Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-11-03, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 3. november 2020síða 26

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

KOMMUNUVAL 2020 MIKUDAGUR 4. NOVEMBER 2020 · NR. 77 Sosialurin 26 Vilmund Jacobsen Á kommunuvalinum í Sumbiar kommunu í 2016 var bert hin eini listin, og soleiðis verður eisini á valinum komandi. Tað eru fimm bygdaráðslimir í kom­mununi, sum eisini fevnir um Akraberg, Víkarbyrgi, Lopra og Akrar. Av teimum, sum eru í bygda­ ráð­num í dag, stilla trý upp aftur, og tvey hava valt at gevast. Borgarstjórin, Eyð­ bjørn Thomsen, ið skjótt hevur sitið sum borgarstjóri í átta ár, still­ar uppaftur. Tað ger vara­ borgar­stjórin seinastu tvey skeiðini, Frits Poulsen, eisini, eins og Niclas Hentze hevur latið seg stillað uppaftur. Rúni Lisberg og Brynleif Bech stilla ikki upp aftur hesa­ ferð. Tað hevur annars verið van­ ligt, at meira enn hin eini listin stillar upp til kommunuval í Sumbiar kommunu, men tey, sum sita í bygdaráðnum í dag og stilla upp aftur, halda, at sam­starvið hevur verið so mikið gott, at tey vilja stilla upp saman. Tað er bert hin eini listin, sum bjóðar seg fram, og her eru átta valevni at velja ímillum. Í Sumbiar kommunu hevur bygda­ráðið hildið, at best er, um øll royna at lyfta í felag, soleiðis at trivnaðurin verður so góður sum gjørligt. Borgarstjórin, Eyðbjørn Thom­sen, sum annars arbeiðir á bori­palli, hevur ikki verið í iva um at stilla upp aftur og vara­borgarstjórin, Frits Poul­ sen, helt, at hann hevði hug at royna eitt skeið aftrat, um hon­um enn einaferð verður víst álit. Samstarvið er gott Í løtuni er borgarstjórin ikki heima, og vit spurdu tí vara­ borgar­stjóran, hvussu hann heldur, tað riggar at hava ein borgar­stjóra, sum er burtur ein fittan part av árinum. - Eg haldi, at hetta hevur rigg­að stak væl. Vit hava eitt gott samstarv, og eg fái altíð fatur á honum. Sjálvandi hava vit í bygdaráðnum havt ymisk­ ar meiningar um nøkur ting, men eg haldi ikki, vit nakran­ tíð eru farnir ósamdir út av bygdaráðsfundi. Frits Poulsen heldur eisini, at væl er komið burtur úr. - Vit hava keypt og yvirtikið bygda­húsini, bæði í Sumba og Lopra, sum vit hava sett í stand. Húsið í Sumba átti Arbeiðara­ felagið Beinisvørð, og húsið hevur virkað sum eitt bygd­ arhús. Tað var kapp­róðr­ar­ felag­ið, sum átti húsið í Lopra, sum vit eisini hava yvirtikið. Í Sumba er bygt stórt spæli­ pláss, og í Lopra hevur kom­ mun­an eisini grivið út og planer­að fyri nýggjum spæli­ plássi, sum væntandi kann gerast liðugt í komandi skeiði. - Vit vóru millum fyrstu kom­munur, sum framdu spilli­ vatns­ætlanina, og vegirnir í bygd­unum eru asfalteraðir og eru í góðum standi, sigur hann. Skúli og dagrøkt Seinnu árini eru fleiri barna­ familj­ur fluttar í kommununa, og hetta eru fólk, sum hava røtur í kommununi. - Fara vit aftur til byrjanina av hesi øldini, var barnatalið í skúla­num í Sumba komið niður á eini 11, men nú eru umleið 35 børn aftur í skúlanum, sum hev­ur næmingar úr 1. til 7. flokk. Sumbiar kommuna hevur sam­starv við Vágs skúla um fram­haldsdeild. - Vit hava í nøkur ár havt sam­starv við Tvøroyrar kom­ mu­nu um dagrøkt, men í byrjan­ini av hesum ári­num skip­aðu vit okk­ara egnu dag­røkt. Vit hava nakrar dag­røkt­ar­mammur í kom­ mununi, einar seks í tali, har ítróttarhúsið Uppi á Krossi í Sumba, sum kom­munan eisini eigur, partvís verður brúkt. Frits Poulsen sigur, at Sum­ biar kommuna er ikki tyngd av skuld, tó at skattaprosentið er lækkað, barnafrádrátturin økt­ ur, og kommunan hevur eitt laga­ligt gjald til familjur, sum hava børnini í dagrøkt. Fólkatalið í Sumbiar kom­ mu­nu er 360. BARNATALIÐ ER TRÍFALDAÐ Fyrst í hesum árinum skipaði Sumbiar kommuna sína egnu dagrøkt við dagrøktarmammum í Sumba og Lopra Eyðbjørn Thomsen hevur verið borgarstjóri í Sumbiar kommunu hesar seinastu tvær seturnar Tríggir av fimm bygdaráðslimum í Sumbiar kommunu stilla uppaftur, og á vallistanum eru átta valevni