týsdagur 3. november 2020síða 35
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
KOMMUNUVAL 2020
MIKUDAGUR
4. NOVEMBER 2020 · NR. 77
Sosialurin
35
vinnu, og vit hava stórar og
dyggar veitarar í handilsvinnu
ni, eins og vit hava eina góða
tænastuvinnu.
Jógvan Skorheim sigur, at
tá Bakkafrost legði einar 700-
800 miljónir krónur í nýggju
smoltstøðina, gav hetta sjálv
sagt stórar ringvirkningar í
økinum, har veitarar av ymisk
um slag seldu ymiskar tænast
ur til felagið.
- At vit hava heimsins
størstu smoltstøð í okkara
kommunu, fer altíð at hava
týdning í okkara umhvørvi.
Eitt slíkt virksemi, sum ein
smoltstøð er, steðgar ongantíð
upp, og her verður altíð okkurt
at taka hond um, sigur hann.
Jógvan
Skorheim
sigur,
at býráðið altíð hevur roynt
at havt góð viðurskifti við
vinnulívið í økinum, tí vinnu
lívið er ryggurin í býarsam
felagnum.
- Vit hava tískil regluligar
fundir
við
vinnulívið
í
nærumhvørvinum,
har
vit
hoyra um ynskir og tørv
ir,
og
hetta
er
sjálvsagt
eisini galdandi fyri ymiska
handverksvinnu og aðra vinnu
í kommununi, leggur hann
aftrat.
Stórar avbjóðingar
Jógvan Skorheim ásannar, at
hetta er ein spennandi tíð í
Klaksvíkar kommunu.
- Fólkatalið veksur, og tað
gera inntøkurnar hjá kommun
uni eisini. Men, tá fólkavøkstur
er, gevur tað sjálvsagt eisini
kommununi avbjóðingar. Vit
hava fingið eini 100 nýggj
dagstovnapláss seinastu fimm
árini, og nú er longu tørvur
aftur á fleiri plássum. Hetta er
sjálvsagt positivt, men er eisini
avbjóðandi og spennandi.
Hann fegnast um, at tað
hevur eydnast kommununi at
skapa grundarlag fyri nýggjum
bústaðarmøguleikum við eitt
nú leigubústøðum og íbúðar
bygging, sum privatir taka sær
av.
- Vit arbeiða eisini við nýggj
um
útstykkingum,
og
her
hava vit eitt nú gongd í einari
útstykking Uppi á Fossum,
har pláss verður fyri umleið
34 nýggjum sethúsum. Stórur
eftirspurningur er eftir hesum
grundstykkjum, og hetta er ein
ætlan, sum væntandi verður
liðug um eitt lítið ár ella so.
Hann sigur, at Klaksvíkar
kommuna eisini samstarvar
við privatar fyritøkur, sum
byggja íbúðir, og soleiðis eru 30
íbúðir, ávikavist Undir Fossum
og á úti Norðoyri, sum kunnu
seljast.
- Vit eru ógvuliga fegin um
tað samstarv, vit hava havt við
Bústaðir um Biskupstorg, og
tað eru framvegis fleiri, sum
ynskja leigubústaðir. Bústaðar
politikkurin verður avgjørt eitt
fokusøkið hjá býráðnum, sum
tekur við hin 1. januar.
Jógvan Skorheim heldur,
at ein onnur avbjóðing næstu
fýra árini verður at lyfta enn
meira
undir
eldraøkið
og
dagstovnaøkið.
Norðurhavnin
Ein onnur ætlan, sum liggur
frammalaga hjá býráðnum,
er Norðurhavnin. Her hevur
kommunan gjørt avtalu við
Landsverk um grót, sum fer
at koma frá tunnilsbyggingini
Norður um Fjall.
- Avtalan snýr seg um, at vit
fáa grót og koyring ókeypis, og
tískil er hetta ein fantastiskur
møguleiki
til
at
útbyggja
Norðurhavnina. Vit vænta, at
vit longu til várs kunnu fáa
fyrstu bilarnar við gróti, og
ætlanin hjá okkum er at leingja
bryggjukantin einar 200 til
300 metrar norðureftir, sigur
Jógvan Skorheim, borgarstjóri
í Klaksvíkar kommunu.
Norðurhavnin skal útbyggjast, og her hevur Klaksvíkar kommuna gjørt eina góða avtalu við Landsverk
Vit hava fingið
eini 100 nýggj
dagstovnapláss
seinastu fimm
árini, og nú er
longu tørvur aftur
á fleiri plássum
Biskupstorg hevur broytt umhvørvið og miðbýin í Klaksvík