týsdagur 3. november 2020síða 27
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
KOMMUNUVAL 2020
MIKUDAGUR
4. NOVEMBER 2020 · NR. 77
Sosialurin
27
Eitt
ÓKEYPIS
vallyfti
Ein vinmaður segði, at hann
troyttaðist av greinum, har
valevni lovaðu hetta og hatta,
sjálvt um tað eisini er ein
partur av einum valstríði.
Hetta fekk meg at hugsa,
hvat tað er at vera menniskja
og hvat tað í grundini er,
politikkur gongur út uppá.
Eitt tað fyrsta, ið rann mær til
hugs vóru beinraknu orðini
hjá danska sangaranum
og sangskrivaranum, Kim
Larsen, sum einaferð segði,
at hann ikki skilti, hvat ein
stjórn var til, um tað ikki var
fyri at verja tey veiku, tí tey
sterku skulu nokk klára seg.
Tey flestu av okkum hava tað
so gott, at vit í veruleikanum
hava lítið at grenja um.
Men kortini eru tað ikki øll
okkara millum, ið hava tað
líka gott, og tí kunnu vit ikki
bara lata standa til. Vit síggja,
at fólk detta niðurímillum
í samfelagsins skuggasíðu,
har vit finna ung sálarsjúk,
fólk við ongum bústaði og
so framvegis. Tað er fyrst og
fremst teimum øllum, vit sum
politikarar skulu hjálpa.
Vilja og velja rætt
Ein av týdningarmestu
uppgávum okkara er at skapa
og halda tey viðurskifti, ið
gera tað liviligt og skapa
trivnað hjá fólki, har tey
eru. Vit eiga at viðlíkahalda
bygningar og umstøður, og tí
skulu vit játta pengar, har tað
veruliga er tørvur á tí.
Vit eru í veruleikanum
forlongdi armurin hjá
borgarunum, og tí áliggur
okkum at arbeiða í teirra
stað. Tað er tað, vit verða vald
til, og tí eiga vit ongantíð at
gloyma, at vit skulu lurta eftir
borgarunum og møta fólki í
eygnahædd. Vit skulu hava
eitt býráð fyri borgaran.
Politikkur snýr seg um
at vilja, og tí er tað so
umráðandi, at vit vilja og velja
tað rætta. Jú, nógv verður
lovað í hesum døgum, men eg
vil tó fegin geva eitt ítøkiligt
vallyfti, sum einki kostar: Eg
vil gera mítt besta!
Tróndur Sigurðsson
Javnaðarflokkurin