Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-11-03, síða 46
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 3. november 2020síða 46

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 4. november 2020 · Nr. 77 46 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Tróndur Arge/Jóannes Hansen Tað var fýrverk og fagnaður væl áðrenn Eiler Rasmussen náddi at bríksla dystin á Tórs­ vølli av. HB vann 4-0 á TB, með­ an NSÍ vann 1-0 á KÍ. Tí skuldi so ósannsýnliga nógv ganga galið, um HB ikki kundu fegn­ ast um 24. meistaraheitið, tá dyst­urin byrjaði at nærkast enda­num. Mikkel Dahl legði HB á odda beinanvegin, og tað bar við sær, at talan ongantíð var um gummibein og ørkymlan mill­ um HB spælararnar, ið síðstu umførini ikki hava verið so sannførandi, sum teir annars hava verið í ár, tá ið teir hava verið topplið í langa tíð. Hattrik til Mikkel Stóri maðurin hjá meistar­ un­um var Mikkel Dahl. Hann var keyptur úr Danmark í summar­steðginum, og hann stað­festi aftur í dag, at hann hevur verið ein sannur knassi. Hann skoraði fyrsta, annað og fjórða málið. Harvið hevur hann skorað 12 dystum skorað 14 mál, sum er framúr avrik og úrtøka. Hilmar Leon Jakobsen skoraði 3-0 málið. Tá ið Jens Bert­hel Askou og hansara menn undan jólum fóru undir fyri­reikingarnar til nýggja kapp­ingarárið, vóru hvørki Mikkel Dahl ella Hilmar Leon Jakobsen í hópinum. Mikkel Dahl var í Danmark, og Hilmar Leon Jakobsen stríddist við at koma fyri seg sum hond­bólts­ spælari, tí hann var illa darv­ aður av skaða í økslini. Teitur Matras Gestsson helt aftur tætt. Hetta var trettanda ferðin, at Teitur ikki fór í meskarnar eftir bóltinum. Tað sigur eisini, at meistaraliðið hevur framúr góða verju. Mið­ vøllurin hevur verið sann­ førandi, og ú øllum ketum hevur tað verið stór kapping um plássini. Jens Berthel Askou hevur lagt nýtt støði fyri venjing, og tað bar við sær, at HB vann FM so sannførandi, at tað, sum nú er eftir, er leygardagin at fara til Klaksvíkar eftir FM steypi­num og gullkrónunum og síðani at seta kós eftir løg­ mans­steypinum. NSÍ knúgvaði KÍ Fyri fyrstu ferð í ár hevur NSÍ vunnið ímóti KÍ. Úrslitið við Løkina í Runavík var 1-0 til NSÍ. NSÍ liðformaðurin og mál­skjúttin yvir allar aðrar í før­oyskum fótbólti, Klæmint A. Olsen, skoraði sigursmálið í fyrra hálvleiki. Uppleggið átti 16 ára gamli Jørgen Nielsen, sum er spildurnýggjur á NSÍ liðnum. Hann fekk møgu­leikan, tí Petur Knudsen var leik­bann­ aður, og tí Steffan Løkin er skaddur. Eftir innlegg úr høgru spældi Jørgen Nielsen snilt við hælinum bóltin til handara stólpa, har Klæmint A. Olsen úr stuttari fjarstøðu setti bóltin í málið. Klaksvíkingar vóru øgiliga grammir fyrstu løtuna, tá ið teir høvdu fleiri møgu­ leikar at skora mál. Tórður Thom­sen var sera stinnur millum stólparnar hjá NSÍ, og verjan við sera sannførandi Oddi Á. Højgaard vardi ógvu­ liga væl. KÍ hevði fleiri góðar møgu­ leikar í seinna hálvleiki, men tað eydnaðist ikki at vinna málið, sum hevði havt ógvuliga stóran týdning í kappingini um næstfremsta plássið. Rok í Sarpugerði Tað var undirhald og í løtum gott fótbóltsspæl, og tað var dramatikkur fyri allar peng­ ar­nar, tá ið B36 vann 3-1 ímóti Víkingi í Sarpugerði. Sigurin ber við sær, at B36 framvegis er við í kappingini um Europaplássini. B36 skal í síðsta umfari spæla á heima­ vølli ímóti NSÍ. Tað kann fara at vísa seg, at vinnarin av tí dystinum fer at enda á silvurplássinum og fer at vin­ na atgongumerki at luttaka í Europa. Tað valdast eisini, hvussu tað fer at ganga hjá KÍ, sum tapti í Runa­vík. KÍ eigur dyst miku­kvøldið á heimavølli ímóti AB. NSÍ hevur 60 stig, B36 hevur 59 stig, og KÍ hevur 58 stig. Víkingur legði seg á odda, tá ið eitt lítið korter var farið. Málskjútti var Finnur Justinus­ sen, sum nú hevur skorað 13 mál. Á liðnum hjá Víkingi vóru fleiri ungir spælarar – Bergur Greger­sen, Géza David Turi, Arn­bjørn Svensson, Noah Mne­ ney og Olaf Bárðarson. Eftir steðgin svaraði B36 ruddi­liga aftur. Hannes Agnars­son javnaði longu tveir minuttir eftir steðgin til 1-1, og tá ið ein tími var farin, var tað B36 miðverjin og fyrr­ver­ andi Víkingaspælarin Erling Dávidsson, sum legði B36 á odda 2-1. Tá ið tað restaði eitt korter staðfesti Sebastian Pin­ gel 3-1 sigurin eftir upplegg frá Stefan Radosavljevic, sum í heyst hevur verið eyðsýndasti spælarin hjá B36. Tveir av spælarunum hjá Víkingi sóu eftir dystarlok bein­leiðis reytt kort, og harvið vera teir ikki við, tá ið Víkingur leygardagin fær vitjan av ÍF. Talan er um liðformannin Atla Gregersen og fuglfirðingin á mið­vøllinum hjá Víkingi Boga Reinert Petersen. AB takkar Símuni fyri ÍF vann 1-0 á heimavøllinum í Fløtugerði ímóti AB. Einasta málið skoraði Uros Stojanov. Hetta var seytjanda málið hjá honum. Uros hevur skorað 17 av 33 málum ella meiri enn helm­ingin av málunum, sum ÍF hevur skorað í ár. Tað er framúr avrik. At tað ikki eydnaðist AB at vinna úrtøku í Fuglfirði ber við sær, at argjamenn hava knívin á barkanum. AB skal spæla útsettan dyst móti KÍ miku­dagin, og síðani móti EB/ S trey mi á heimavølli í 27. umfari. Í eini roynd at fáa vend í, hevur felagið sagt upp Símun Samuel­ sen, ið tók við tíðliga í hes­ um kappingarárinum. Rógvi Poulsen kemur at standa á odda fyri liðnum seinastu tveir dystirnar. Skála av aftasta plássinum Fyri fyrstu ferð síðani støðan Betri deildin menn: Betri deildin menn støðan # LIÐ D V J T MF MÍ MM STIG 1 HB 26 22 2 2 80 22 58 68 2 NSÍ 26 19 3 4 54 23 31 60 3 B36 26 19 2 5 74 33 41 59 4 KÍ 25 18 4 3 68 23 45 58 5 Víkingur 26 14 2 10 51 43 8 44 6 ÍF 26 7 5 14 33 55 -22 26 7 EB/S 26 7 3 16 26 61 -35 24 8 TB 26 3 6 17 17 40 -23 15 9 SKÁLA 26 1 4 21 20 69 -49 7 10 AB 25 0 7 18 16 70 -54 7 Tað bleiv ongantíð spennandi sunnudagin, tá HB avgjørdi FM longu í fyrsta minutti í dystinum móti TB. NSÍ tók KÍ og tí er stórur spenningur um Evropa-plássini. Við javnleiki við Margáir lyfti Skála seg av aftasta plássinum, sum kostaði Símuni Samuelsen starvið á Argjum HB ER FM-VINNARI HB ER FM-VINNARI FYRI 24. FERÐ FYRI 24. FERÐ