Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-11-05, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 5. november 2020síða 6

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 6. NOVEMBER 2020 SOSIALURIN 78 6 saman við henni. Bæði tí hon eingi andlit sá, og eisini tí, at hon var so illa fyri. Maður hennara slapp tó ikki við, og ístaðin skuldi hann í skundi kannast fyri koronu og gera seg kláran at fara í av­byrg­ ing saman við dótturini, sum var á veg. – Olivia varð tikin út, og á veg út gjøgnum hurðina, steðgar barna­læknin líka á og vísir mær hana. Eg sá hana ikki aftur tá, sig­ur mamman. – Kroppsliga kendi eg ein lætta beinavegin, tá hon varð tikin út, og eg fekk luft nógv longri niður í lungini, enn eg hevði fingið í langa tíð. Eg føldi við tað sama, at tað var gott, at hon kom út, sigur hon frá. ElsaMaria fór aftur á inten­ sivu­deild, og hon byrjaði at pumpa mjólk til Oliviu, sum fekk fyrstu mjólkina frá mammu síni inni á avbyrgdu stovuni saman við pápanum. Eftir tað fekk Elsa­Maria sterkan heilivág fyri koro­nu, og tá varð øll mjólkin, sum hon pumpaði, burturbeind. – Eg lá á intensivdeildini til fríggjadag – eina viku eftir, at eg varð innløgd. Øll sum komu inn høvdu skerm fyri høvdið, masku, klæðir og handskar. Eg sá einki annað enn eygu í nógvar dagar. Eg eri ikki eitt serstakliga sosialt menniskja, men hetta er eitt tað ring­asta, eg havi upplivað, sigur ElsaMaria Dam Kongslíð frá. – Eg hevði verið ígjøgnum so nógv, og eg kundi ikki eingongd fáa eitt klemm, sigur hon rørd. ElsaMaria orkaði enn illa at eta og fekk nógvar pro­ tein­drykkir fyri at stykja seg. Eisini kom fysioterapeutur við venjingum fyri at styrkja lungu­ ni. – Eg orkaði illa at blása, og eg orkaði illa at hosta alt upp, tí eg hevði ilt í skurðinum eisini. Tað var ein keðilig ringrás. Tá eg varð flutt aftur á A3, og heilivágurin var farin at hjálpa, gekk tað tó rættiliga skjótt nógv betur, sigur hon. – Umstøðurnar gjørdu tó, at eg kendi meg eitt sindur óynksta, og eg merkti væl, at eing­in veruliga vildi vera inni í rúminum, tí eg hevði koronu. Eg var eisini bangin fyri at smitta hini, sum komu inn, tí eg lá í songini uttan masku, og hóast starvsfólkið var í verju, so lá óttin har hjá mær, greiðir hon frá. Oliviu í føvningin Mánadagin eftir sleppur Elsa­ Maria oman á barnadeildina til Oliviu. Erhard skal tó út úr stovuni, áðrenn ElsaMaria kem­ ur, so tey síggjast ikki tá. Hann fór heim aftur í sóttarhald. ElsaMaria greiðir frá, at tað var við blandaðum kenslum, at hon fekk nýføðingin í føvningin fyri allar fyrstu ferð. – Eg var ongantíð ordiliga spent upp á at síggja Oliviu, tí hon lá við slangum og maskin­ um, og á myndunum sá hon altso einki fitt út, tí hon var hov­in um eyguni. Eg hevði tað eisini so nógv betur kropsliga, tá hon varð tikin, sigur hon frá um tíðina, hon fyrstu ferð skuldi hitta dóttur sína. – Tað var ómetaliga deiligt at fáa hana í føvningin, men eg hevði blandaðar kenslur, tí eg kendi hana ikki aftur, og eg føldi ikki, at eg átti hana. Tað kendist, SAMRØÐA: ElsaMaria Dam Kongslíð