Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-11-03, síða 36
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 3. november 2020síða 36

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

KOMMUNUVAL 2020 MIKUDAGUR 4. NOVEMBER 2020 · NR. 77 Sosialurin 36 Barnagarðurin er bygdur og nú eru ætlanir at fara undir skúlabygging Árni Gregersen 1740 fólk búgva í Tvøroyrar kom­munu, sum eins og hinar kom­munurnar í Føroyum skulu hava nýyt kommunustýrið á nýgg­ árinum. Sjey fólk sita í býráðnum á Tvø­r­oyri við Kristin Michelsen, sum borgarstjóra. -Stóra takið sum er tikið í hesi setuni, er barnagarðurin, sig­ur hann. Barnagarðurin liggur í Trongis­vági við fótbóltsvøllin. Hann kostaði um 20 milljónir krón­ur at byggja- Borgarstjórin sigur, at næsta stóra takið er at nýmótans gera skúl­an. -Vit fara framvegis at ar­ beiða við skúlaverkætlanini, men eg haldi ikki vit kunnu fara at byggja hann beint nú, sig­ur hann. Tvøroyrar kommuna er ein av størru kommununum í Før­ oy­um, men tað hevur verið nak­að av politiskum rumbli í hes­ari býráðssetuni. Samgongan, sum borgar­ stjór­in var partur av, skrædnaði og tí hevur borgarstjórin sitið í minni­luta seinastu trý árini. Kommunulógin sigur, at borgar­stjórin situr fyri alla setuna, uttan so at serligar um­ støður gera seg galdandi. Tað er ikki nóg mikið, at hann hevur ein meirluta ímóti sær. Á Tvøroyri hevur borgar­ stjór­in sitið í minniluta hesi sein­astu trý árini. Tað ger sjálv­ andi, at hann ikki fær framt alt hann ætlar, tí hann ikki hevur politiska meirluta aftanfyri seg. Virkið gevur inntøku Tcøroyrar kommuna hevur fing­ið góðar skattainntøkur higar­til í ár. Tað hongur sam­ an við at Varðin Pelagic hev­ur havt úr at gera síðani makrel­ ver­tíðin fór í gongd. Tað eru vvæl meira enn 100 fólk til arbeiðis á virkinum og tað sæst beinanvegin aft­ur í skatta­inntøkunum hjá kom­ mu­nu­ni. -Men her í oktober er inntøka lækka eitt sindur. Vit duga ikki heilt at siga hví, men tað hevur víst seg fyrr, at tað hava verið útsving, sum ikki eru so løtt at greina, hvaðani tey koma, sigur borgarstjórin. Hann heldur, at talan helst er um okkurt í frymlinum hjá Gjaldstovuni, sum ger at slíkt hend­ir. Fíggjarliga er kommunan soleiðis fyri, at hon á nýggj­ári­ num skyldaði 0,61 álíning. Tað er vaksið úr 0,3 álíkningum. -Hetta er ein avleiðing av tí fíggjar­stýring, sum meirlutin hevur havt, sigur borgarstjórin. Hann vísir á, at størsti part­ urin av skuldini, sum kom­mun­ an hevur at dragast við, stavar frá tíðini fyri einum 25 árum síðani, tá ið skuldin vr fleiri álíkningar. -So sleppa vit framataftur, so verður fíggjarstýringin ein stór­ur partur av tí, sum vit fara at kasta okkum yvir sigur hann. Skattaprosentið á Tvøroyri er komið niður á 20,9 pro­sent. Tað var omanfyri 23 pro­sent, tá ið tað var hægst. Barna­frá­ drátt­urin er eisini hækkaður. Kristin Michelsen finst at, at summar kommunur eru far­ in at gjalda børnum og ung­um fyri at hava limaskap í frí­tíðar­ feløg­um. -Tað rætta er, at foreldrini fáa hendan pening í barna­ frá­dráttinum. So velja tey sjálvi hvat tey brúka tað til, heldur enn at pengarnir fara til limagjøld, sum feløgini nú hækka, heldur hann. Í løtuni verður asfalterað ymsa­staðni á Tvøroyri. -Hetta verður gjørt nú, hóast tekniska nevnd ikki hev­ur megnað at gjørt tað hesi seinastu árini. Fólk hava dagliga ringt á kommunu­skriv­ stovuna um hesi viðurskiftini, so nú verður tað gjørt, sigur borgar­stjórin. Ósemjan millum listarnar á Tvøroyri er framvegis stór, so spenningurin er kanska størst­ ur til valúrslitið á Tvøroyri. Í veruleikanum eitt stríð mill­um sitandi borgarstjóran og hansara fólk – og so hini. BORGARSTJÓRIN Í MINNILUTA BJÓÐAR AV AFTUR Á TVØROYRI Kristin Michelsen hevur sitið sum borgarstjóri í minniluta seinastu trý árini Varðin Pelagic hevur alstóra ávirkan á, hvussu stót skattainntøkan á Tvøroyri er