fingu
hesa upphædd. So kundu teir
sett á stovn ráðgevandi fyri
tøkur, sum við royndunum
í Føroyum kundu bjóða upp
á verkætlanir uttanlands, tí
tann sum klárar seg undir
okkara harðbalnu umstøðum,
kann sjálvandi standa seg væl
í kappingini um allan heim.
Tað kommunan hevur brúk
fyri, er einum sterkum Sjálv
stýri, sum kann seta donsku
leigusveinarnar skák og mát.
Sjálvstýri stillar upp til
kommunuvalið fyri at tey,
sum vilja hava góðar føroyskar
loysnir kunnu sleppa framat.
Vit hava eitt gott land. Vit
hava nógv dugnalig fólk. Vit
vilja leggja soleiðis til rættis, at
tey sleppa at gera lít í fostur
landinum.
Karlamagnusar
breyt og donsk
ráðgeving