Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-11-03, síða 34
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 3. november 2020síða 34

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

KOMMUNUVAL 2020 MIKUDAGUR 4. NOVEMBER 2020 · NR. 77 Sosialurin 34 Vilmund Jacobsen Í Klaksvíkar býráði eru 11 bý­ ráðs­limir, og á kom­munu­vali­ num hin 10. november stilla øll uttan tríggir býráðslimir uppaftur. Teir, sum ikki eru á lista hesaferð, eru Steinbjørn Jacob­sen, Beinir Johannesen og Kristian Eli Zachariassen. Hetta er næsta skeiðið hjá Jógvani Skorheim sum borgar­ stjóri, og soleiðis hevur hann sitið á ovastu rók í átta ár hin 1. januar komandi ár. Jógvan Skorheim gjørdist býráðslimur longu sum 26 ára gamal fyri skjótt 12 árum síðan og borgarstjóri sum 30 ára gamal. Nú er hann 38. - Eg brenni framvegis líka heitur fyri starvinum sum borgar­stjóri í dag, sum eg havi gjørt øll hesi átta árini - um­ framt tey fýra árini, eg sat sum vanligur býráðslimur, sigur hann. Spennandi og avbjóðandi Jógvan Skorheim sigur, at hann fer hvønn dag glaður til arbeiðis, og tá er tað líka mikið, hvat er á skránni fyri dagin - antin tað er tað góða ella tað min­ni góða. - At vera borgarstjóri og standa á odda fyri kommununi er eftir mínum tykki eitt sera spenn­andi, avbjóðandi og læru­ríkt starv, og tað gleðir meg hvønn dag at hava góð og dugnalig fólk rundan um meg. Vit hava eina góða umsiting og samlaða talið av starvsfólki, sum liggur undir kommununi, tá eldraøkið er íroknað, liggur um 450. Jógvan Skorheim heldur, at valskeiðið, sum nú nærkast enda­num, hevur eydnast ómeta­liga væl. - Mær dámar best at hyggja kring farnu árini, sum eitt tíðar­ skeið upp á átta ár, tí tað var longu í byrjanini av mínari tíð sum borgarstjóri, at vit løgdu eina ætlan, sum vit hesi árini hava roynt at fylgt. Eg vil siga, at hesi árini er ógvuliga nógv hent í Klaksvíkar kommunu. Ímyndin av Klaksvík Borgarstjórin heldur, at miðbýurin kanska er tað størsta, sum er hent hesi ár­ ini sæð við fólksins eygum, tí ímyndin av Klaksvíkini er broytt so nógv við tað, at býurin hev­ur fingið Biskupstorg - við øll­um teimum møguleikum, ið har eru. - Í mong Harrans ár hevur verið snakkað um eina mið­ býar­ætlan í Klaksvík og sama er við ætlanunum um eitt mentan­arhús, sum nú gongd eisini er í. Tað hevur eisini verið nógv snakkað um at byggja nýggjan skúla, og her vóru, sum árini gingu, nógvar ymisk­ ar loysnir frammi, tó at verulig gongd ongantíð kom á hesar verk­ætlanir. Jógvan Skorheim fegnast um, at hetta eru stór mál, sum nú eru framd í verki, og hann er ikki minst fegin um, at bý­ ráðið hevur staðið rættiliga væl saman um tær stóru verk­ æltlaninar í kommununi. Handilslív og kunning Borgarstjórin heldur, at hann kanska hevði onkrar fyrimunir, tá hann gjørdist borgarstjóri fyri skjótt átta árum síðan við tað, at hann frammanundan hevði verið formaður í so­ nevnda vakstrarbólkinum fyri kommununa. - Her vóru nógvar spennandi ætlanir og fokusøki, sum tað við árunum hevur eydnast okkum at framt í verki. Klaksvíkin er broytt, og býurin er mentur á so nógvum økjum, og tað er so nógv, sum ger, at fólk kunnu velja Klaksvíkina í dag. Jógvan Skorheim sigur, at um­framt tær 30 leiguíbúðirnar, sum eru í Biskupstorginum, fara skjótt nakrir handlar og kunn­ingarstova at lata upp í niðastu hæddini í bygninginum. Hetta fer sjálvsagt at skapa enn meira lív í umhvørvið kring Biskupstorgið. Heimsins størsta Borgarstjórin í Klaksvíkar kommunu fegnast um alla ta fjølbroyttu vinnu, sum Klaks­ víkin rúmar. Her eru stórar fiskivinnufyritøkur, fiskavirki og ikki minst er Jógvan Skor­ heim errin av, at heimsins størsta smoltstøð - nýggjasta smolt­støðin hjá Bakkafrosti - liggur í hansara kommunu. - Vit hava eisini nógva aðra vinnu í býnum. Vit hava bedingar, mask­in- og bilaverkstøð, entre­pre­nør­ KLAKSVÍKIN ER NÓGV BROYTT SEINASTU ÁRINI - Eg brenni framvegis líka heitur fyri starvinum sum borgarstjóri í dag, sum eg havi gjørt øll hesi átta árini - umframt tey fýra árini, eg sat sum vanligur býráðslimur og varð valdur sum 26 ára gamal, sigur Jógvan Skorheim, borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu - Hetta er ein spennandi tíð í Klaksvíkar kommunu. Fólkatalið veksur, og tað gera inntøkurnar hjá kommununi eisini. Hetta gevur okkum spennandi avbjóðingar, sigur borgarstjórin, Jógvan Skorheim Avtalan snýr seg um, at vit fáa grót og koyring ókeypis, og tískil er hetta ein fantastiskur møguleiki