týsdagur 3. november 2020síða 45
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
45
Mikudagur 22. oktober 2014 · Nr. 120
Sosialurin
Mikudagur 1. mai 2019 · Nr. 49
Mikudagur 4. november 2020 · Nr. 77
Tá tær eyðmýktu
eina bygd, settu
nærdemokratiið
til viks og lótu 500
metrar av fjøru
fara
Jóhann Mortensen
Avrikslistin hjá Gunvør Balle
fyri valskeiðið er alinlangur.
Listin hjá Anniku Olsen er
knapp so drúgvur.
Men í allari “beskeðinheit”
gloyma bæði borgarstjóri og
varaborgarstjóri tað í vavi allar
størsta avrikið: grótkastið á
Sundi. Í stødd um fleiri fótbolts
vøllir.
Hava tær gloymt, at meirilutin
í býráðnum samtykti tað mest
óneyðuga náttúruinntrivið í hesi
øldini á vári í 2017?
Er tað eisini farið úr minni
num, at tey sjey í meirilutanum
við hesum máli settu nærdem
okratiið til viks. At tey løgdu
sektin á ynskini hjá næstan øll
um við Kaldbaksfjørð og nógvum
náttúruvinum kommununi?
Í staðin fyri at savna oyggjar
og bygdir í Tórshavnar komm
unu, spjaddu tey kommununa.
Og flokkarnir mótmælu ikki.
Okkurt lítið pipp hoyrdist tó.
Men tað løgdu tey sjey líka lítið
í sum tey løgdu í eitt samfelt róp
frá nærum øllum við Kaldbaks
fjørð.
Víst var hetta mál arvur frá
undanfarna býráði, sum arbeiddi
við at taka móti grótinum, og
broyta
byggisamtyktina
fyri
Sund i hesum sambandi.
Men hoyringsfreistin var í
hesi býráðssetuni, og meirilutin
hevði allar møguleikar at lurta
eftir fólkinum við fjørðin.
Tað gjørdu tey ikki. Í staðin
brúkti
leiðslan
á
Vaglinum
reingingar og ósannindi. Er
tað sømiligt fyri eina politiska
leiðslu?
Fleiri uppskot
Vit eru tíbetur ymisk á máli um,
hvussu mál skulu loysast, men
tað má vera eitt minstakrav,
at politikarar siga satt og virða
borgarar í eini kommunu eins.
Tey í meirilutanum vóru ikki
gyrd í brøkur í grótmálinum.
Skálafjørðurin vildi hava grótið
og Áhugabólkurin við Kaldbaks
fjørð hevði fleiri væl grundaðar
loysnir:
1: At breiðka vegin úr Botn
inum til Kaldbaks, sum skuldi
vera 5-6 metrar, men er nógv
smalri.
2: At brúka part av grótinum
til veruligan batahyl inn ímóti
Kaldbaksboti.
3: At leggja eitt grótkast til
vinnuøki innan fyri Sund, har
fjøran kortini var farin.
4: At brúka grótið sum ífylla í
Skansabryggjuna.
Áhugabólkurin
tosaði
við
verkfrøðingar
og
arbeiðsfor
menn á hesum fakøki. Teir
søgdu, at loysnirnar vóru væl
brúkiligar.
Reinging
Í staðin brúkti varaborgarstjórin
tað, sum óivað kann flokkast
undir hugtakið reinging, ella tað
sum pressuráðgevin hjá Don
ald Trump, Kellyanne Conway,
nevndi “alternativar staðfest
ingar”, tá Trump pellaði á fyrsta
sinni.
Gunvør Balle tann 30. mai 2017
kl. 21.18 til kaldbaksfólk:
“Sáttmálin at taka ímóti gróti
frá undirsjóvartunnlinum og
leggja tað til vinnuøkið á Sundi
varð undirritaður í fjør av fyrr
verandi býráðnum í TK. Sitandi
býráð yvirtók hetta mál og hevur
ikki funnið aðra loysn fyri gróti
num.”
Áhugabólkurin hevði framm
anundan fingið alment innlit í
málið. Millum skjølini var sátt
málin millum Tunnilsfelagið og
Tórshavnar kommunu.
Hann var undirskrivaður tann
26. apríl 2017. Og millum nøvnini
á sáttmalanum var borgarstjórin
Annika Olsen. Her var ikki sam
svar millum sáttmálan og brævið
frá varaborgarstjoranum, sum
eisini skrivaði:
“Arbeiðið at gera klárt at
taka ímóti grótinum hevði farið
í gongd í dag, uttan mun til um
fundurin við kaldbaks-fólk varð
hildin í morgin ella í næstu viku.”
Also: Tit skulu ikki halda, at tit
eru nakað. Ein í Áhugabókinum
var beinrakin: “Havi ikki upplivað
nakað, sum er so hástórt og nið
urgerandi”.
“Mangir leikir eru í longum
talvi”. Hetta var tann fyrsti.
Fjøran, sandurin og malagrót
ið fór. Nærdemokratiið, fólkið
við fjørðin og náttúran taptu.
Grótkast er komið, og nú má
hyggjast frameftir, so tað fræg
asta kemur burtur úr skarns
gerðini. Vónandi verða tey við
Kaldbaksfjørð hoyrd, tá vinnu
økið skal skipast, so tað ikki fer
at fer at hýsa líka stórum lýtum
sum asfaltverkinum.
Í Niðaru Soylugørðum
2. oktober 2020
Tíðargreinin verður skrivað av skiftandi
fólkum, sum ikki dagliga eru knýtt at blaðnum.
Evnini eru ymisk, men viðgera øll okkurt evni,
sum er viðkomandi fyri tíðina júst nú.
Annika og Gunvør gloyma
størsta avrikið
Jóhann Mortensen
Journalistur, Kaldbak
Fleiri hundrað metrar av fjøru, malagrót, og sandbotnur fóru undir tunnilsgrót, hóast fleiri onnur uppskot vóru at gagnnýta grótið. Roykur kemur aftur
úr asfaltverkinum. Í Danmark t.d. eru asfaltverk ikki nærri bygdum øki enn 750 metrar, tí tilfa er so vandamikið. Her eru ikki 50 metrar til næsta hús
Soleiðis sá fjøran á Sundi út, áðrenn
útfyllingina. Hundraðtaðtals
metrar av fjøru við malagróti fóru
undir tunnilsgrót