týsdagur 3. november 2020síða 30
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
KOMMUNUVAL 2020
MIKUDAGUR
4. NOVEMBER 2020 · NR. 77
Sosialurin
30
Í Hvalba verður
sæð rættuliga ljóst
uppá framtíðina,
nú nýggjur tunnil
kemur og havnin
verður endurbygd
Árni Gregersen
Hvalba er ein av teimum
meðalstóru kommununum í
Føroyum við á leið 690 fólkum,
har umleið 80 teirra búgva í
Sandvík, meðan restin býr í
Hvalba og í Nesi.
Tunlarnir millum Trongis
vág og Hvalba og millum Hval
ba og Sandvík eru teir elstu í
Føroyum og tí sjálvandi ikki
serliga hóskandi til nútíðar
ferðsluna.
Serliga hava vit ofta hoyrt
um, at tunnilin milllum Hvalba
og Trongisvág er ein forðing
fyri vinnulívið í Hvalba.
-Tað mugu vit ásanna, at
so er, men nú er loysnin fyri
framman, sigur Janus Thom
sen, borgarstjóri í kommununi.
-Eg havi ikki enn fingið ein
dato fyri nær nýggi tunnilin
letur upp, men tað verður
einaferð tíðliga í vár. Tað fer
at broyta atkomuviðurskiftini
til bygdina munandi og verður
ein lætti og ein stórbroyting
fyri vinnulívið í bygdini, sigur
Janus Thomsen.
Tað er byggifyritøkan Arti
con, sum ger tunnilin millum
Hvalba og Trongisvág.
-Ikki bert verður farleiðin
millum bygdirnar gjøgnum
fjallið munandi betri, men vit
sleppa eisini undan at fara so
langt niðan. Tað merkis minni
hálku og minni kava á vegnum,
leggur hann afturat.
Havnin
Havnin í Hvalba fekk stóran
skaða í uppgangi og ódnarveðri.
Brimverjan fór og endaði inni í
sjálvari havnini.
Tað var beinanvegin stað
fest, at her var talan um so
stóran skaða, at okkurt ser
ligt mátti gerast fyri at endur
buggja havnina.
-Tíbetur eydnaðist okkum
rættuliga skjótt at fáa grótið
tikið uppaftur úr havnini.
Articon var á staðnum og
gjørdi
arbeiðið,
men
sjálv
endurbyggingin var eitt annað
mál.
Fyri tað fyrsta fór kom
munan undir at gera kanning
ar, so endurbyggingin verður
gjørd á ein slíkan hátt, at hon
fer at halda – eisini í nógvum
brimi.
Modellroyndir og simuler
ingar vóru gjørdar, so til bar at
síggja, hvussu aldan ferðast og
hvar brimgangurin er ógvuslig
astur.
-Tað er gjørt og arbeiðið at
gera havnina, verður boðið
út fyrsta dagin, sigur borgar
stjórin.
Tað er Landsbyggifelagið,
sum stendur fyri hesum.
Men kommunan var í teirra
støðu, at tá ið hon fer at byggja
havnina uppaftur, so noyðist
hon at læna pening, so skuldin
í kommununi fer upp um eina
álíkning, sum annars er mark
ið fyrim, hvussu nógv ein
kommuna kann skylda.
-Men vit hava tosað við
fíggjarmálaráðið og hava fingið
loyvi til at fara uppum markið,
so nú er fíggingin eisini fingin
uppá pláss, sigur Janus Thom
sen.
Barnagarðurin
Ein nýggjur barnagarður var
tikin í nýtslu í bygdini í 2017.
-Tað kostaði kommununi
einar 17 milljónir, men meira
enn helvtin av tí íløguni eru
afturgoldin,
sigur
borgar
stjórin.
Fíggjarætlanin
hjá
kom
mununi javnvigar við eini 27
milljónum,
Tað er eisini gjørdur eina
bátahylur. Han er gjørdur við
avlopsgróti úr tunlinum.
-Ja, vit hildu at tað var rætt,
at vit brúktu grótið sum var til
taks til okkurt skilagott, heldur
enn at leggja tað á goymslu ella
tyrva tað. Uppá hendan mátan
spardi kommunan einar sjey
milljónir krónur, sigur Janus
Thomsen.
Han leggur afturat, at tey eru
liðug at gera spillvatnsskipan í
Nesi og bert eitt sindur er eftir
at gera í Hvalba.
Hann
vísir
eisini
á,
at
Bakkafrost er komin at ala á
fjørðinum og hava eina land
støð. Alt hetta er við til at skapa
arbeiðspláss og geva fleiri
undirveitarum ymiskt at gera.
Hvalba ger eisini um seg á
vinarbýarøkinum.
Rollag vestanfyri Oslo í
Noreg er vinarbýur við Hvalba
- eitt vinarbýarsamstarv, sum
borgartjórin væntar fer at geva
íblástur í bygdini.
Sjey fólk sita í bygdaráðnum
í Hvalba.
NÝGGJUR TUNNIL OG
HAVNABYGGING BROYTA
FORTREYTIRNAR Í HVALBA