Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-11-03, síða 32
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 3. november 2020síða 32

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

KOMMUNUVAL 2020 MIKUDAGUR 4. NOVEMBER 2020 · NR. 77 Sosialurin 32 Høgni Joensen Valevni á lista C Kirkjugarðurin á Svínaryggi – Gamli kirkjugarður – kundi veruliga verið ein sonn grøn perla í miðbýnum. Men tíverri er hesin mentanarligi og søguligi dýrgripur meira ella minni fallin í órøkt. Fleiri gravsteinar eru koppaðir, teir flestu eru ólesandi, trø og runnar vaksa út yvir grav­ stein­ar, og tað merkist veru­ liga, at kirkjugarðurin ongan góð­an eigur. Tað er stórt spell, tí kirkjugarðurin kundi ver­ið ein lund í miðbýnum hjá fólki at vitja og spáka sær ein túr í, á sama hátt sum eitt nú “Assistents Kirkegård” og “Vestre Kirkegård” í Keyp­ man­na­havn. Nógv havnafólk eru góð við kirkjugarðin, annaðhvørt tí ættarfólk eru jarðað har, ella tí at nógvir av okkara slóðarum og fremstu mentafólkum liggja grivin har. Av kendum før­oy­ingum, sum liggja grivn­ir í Gamla kirkjugarði, kun­nu nevnast Jørgen Frantz Jacob­sen, M.C. Restorff, Kristin og Djóni í Geil, Petur Alberg, William G. Sloan, Dollin og Ras­mus Effersøe. At fríðka um Gamla kirkju­ garð og gjørt hann til eina lund og á tann hátt fingið meira lív í hann, hevði ikki kostað alla verðina, men tað krevst vilji og áhugi at gera nakað við henda dýr­grip mitt í býnum. Tí eigur kom­andi býráð millum annað: At syrgja fyri, at grav­ stein­arnir eru lesiligir, og at teir, sum eru koppaðir, verða reistir aftur. Eitt er, at steinar ikki kunnu lesast, men at teir eru kopp­aðir, er lítið virðiligt. At seta skelti upp við inn­gongdina, sum tilskilar, hvør ligg­ur grivin hvar. Hetta er ikki óvanligt í øðrum londum, eitt nú í áður nevndu kirkjugørðum í Keypmannhavn. At lata portrið vera opið, so tað gerst lættari og meira natúr­ligt at fara ein túr inn í kirkju­garðin. At seta ljós upp fram við gøtu­num, so til ber at ganga ein túr gjøgnum kirkjugarðin eisini um kvøldið. At seta beinkir upp, so fólk kunnu hvíla seg og njóta friðin og fuglalívið. Hetta er eitt mál, ið eg fari at leggja orku í at seta í verk, fái eg sæti í býráðnum. Høgni Joensen Valevni á lista C Á kei’ini hjá Øström har síggja vit tá øll skipini, sum duffa á Vestaruvág... Soleiðis yrkti Jóan Petur uppi í Trøð í Kvívík í táttinum “Gentu­ kæti”, sum byrjar við vælkendu orð­unum: “Til Havnar vit fara...”. Í dag er synd at siga, at nógv skip duffa á Vestaruvág, men mær kemur til hugs henda tátt, sum enn verður kvøðin á gólvi og sungin í góðum veitslulag, sjálvt um hann varð yrktur í 1894. Tí í valstríðnum í Havn er gamla fiska- og flakavirkið Bacalao nevniliga komið á bredd­an. Bæði verandi bý­ ráðs­limir og nýkomingar hava kropp á kropp víst á uppskot, hvussu býurin fær sum mest burturúr øllum fermetrunum í hes­um - fyri okkum havnarfólk - stóra søguliga bygningi, sum er ímyndin av framburði í okkara deiligu Havn, og sum vit øll eru góð við. Ja, ein býráðslimur hevur enntá borið uppá mál at selja ella umbyggja Bacalao til íbúðir, og slíkt tos skelkar havnarfólk at hoyra. Vestara bryggja var í síni tíð størsta arbeiðsplássið í Havn. Nógv hundraðtals fólk, ung sum tilkomin, høvdu sína inn­ tøku har, tí mestsum allar tær stóru vinnufyritøkurnar, sum vóru knýttar at fiski- og sjó­ vinnuni vóru við Vestaru vág m.a. skipasmiðjan, tunnuvirkið, saltsølan, fiskasentralurin, olju­ feløg­ini og Bacalao. Virksemi á Bacalao breyð­ føddi nógvar familjur í Havn, og har forvann mangur drongur og mong genta sínar fyrstu krónur í fiskaarbeiði, men “nú er alt bara minnir”, sum Jens Eli Ellefsen syngur í einum av sínum vælkendu sangum. Í 2011 keypti Tórshavnar havn bygningin, eftir at fiska­ virkið steðgaði árið fyri, men vit mugu ikki gloyma, at enn í dag er fiskaarbeiði á Vestaru bryggju. Landingarmiðstøðin “Barð­ið” hjá Pola F. Joensen hevur tikið ímóti fiski í nógv ár, og har er væl av fólki til ar­beiðis, tá landað verður, og fisk­ur verður pakkaður. Uppskotini tróta ikki, hvat viðvíkur framtíðini hjá Ba­calao. Mítt íkast er, at tað í øllum førum eigur at vera pláss fyri einum skipasavni, sum við myndum og teksti lýsir stoltu trolara- og nýggjaru skipa­søgu­na í Havn. Haldi eisini, at ein mynda­ fram­sýning skal setast upp á øki­ num, sum lýsir fyritøkurnar og persónarnar, sum í síni tíð ráddu fyri borgum á Vestaru bryggju. Bert fyri at taka nakrar fram, kunnu nevnast Aksel Hansen, Kjartan og Poul Mohr, Esmar Fuglø, Jens Pauli av Reyni, Hans Pauli Johannesen, Schønning Eyst­ur­oy, Conrad Joensen og uttan iva onnur eisini. Bacalao skal aftur hava sín­ar kendu upprunalitir. Tá mann hevði verið og ferðast og báturin ella skipið kom í Nóls­ oyar­fjørð, var gleðin stór, tá vitin á Skansanum og ey­ðkendu litirnir á Bacalao sóust, tí tá visti mann, at nú var ikki nógv eftir, til komið varð í trygga Havn. Tann, sum er barnvaksin í Havn og hevur runnið undan ald­unum og merkt saltrákan frá uppganginum í Vágsbotni, tá eingin brimgarður var at verja ímóti landssynninginum, veit, hvat vágirnar báðar hava havt at týða fyri fólkið í Havn. Meira lív í kirkjugarðin Skipasavn á Bacalao Høgni Joensen Valevni á lista C Tórshavnar kommuna er fjøl­ broytt og margfeldið er stórt. Nógv­ar vakrar bygda­perl­ur og oygg­jar eru í kom­mununi, men á fleiri økjum eru bygd­irnar gloym­ d­ar. Tí mugu tær raðfestast hægri.  Nú havi eg serligan tokka og alsk til Kaldbak, tí ættar­bond­ ini í móðurætt eru har. Havi frá barnsbeini ferðast nógv til bygdina og var fyrst í nítiárunum lærari í Kaldbak í fimm ár. Fleiri  bústaðarmøguleikar  Kaldbak er gomul bóndabygd, har tilverugrundarlagið í høvuðs­ heitum var land­bún­að­ur. Eftir at vegasamband til Kaldbak kom í 1980, vaks bygdin, men í dag er tað trupult hjá teimum ungu at seta búgv í bygdini. Eitt øki er lagt út til seks grundstykki, men tørvur er á fleiri grundstykkjum.   Tórshavnar kommuna eigur eisini í samstarvi við Kald­baks­ nevndina at kanna møguleikarnar at byggja eldraíbúðir, so fólk kunnu vera búgvandi í heim­ bygdini á ellisárum.   Bygdavegurin  má  breiðkast  Bygdavegurin í Kaldbak er smalur og hevur einki veruligt víki­pláss. Nógv og tung ferðsla koyra á vegnum hvønn dag. Tá bilar møtast, noyðist annar bil­før­ ar­in at steðga, bakka ella koyra út í vegjaðaran, so hin kann koyra fram­við. Kaldbaksfólk skulu av bygdini til arbeiðis og í skúla aðrastaðni, buss­ur koyrir aftur og fram nakrar ferðir um dagin, og børn og vaksin eru til gongu, á súkklu ella renna sær ein túr. Tórshavnar kommuna eigur at raðfesta henda vegin og annað­ hvørt breiðka hann ella gera fleiri víkipláss til tess at økja um ferðslu­trygdina. Ítróttar- og bygdarhús  Tað ljóðar, at tað er komið undir land at byggja ítrótt­ar­høll/ bygdarhús í Kaldbak. Í sambandi við hesa ætlan hev­ur tað týdning at hugsa um tað estetiska, so høllin ikki mis­prýðir hugnaliga bygd­ar­lagið við gomlu kirkjuni, kirkju­garði­num, skúlanum og vakra bønum.   Somuleiðis er neyðugt, at virknismøguleikarnir í húsinum eru í samljóði og samsvarandi ynskj­unum hjá bygdarfólkinum.    Betri lendingarviðurskifti  Sum er, kunnu bátar ikki liggja í bátahylinum í Bíggjarstøð alt árið. Ábøtur eiga at verða gjørd­ar í støðni, soleiðis at bátar tryggir kunnu liggja har størri part av árinum.   Harafturat eigur kommunan at miða eftir at gera ein veruligan báta­hyl inni í Kaldbaksbotni til gagns fyri alt fólkið við fjørðin.     Sandurin í Botninum   Sandurin í Kaldbaksbotni var áður nógv størri, enn hann er í dag. Hann varð á sinni brúktur sum byggitilfar kring landið. Hesin grevstur steðgaði, tá bønd­ ur í Kaldbak síðst í fimmti-ár­un­ um vunnu sakarmál í lands­rætt­ inum.   Tað hevði verið gagnligt fyri náttúru, margfeldi og umhvørvi sum heild, um meir sandur varð lagdur í Kaldbaksbotn, so fjør­an og sjóvarmálin kundi verið ein frístaður fyri børn og vaksin. Á sandinum er vanligt at síggja nógv fólk við tráðu um summarið, tí har eru sjósíl og laksur. Hevði sandurin verið størri, var rúmsáttari hjá børnum at spæla og hugna sær har, meðan tey vaksnu kundu sitið og fingið sær ein kaffimunn og notið frið­ sælu­na og vøkru náttúruna við Kaldbaksfjørð.   Betri samstarv við staðbundnu nevndina  Samskiftið og samstarvið millum staðbundnu nevndina og kommununa skal styrkjast og mennast. Tá avgerðir verða tiknar, skulu tær verða grund­ festar í áskoðan og tørvi hjá teimum trimum bygd­un­ um við Kaldbaksfjørð, Sund, Kaldbaksbotn og Kald­bak. Hesar bygdir hava sein­astu árini í ríkiligt mát merkt sviðan av, at tær ikki eru tiknar við upp á ráð, t.d. kann nevnast í sambandi við vinnu­økið á Sundi og grótið úr Eyst­ur­oyartunlinum.  Um mær verður víst álit frá veljarunum 10. november, fari eg ikki bara at raðfesta Kaldbak høgt, men eisini allar hinar bygdirnar og oyggjarnar í kommununi. Kaldbak sjónligari í býráðspolitikki