Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-11-03, síða 33
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 3. november 2020síða 33

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

KOMMUNUVAL 2020 MIKUDAGUR 4. NOVEMBER 2020 · NR. 77 Sosialurin 33 Bøgøta Fossagøta Nýggivegur Mýrivegur www.klaksvik.fo N. Pálsgøta 32 • FO-700 Klaksvík Tel. 41 00 00 • Fax. 41 00 01 • klaksvik@klaksvik.fo Valið verður í badmintonhøllini Á valkortinum, sum borgarar hava fingið, stendur, at valstaðið 10. november er í KÍ-høllini. Orsaka covid-19 og betri atkomumøguleikar í badmintonhøllini, so verður kommunuvalið 2020 í badmintonhøllini. Valstaðið letur upp kl. 10.00 og letur aftur kl. 20.00, ella tá ongir veljarar eru eftir á valstaðnum. Høvuðsinngongin verður ímóti svimjihøllini, og farið verður út úr valstaðnum í endanum ímóti Skálanum. Ferðslan oman til badmintonhøllina verður skipað við serligum atliti til tey, sum eru illa gongd ella sita í koyristóli. Umframt handikap parkering, so verður ein serlig avsetingarskipan uttanfyri høvuðsdyrnar í badmintonhøllini. Víst verður annars til ferðslukortið, sum er gjørt í samband við valið 10. november. Heitt verður á fólk um at hava valkortið við, spritta hendurnar væl og at brúka masku, sum verður útflýggjað við høvuðsdyrnar, og at halda passandi frástøðu. Nøkur tíðarbil verður uttan iva eisini bíðitíð, men heitt verður á fólk, um kortini at vísa varsemi og at halda neyðugu tilmælini. Tey, ið skulu velja til Eldraráðið í Klaksvík, Skúlastýrið og staðbundnu nevndirnar í Norðoyri og í Ánunum skulu eisini greiða sína atkvøðu í badmintonhøllini. VALNEVND KLAKSVÍKAR BÝRÁÐS 3. november 2020