Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-11-05, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 5. november 2020síða 2

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Í blaðnum... Tórshavn Tórsgøta 1, 100 Tórshavn tel. 341800, post@sosialurin.fo Tel. 341800 www.sosialurin.fo Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fyritaksstjóri Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Stovnaður: 1927 Prent: Prentmiðstøðin Suðuroy tel. 375364, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 ella senda teldupost til klaga@sosialurin.fo og boða frá. Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Erla Kongsdóttir yvirtikin 6. NOVEMBER 2020 Hevur týdning hvør er í Hvítu Húsunum Tað var fitt av vindi í gjár og í gjárkvøldið, og løgreglan fekk fleiri fráboðanir um, at valplakatir fuku í vindinum ymsastaðni í Havn. Tað hanga nógvar plakatir uppi allastaðni, men tað eru ikki allar, sum eru líka væl festar, og tí fara tær á flog. Løgreglan sigur, at løgreglan fór á staðið og fekk boðini víðari, so at tær ikki elvdu til skaða. Stendst skaði av, at valplakatir fara í vindinum, er væntandi, at tey, sum hava ábyrgdina av teimum, koma undir endurgjald. Annars hevur løgreglan ikki fingið nakað serligt at fráboðanum um vindskaða í nátt, men á Selatrað vórðu nakrar takplátur tiknar av vindi, men tey fingu fatur á teimum aftur. Aftur í dag, og tað mesta avnáttini, verð­ ur boðað frá heilt fitt av vindi. VALPLAKATIR Á FLOG Helgi hevur sítt boð upp á gongd í haga Tíðargrein síða 20-21 Søguligasta brekkan í Havn Siðsøga síða 24-25 Í blaðnum... Elva tær skaða verður endurgjald Oddagrein Eirikur Lindenskov ábyrgdarblaðstjóri Gongst sum ætlað verður Kongs­ dóttir í Føroyum mitt í næstu viku Nú hevur Strandferðslan loksins yv­ir­tik­ ið nýggja skipið, Erlu Kongsdóttir. Fólk frá Strandferðsluni hava verið í Noregi í fleiri dagar í sambandi við yvirtøkuna og hesa tíðina er skipið royndarsiglt. Royndarsiglingin vísti, at ymsar rætt­ ingar skuldu gerast. Tað mesta er nú rætt­að og Hilmar Eliasen, stjóri á Strandferðsluni sigur, at nú hevur Strand­ferðsl­an yvirtikið skipið. Men tal­ an er um eina treytaða yvirtøku og tað merk­ir, at tað eru framvegis viðurskifti, sum skulu rættast, áðrenn yvirtøkan er endalig. Av trygdarávum eru allar skipanir um­borð, dupultar, men tað vísir seg, at eitt av girunum verður ov heitt tá ið Erla Kongs­dóttir siglur við fullari ferð. Tann feil­ur­in verður nú rættaður, áðrenn skip­ ið verður endaliga yvirtikið sigur Hilmar El­i­s­asen. Tá ið tey kortini hava yvirtikið skipið, treytað, er tað fyri at skunda undir at fáa pappírsarbeiðið við Skipaeftirlitið avgreitt, so at skipið kann fara í sigling. Sum støðan er nú, eru ikki líkindi at loysa í Noregi, men sum tað sær út nú, verð­ur ein skái um vikuskiftið og heldur tað stikk, er ætlanin at seta kós ímóti Før­oy­um tá. So skuldi Erla Kongsdóttir ver­ið í Føroyum í fyrru helvt í næstu viku, men her skulu so eisini nakrar roynd­ir, og nakrar venjingar gerast, áðr­ enn Erla Kongsdóttir verður sett í ferða­ fólkasigling. Fyrsta uppgávan verður at røkja sigl­ ing­ina ímillum Havnina og Nólsoy í­meðan Ternaner í dokk. Erla Kingsdóttir sigl­ur so skjótt, at tað eru 12 minuttir frá tí, at loyst verður í Havn, til lagt verður at í Nólsoy - ella øvugt. Ternan verður aftur í sigl­ing stutt fyri jól, so Erla Kongsdóttir verð­ur álitið í hálvan annan mánað. Hon tek­ur sløk 100 ferðafólk og einar tríggjar bil­ar. Amerikanska forsetavalið gjørdist tann stóri gýsarin, sum fleiri helst høvdu ótt­ast. Hóast veljarakanningar flest all­ ar góvu Joe Biden sigurin, so var tað als ikki ó­vænt­að, at úrslitið gjørdist nógv tætt­ari, enn veljarakanningarnar høvdu spátt. Morgunin eftir valið tyktist, sum um for­setin hevði endurvunnið Hvítu Hús­ ini, men sum mikudagurin leið, so tykt­ ist tað alsamt meira ivasamt, og í skriv­ andi stund tykist meira sannlíkt, at tað verð­ur Joe Biden, sum skal flyta inn í Hvítu Húsini 20. januar komandi sum næsti forseti USA. Hóast forsetaval í USA vanliga hava stór­an týdning fyri okkum í Vest­ur­ heim­i­num – so hevur forsetavalið hesa­ ferð enn størri týdning. Tí tað er ikki hent áður, at eitt slíkur persónur sum Don­ald Trump er valdur til forseta í ein­um framkomnum landi. Einum landi, sum flestu okkara hava virðing fyri. Tað er tí ikki løgið, at flestu fólk í Vest­ur­heiminum halda við Joe Biden og ynskja Donald Trump at tapa valið. Men so sannførdir eru amerikanararnir ikki sjálvir. Okkara fólkaræði er øðrvísi enn tað amerikanska. Hóast pengar eisini hava stórt vald í okkara samfelag, so er tað ikki ein fyritreyt fyri politiskum valdi, at tú hevur pengar, so sum tað er í USA. Vit eru heldur ikki von við so skitið orða­skifti, har lygnir og útspillingar eru høv­uðsmál millum matar menn. Vit høvdu helst eisini strúsað við, um ein føroyskur løgmaður fór at krevja umteljing av valúrslitnum, um tað vísti seg at flokkurin hansara ikki stóð seg so væl á einum føroyskum val­ staði. Ella um hann hevði lagt onnur und­ir valsvik. Men soleiðis er støðan í USA. Donald Trump vil ikki viðurkenna, at hann kanska hevur tapt, áðrenn tað er greitt, og leggur hann onnur undir at snýta. Tað er eisini hugvekjandi, at fleiri lands­stýrismenn í Føroyum hava Don­ ald Trump sum fyrimynd – og at hægsti pol­itiski myndugleiki í Fólkakirkju hev­ur ein lygnara og horibuykk sum fyrimynd, tí hann »hevur røttu virðini«. Tað hevur týdning fyri okkum í Vest­ ur­heiminum, hvør stýrir í USA. Vit mugu tí bara vóna, at politiska skipanin í USA er sterkari enn vandamiklasti for­setin nakrantíð. At skilvísi og rætt­ vísi vinnur. Tí má Trump út og einasta alt­er­nativið í løtuni Joe Biden inn. SAVNSMYND