hósdagur 5. november 2020síða 5
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 6. NOVEMBER 2020
SOSIALURIN 78
5
– Sunnudagin koma lækna
rnir tó og siga mær, at eg skuldi
oman aftur á intensivdeildina,
tí tølini als ikki vóru góð, eg
hevði fepur og ongan matarlyst.
Læknarnir vildu halda eyga við
tølunum alla tíðina á skíggja
num, og tað kundu teir ikki á
seingjadeildini. Eg skuldi eisini
í skannara, og har sóu læknarnir,
at lunguni ikki sóu gott út, og
at eg hevði ringan lungabruna,
sigur hon.
– Eg fekk tað ikki betur,
meðan eg lá á intensivdeildini,
sigur hon og greiðir frá, at
hon minnist næstan einki frá
døgunum á intensivdeildini, tí
hon var so illa fyri.
– Eg minnist, at eg havi ligið
har. Eg minnist, at eg slapp at
síggja lítlusystur mína og mann
in av og á, sum plagdu at sita
uttanfyri úthurðina, so vit sóu
hvønn annan, meðan vit tosaðu
í telefon saman, hugleiðir hon.
Tvær ferðir um dagin komu
ljósmøður inn og kannaðu
barnið, og hon hevði tað gott
alla tíðina.
– Eg hugsaði alla tíðina, at um
diddan hevði tað gott, skuldi tað
nokk ganga, tí eg skuldi nokk
klára meg, sigur ElsaMaria, sum
tó seinni hevur ásannað, at tað
hava verið fleiri, ið hava stúrt
um hana hesar dagarnar.
Manadagin hevði ElsaMaria
tað eitt sindur betri enn dagin
fyri, og enn einaferð væntaði
hon, at hon fór at sleppa heim
nokkso skjótt. Men týsdagin
var aftur heilt galið, tá hon fekk
eitt herðindi hálvgun í ørviti av
sjúku, pínu og andaneyð.
– Tá eg skuldi upp at eta, var
pulsurin uppi á 150. Tað kendist,
sum var eg við at kvalast. Eg
fekk ikki luft, og pulsurin fór
ikki niður aftur. Eg var inni í
einum kamari og har var bara
ein úthurð. Eg havi ongantíð
verið so svøk fyrr. Eg royni at
hála slangur og annað av mær
og rann yvir til úthurðina og
bankaði og sparkaði hana,
meðan eg stríddist við at fáa
hana upp, men eg fekk hana
ikki upp, tí eg var so veik, sigur
hon frá.
Ein sjúkrarøktarfrøðingur
kom inn og fekk sissað Elsu
Mariu, og hon sær tá, at tað
standa fleiri folk uttanfyri og
hyggja. Løtu seinni kemur ein
lækni inn og sigur, at tey nú
verða noydd til at taka barnið
við keisaraskurði, tí ElsaMaria
var so vánalig.
– Eg var so kedd, tí eg vildi
ikki, at hon skuldi takast við
keisarskurði í viku 33, og eg visti
eisini, at av tí at eg var sjúk, fóru
umstøðurnar ikki at vera góðar,
sigur hon rørd.
Olivia verður fødd
Tveir tímar seinni er ElsaMaria
í skurðstovuni. Stovan er full av
læknum og fakfólki í andlits
verju, handskum og kittli. Hon
sær bara eygu, og hon minnist
ikki enn tann dag í dag, hvør
hevur verið inni á skurðstovuni
Eg sá einki annað
enn eygu í nógvar
dagar. Eg eri ikki
eitt serstakliga
sosialt menniskja,
men hetta er eitt
tað ringasta, eg
havi upplivað