týsdagur 3. november 2020síða 28
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
KOMMUNUVAL 2020
MIKUDAGUR
4. NOVEMBER 2020 · NR. 77
Sosialurin
28
Vilmund Jacobsen
Tað eru tveir listar til kom
munuvalið í Porkeri. Á lista A
eru sjey valevni, fýra menn og
tríggjar kvinnur, og á lista B
eru seks valevni, fýra menn og
tvær kvinnur.
Borgarstjórin
seinastu
tríggjar
seturnar,
Mikkjal
Sørensen, hevur gjørt av, at
hann stillar ikki upp aftur á
kommunuvalinum
hesaferð.
Tað ger ein annar bygdarráðs
limur, Sveinur Bech, heldur
ikki.
54 ára gamla, Emely Poulsen,
sum eisini sat í bygdarráðum,
doyði av ólekiligari sjúku í
síðsta mánaði, og hon hevði
seinastu tíðina eykamann sit
andi fyri seg í bygdarráðnum.
Ingi G. Olsen, sum var upp
stillaður seinast og var eyka
maður í bygdarráðnum, tók
sessin hjá Emely Poulsen í
august, og hann stillar eisini
upp aftur á kommunuvalinum
hesaferð.
Ikki nýggj avgerð
Mikkjal Sørensen sigur, at tað
eru eini tvey ár síðan, at hann
fór at hugsa tankan um ikki at
stilla uppaftur hesaferð. Men,
tað er formelt ikki fyrr enn
nú, listarnir eru latnir inn, at
støðan er endalig.
- Eg føldi, at eg skuldi gevast
nú, so eg angri ikki mína avgerð.
Nú gleði eg meg til at gerast
leysur. Hetta hava verið nøkur
fantastisk ár, og mær hevur
dámt ógvuliga væl at verið her.
Eg vóni og vænti, at tað eru góð
fólk, sum koma at taka eftir, og
eg vóni virkuliga, at tað fer at
gangast kommununi væl fram
eftir.
Borgarstjórin vísir á, at á
kommunuvalinum í 2016 fekk
listin, sum hann var á, fýra um
boð, og síðan fekk hin listin eitt
umboð, sum var Emely Poul
sen, sála.
- Eg haldi, at vit øll hava havt
eitt gott samstarvi hesi árini,
sigur Mikkjal Sørensen.
Tá hann verður spurdur,
hvat hann fegnast mest um
hesi árini, hann hevur verið
borgarstjóri,
sigur
hann
soleiðis:
- Eg fegnist um alt tað, sum
fólk eru glað fyri.
Nýtt frítíðarskúlatilboð
Í skúlanum í Porkeri ganga
næmingar úr 1. flokki til og
við 7. flokk, og her eru einir
30-35 skúlanæmingar. Talið av
næmingum hevur verið rími
liga støðugt hesi seinnu árini,
onkuntíð nakað minni, og síðan
er talið vaksið aftur.
- Vit hava eisini eina dagrøkt
við dagrøktarmammum í bygd
ini, og hesar hava eisini høvi
at vera saman við øðrum dag
røktarmammum og børnum í
einum húsum, sum kommunan
eigur. Upprunaliga er hetta ein
gamal banki.
Mikkjal Sørensen vísir á, at í
dagrøktarskipanini eru umleið
25 børn, og tí eru dagrøktar
mammur og børn líka sum býtt
upp í tvey, soleiðis at øll ikki
eru í húsunum í senn. Helvtin
av børnunum er tveir dagar
um vikuna - og hin helvtin er
so aðrar tveir dagar.
- Hetta hevur riggað rímiliga
væl, heldur borgarstjórin.
Eftir
summarfrítíðina
í
ár byrjaði Porkeris kommu
na eisini eitt nýtt frítíðar
skúlatilboð
í
húsum,
sum
kommunan hevur leigað, og
borgarstjórin fegnast um, at
undirtøkan
fyri
tilboðnum
hevur verið rættiliga góð.
- Vit hava merkt, at tørvur
var á einum slíkum tilboði. Í
fleiri førum arbeiða foreldrini
aðrastaðni, og tað er sjálvsagt
ein tryggleiki hjá foreldrunum
at vita, at børnini, sum ganga
í yngstu flokkunum, hava eitt
slíkt tilboð, til foreldrini eru
heima aftur út á seinnapartin.
Nú vita foreldrini, at starvsfólk
heinta børnini í skúlanum,
og at børnini eru í tryggleika,
meðan arbeiðsdagur er, sigur
hann.
Nýggj grundstykki
Tað er langt ímillum, at nøkur
sethús verða bygd í Porkeris
kommunu, men herfyri skriv
aði kommunan út eitt nýtt
byggiloyvi til fólk, sum fara at
byggja.
- Vit eiga nøkur fá grund
stykki eftir, sum liggja í einari
útstykking, sum er nøkur ára
gomul, men nú verður so eisini
arbeitt við einari nýggjari
ætlan, har pláss verður fyri eini
6-8 nýggjum grundstykkjum.
Tey
verandi
grundstykkini
og tey nýggju, sum nú kunnu
fáast aftrat, liggja á hvør sín
um plássi í bygdini. Men, tað
verður so nýggja bygdarráðið,
sum kemur at fremja nýggju
útstykkingina í verki.
Mikkjal Sørensen vísir á, at
projekteringin av vegnum til
nýggja økið, sum kommunan
hevur átt í fleiri ár, er komin
undir land.
- Tað hava verið fáir fyri
spurningar um bygging seinnu
árini, men seinastu tíðina
hevur tað víst seg, at ein ávísur
áhugi er aftur, sigur hann.
Væl fyri fíggjarliga
Nú borgarstjórin skjótt fer at
lata stafettina víðari til onnur,
veit hann at siga, at fólkatalið í
kommununi hevur verið rími
liga støðugt seinnu árini, og í
dag búgva millum 315 og 320
fólk í Porkeri.
- Fíggjarliga er kommunan
væl fyri, og her er lutfalsliga
lítil nettoskuld. Vit hava roynt
at goldið niður á skuld, og eg
haldi, at hetta hevur eydnast
okkum væl. Tað skuldi so eisini
verið ein fyrimunur fyri tey,
sum koma at taka eftir, at kom
munan ikki er tyngd av skuld.
Mikkjal Sørensen vísir á,
at Porkeris kommuna hevur
fingið nýtt og vælskipað rusk
pláss, og kommunan hevur
eisini brúkt nógvan pening til
umvæling av skúlanum.
- Vit hava gjørt nógv við
kloakkirnar í hesum valskeiði,
og nú byrja vit at síggja ein
enda á hesum arbeiði, sum skal
gerast, men sum annars ikki
sæst í kommununi. Eg fegnist
um, at spillivatnsætlanin nú
nærkast endanum. Her hevur
verið nógv um at farið, og hetta
hevur verið drúgt, sigur hann.
Bankamaður í fleri ár
Mikkjal Sørensen býr í Porkeri,
men í sínari tíð, tá hann lærdi í
Sjóvinnubankanum miðskeiðis
í sjeytiárunum, búði hann í
Havn í nøkur ár. Hann byrjaði
bankaleiðina á Tvøroyri hin 1.
september í 1973 og fór síðan
til Havnar í 1974. Hann flutti
suður aftur, tá bankin læt upp
í Vági í 1978.
Mikkjal Sørensen starvaðist
eisini 19 ár í Suðuroyar Spari
kassa, har hann var stjóri í fleiri
ár.
GLEÐIR SEG TIL AT
GERAST LEYSUR AFTUR
- Hetta hava verið
nøkur fantastisk
ár, og mær hevur
dámt ógvuliga væl
at verið her, sigur
Mikkjal Sørensen
Tað stendur væl til fíggjarliga í Porkeri, og kommunan hevur lítla nettoskuld. – Eg fegnist um alt, sum fólk eru glað fyri, sigur borgarstjórin
Mikkjal Sørensen, sum hevur verið borgarstjóri seinastu
tríggjar seturnar, gevur nú stafettina frá sær