Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-11-05, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 5. november 2020síða 3

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 6. NOVEMBER 2020 SOSIALURIN 78 3 Kundaráðgevar til deildirnar í Tórshavn og Klaksvík Les meira á betri.fo Vilt tú vera við at røkja og styrkja sambandið við verandi og nýggjar kundar í Betri Banka? Vit sóknast eftir privatkundaráðgevum til Betri Banka, sum ynskja at skapa virði fyri kundarnar í sam takinum, og sum seta góða tænastu í hásæti, soleiðis at Betri framhaldandi verður fremsta val føroyinga. Starvið Høvuðsuppgávan er at veita kundunum eina skjóta og góða tænastu um øll fíggjarviðurskiftir. Tú fært ábyrgd av eini kundaportefølju, sum tú virkin skalt røkja. Arbeiðið fevnir um alt samskifti við kundar, ráðgeving og kredittviðgerð. Tú verður partur av eini deild við ávíkavist 29 og 8 dugnaligum starvsfólkum. Deildin virkar í tøttum samstarvi við hinar deildirnar í samtakinum. Starvsstaðurin er í ávíkavist Tórshavn og í Klaksvík. Fakligir førleikar Vit vænta, at tú hevur viðkomandi útbúgving, eitt nú peningastovnsútbúgving ella Finansøkonom. Persónligir eginleikar Tú hevur stóran áhuga at veita eina góða kundatænastu, tær dámar væl at hava tætt samband við kundar, og tú dugir væl at samskifta. Tú ert uppsøkjandi, fyrikomandi, hevur góð samstarvsevni, ert positiv/ur av lyndi og álítandi. Starvið verður sett skjótast til ber og lønin verður ásett sambært avtalu millum YTF og FAG. Ráðgevi til Deild Tórshavn Um tú heldur, at hetta ljóðar spennandi, er tað kanska júst tær vit leita eftir. Hevur tú spurningar um starvið í Tórshavn, kanst tú seta teg í samband við Fíu Selmu Nielsen, rakstrarleiðara, á telefon 348384, teldupostur fsn@betri.fo, ella við Beintu W.Fossabrúgv, HR-leiðara, telefon 348224, teldupostur bwf@betri.fo. Ráðgevi til Deild Klaksvík Um tú heldur, at hetta ljóðar spennandi, er tað kanska júst tær vit leita eftir. Hevur tú spurningar, kanst tú seta seg í samband við Margareth D. Djurhuus, rakstrarleiðara, á telefon 348104, teldupostur mdd@betri.fo, ella við Beintu W. Fossabrúgv, HR-leiðara, telefon 348224, teldupostur bwf@betri.fo. Skrivligar umsóknir skulu sendast til starv@betri.fo, og verða okkum í hendi í seinasta lagi 16. november 2020 klokkan 12.