hósdagur 5. november 2020síða 4
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 6. NOVEMBER 2020
SOSIALURIN 78
4
ANNIKA KUNOY IM
L
ítið vistu 30 ára gamla
ElsaMaria Dam Kongs
líð og 33 ára gamli Er
hard Pæturson Kongs
líð, hvussu turbulent fyrsta árið
sum hjún for at verða, tá tey fyri
góðum ári síðani góvu hvørjum
øðrum sítt ja.
ElsaMaria gjørdist við barn
fyrst í 2020. Hetta var eitt tíðar
skeið, sum hon sjálv lýsir sum
ógvuliga stressandi.
Um Ólavsøku hevði ElsaMaria
tað ikki gott. Hon hevur cøliaki,
sum er ovurviðkvæmi fyri glut
en, og hon kendi til signalini,
sum kroppurin sendir henni, tá
hon er ovbyrðað av strongd. Hon
misti millum annað røddina, og
hon orkaði sera illa vanlig ting í
gerandisdegnum, sum at ganga
trappur ella at tosa við fólk.
– Eg arbeiddi nógv og hevði
í so nógv at gera, sigur Elsa
Maria Dam Kongslíð, sum bæði
undirvísir í tvørfloytu í Musikk
skúlanum í Klaksvík, Runavík og
Skála og arbeiðir í Burn Fitness
í Havn.
– Eg svav nógv, og eg orkaði
einki. Tað var dráp at ganga
trappurnar, og eg fekk illa etið,
tí eg fekk so ilt í búkin. Eg royndi
at drekka smoothie og lættar
drykkir, soleiðis at eg fekk
okkurt niðurum, sigur hon frá.
Fær koronu
4. august hava ElsaMaria og Er
hard eitt ára brúdleypsdag og
fara út at eta tað kvøldið. Tey
møta systur ElsuMariu. Uttan
at vita tað tá, hevði hon verið
saman við onkrum, sum hevði
koronu. Tveir dagar seinni verð
ur systur ElsuMariu testað posi
tiv fyri koronu, og tey skuldu
øll í sóttarhald. ElsaMaria og
Erhard testaðu tá negativ. Seks
dagar seinni fara tey aftur at
testa seg, tí Erhard heldur seg
kenna okkurt á sær. ElsaMaria
mótmælir eitt sindur, tí hon
kennir seg illa fyri og orkar ikki
so væl út at verða testað aftur.
– Eg hugsaði, at eg kundi líka
so gott fara, tí var hann sjúkur, so
mátti eg testast aftur kortini. Vit
fóru saman við foreldrunum hjá
mær, og tá var eg tann einasta,
sum var smittað.
Tá landslæknin ringdi og
segði ElsuMariu, at hon hevði
koronu, varð ElsaMaria fyrst
rættiliga irriterað. Hon var móð,
illa fyri og orkaði illa tankan um
ein longt sóttarhald.
Tað er ikki neyðturviliga
vandamikið at fáa koronu, tá
ein gongur við barni. Serliga
ikki, tá ein ikki er komin til at
eiga, tí tá er ikki neyðugt at fara
á sjúkrahúsið, fekk hon at vita
frá læknanum tá.
Men ElsaMaria varð bara
verri og verri fyri. Fyri tað
allar mesta lá hon á sofuni og
orkaði næstan ikki upp á loftið
á ves. Fleiri ferðir ringdi mam
ma hennara og bað hana taka
fepurin. ElsaMaria var í sóttar
haldi og átti ongan fepurstokk,
og tí visti hon ikki, fyrr enn
gumma hennara kom við einum
fepurstokki, at fepurin lá um 39
stig. Hon var tá ógvuliga ússalig.
Hon vildi tó illa til lækna,
tí sum hon sjálv greiðir frá, so
hevði hon so lítla orku, at hon
orkaði ikki tankan um at skula
út, verða kannað og síðani send
heim aftur. Men ElsaMaria
hevur eisini ein gubba, sum er
kommunulækni og mamma
ElsuMariu hevði ringt til hans
ara, og hann hevði tosað við
Landssjúkrahúsið, og síðani
varð avgjørt, at ElsaMaria mátti
fara á skaðastovuna og verða
kannað.
Verður innløgd
Leygardagin koyrir Erhard
ElsuMariu oman á Landssjúkra
húsið, og har varð gjørt klárt at
fáa koronusjúklingin inn.
– Læknin kemur út eftir mær
uttanfyri skaðastovuna við
masku, klæðum, handskum og
verju fyri høvdið til mín, áðrenn
eg kundi fara inn á sjúkrahúsið.
Læknarnir vóru í tí sama, greiðir
hon frá.
Hon fór fyrst inn á skaða
stovuna, har royndir vórðu tikn
ar, og hon varð síðani koyrd á
intensivdeildina, aðrenn hon
verður flutt á seingjadeildina á
A3 sunnudag.
– Tá roknaði eg við, at eg skjótt
fór at verða send heim aftur, tí
eg var komin á seingjadeildina
at liggja, sigur ElsaMaria, sum
lítið visti um, hvussu umfatandi
komandi vikurnar fóru at verða.
SAMRØÐA: ElsaMaria Dam Kongslíð
– Í fleiri dagar lá 30 ára gamla ElsaMaria Dam
Kongslíð á intensivudeild á Landssjúkrahúsinum,
tí hon var ógvuliga sjúk av koronu, og hon orkaði
illa at eta og at anda. Tá ElsaMaria ikki batnaði,
varð avgjørt at taka barnið við keisarskurði í viku
33, og meðan ElsaMaria fór aftur á intensivdeildina,
fór fór nýfødda dótturin við pápanum í avbyrging
VIÐ BARN
VIÐ BARN
OG
OG INNLØGD
INNLØGD
VIÐ KORONU
VIÐ KORONU
Eg hugsaði alla
tíðina, at um
diddan hevði
tað gott, skuldi
tað nokk ganga,
tí eg skuldi
nokk klára meg