týsdagur 3. november 2020síða 47
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
47
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mikudagur 4. november 2020 · Nr. 77
U21 hópurin:
RÓI MØRK HENTZE, B36
RÓI ZACHARIASSEN, EB/STREYMUR
BÁRÐUR Á REYNATRØÐ, VÍKINGUR
ARI OLSEN, VÍKINGUR
ANDRIAS EDMUNDSSON, AGUILAS F. C.
(SPANIA)
DANIEL JOHANSEN, HB
SAMUEL JOHANSEN CHUKWUDI, HB
ÓLAVUR NICLASEN, KÍ
ANDRI BENJAMINSEN, B68
HANUS SØRENSEN, FC MIDTJYLLAND
(DANMARK)
HANNES AGNARSSON, B36
RAGNAR SAMUELSEN, B36
ARNBJØRN SVENSSON, VÍKINGUR
JÁKUP BISKOPSTØ ANDREASEN, KÍ
LUKAS GIESSING, AB (DANMARK)
JONN JOHANNESEN, KÍ
STEFAN RADOSAVLJEVIC, B36
PETUR KNUDSEN, NSÍ
ADRIAN JUSTINUSSEN, HB
PÆTUR PETERSEN, HB
HJALTI KÁRASON DJURHUUS, EB/
STREYMUR
Tróndur Arge - Tórsvøllur
Håkan Ericson hevur kunngjørt hópin
til venjingardystin móti Litava, sum
verður í Vilnius mikudagin 11. november,
og UEFA Nations League dystirnar móti
Lettlandi og Malta, sum verða ávikavist
14. og 17. november.
Tað gjørdi hann á tíðindafundi
í
nýggju
“Landsliðsbúðini”,
sum
er
ítróttarhandilin
hjá
Fótbóltssambandinum, ið verður í høl
unum hjá No 12. Tíðindafundurin byrjaði
við, at Virgar Hvidbro, aðalskrivar í Fót
bóltssambandinum, lat nýggjan handilin
upp. Síðani fekk landsliðsvenjarin orðið.
Hann ynskti millum annað HB til lukku
við FM-heitinum, áðrenn hann fór í holt
við at kunngera hópin.
24 nøvn gingu aftur frá upprunaliga
landsliðshópinum
seinast,
meðan
25.
navnið
er
nýtt
í
føroyskum
A-landsliðshøpi. Magnus Holm Jacobsen.
Hann er verjukendur miðvallari og
landsliðsvenjarin vísti millum annað
á, at bæði Hallur Hansson og Brandur
Hendriksson hava leikbann til dystin
í Riga móti Lettlandi. Tí skal nýggjur
miðvøllur finnast til tann dystin.
Svenski
landsliðsvenjarin
hjá
Føroyum heldur fyri, at Magnus H.
Jacobsen hevur víst gott spæl fyri B36
og U21-landsliðið. Hann vísur millum
annað á, at miðvallarin lesur væl spælið
og er sterkur á bóltinum, tá økini eru lítil.
Eisini verður víst á, at Magnus spældi
væl fyri B36 í Evropa.
Helt tað var skemt
Sjálvur fekk hann boðini dagin fyri, tá
venjarin hjá honum í B36, Jákup á Borg,
ringdi og gav honum boðini.
- Eg var heima og spældi FIFA, tá
Jákup ringdi. Eg væntaði at hann fór
at spæla hund við meg, men segði so at
eg var ov stuttur hesaferð. Síðani segði
hann tvætl og at eg var úttikin, sigur
Magnus H. Jacobsen, sum ikki hevur
sovið i nátt.
- Eg havi ikki fingið ein minutt av
søvni í nátt. Pulsurin var sum spældi eg
dyst, sigur miðvallarin.
Magnus H. Jacobsen hevur spælt á
U17, U19 og á U21 landsliðnum. Hann
hevur eisini spælt fleiri dystir við B36 í
Evropa, har hann hevur útmerkað seg.
-Tað gongur skjótari á U21-landsliðnum
enn tað ger á U17-landsliðnum. Eg royni
bara at gera mítt besta og onkuntíð
lyftur tú teg til tær stóru uppgávurnar,
sigur Magnus H. Jacobsen.
U21-landsliðið eisini úttikið
Á
tíðindafundinum
setti
Sámal
Erik Hentze, høvuðsvenjari hjá U21-
landsliðnum, eisini navn á teir 21
spælararnar, ið eru úttiknir til EM-
undankappingardystirnar móti Spania
og Kasakstan.
Við aftur í hópinum hesaferð er
Andrias
Edmundsson,
sum
spælir
við spanska felagnum Aguilas F. C.
Korona hevur annars gjørt, at ungi
toftamaðurin ikki hevur verið tøkur til
U21-landsdystirnar higartil í ár.
Tá spaniólar vóru á vitjan á Tórsvølli
fyri góðum mánað síðan, gjørdist úrslitið
2-0 til Spania. Tað endaði eisini við sigri
til gestirnar, tá Kasakstan fyri einum ári
síðan vitjaði á Svangaskarði. Ta ferðina
vunnu kasakar 3-1.
Mikudagin
12.
november
spæla
Spania og Føroyar í Marbella í Spania,
og týsdagin 17. november er útidysturin
móti Kasakstan á skránni. Dysturin
millum Kasakstan og Føroyar verður á
Kazhimukan Munaytpasov leikvøllinum
í Shymkent.
Sámal Erik Hentze segði í samrøðu
við FM1, at tað er týdningarmikið at
geva spælarum álit, um teir spæla væl.
Tí ganga teir flestu av spælarunum eisini
aftur frá sigrinum á Montenegro, og 2-0
ósigrinum fyri Spania.
trondur@sosialurin.fo
Hópurin:
GUNNAR NIELSEN, FH (ÍSLAND)
TEITUR M. GESTSSON, HB
TÓRÐUR THOMSEN, NSÍ
SONNI RAGNAR NATTESTAD, B36
HEINI VATNSDAL, KÍ
ODMAR FÆRØ, KÍ
RÓGVI BALDVINSSON, BRYNE BK
(NOREG)
HEÐIN HANSEN, HB
JÓANNES KALSØ DANIELSEN, KÍ
GILLI RÓLANTSSON SØRENSEN, SK
BRANN (NOREG)
VILJORMUR DAVIDSEN, VEJLE BK
(DANMARK)
ÁRI MOHR JÓNSSON, SANDNES ULF
(NOREG)
HALLUR HANSSON, AC HORSENS
(DANMARK)
DAN Í SOYLU, HB
MAGNUS H. JACOBSEN, B36
JÓANNES BJARTALÍÐ, KÍ
BRANDUR HENDRIKSSON OLSEN,
HELSINGBORG (SVØRÍKI)GUNNAR
VATNHAMAR, VÍKINGUR
SØLVI VATNHAMAR, VÍKINGUR
KAJ LEO Í BARTALSSTOVU, VALUR
(ÍSLAND)
MEINHARD EGILSSON OLSEN, GAIS
(SVØRÍKI)
KLÆMINT ANDRASSON OLSEN, NSÍ
ANDREAS LAVA OLSEN, VÍKINGUR
JÓAN SÍMUN EDMUNDSSON, DSC
ARMINIA BIELEFELD (TÝSKLAND)
PATRIK JOHANNESEN, KÍ
20 ára gamli Magnus Holm Jacobsen úr B36 er úttikin til landsliðið
á fyrsta sinni. Hann helt tað var skemt, tá hann bleiv uppringdur,
men er til reiðar at royna seg á A-landsliðnum fyri fyrstu ferð
varð gjørd upp eftir fimta um
far er Skála ikki niðast á støðu
talvuni. Tað restar eitt umfar,
og eftir javnleik við Margáir er
Skála næstaftast og AB aftast.
Bæði liðini hava sjey stig, men
málmunurin hjá AB er lakari,
enn hann er hjá Skála.
Skála skal í síðsta umfari
spæla í Trongisvági ímóti
TB, og AB skal í síðsta umfari
spæla á heimavølli ímóti EB/
Streymi. Tað liðið at teimum
báðum – Skála og AB – sum
stendur seg verri fer at flyta
beinleiðis niður í næstbestu
deildina.
EB/Streymur
legði
seg
framum 1-0, tá ið ein tími var
farin. Niklas T. Kruse legði
flatt innfyri úr høgru, og
miðvallarin Símun Sólheim,
sum var runnin inn úr vinstru,
sendi bóltin flatt inn við
stólparótini.
Arnbjørn Hansen fekk av
gerandi leiklut, men tað var
ikki sum málskjútti hjá EB/
Streymi. Tá ið eyðsýndi Niels
Pauli Danielsen legði innfyri úr
høgru, bríkslaði dómarin fyri
brotssparki til Skála, tí hann
helt, at Arnbjørn Hansen í
egnum brotsteigi hevði skump
að ein av mótstøðumonnunum
óregluliga.
Klokkan vísti 89 minuttir
og 45 sekund, tá ið Niels Pauli
Danielsen var ísakaldur og
setti bóltin úr ellivu metrum
og í EB/Streymamálið.
trondur@sosialurin.fo
Magnus er nýggjur á landsliðnum
A-landsliðið: