Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-11-05, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 5. november 2020síða 7

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 6. NOVEMBER 2020 SOSIALURIN 78 7 sum passaði eg barnið hjá onkr­ um ørðum. Tað var so løgið alt. Eg havi sikkurt mist okkurt av tilknýtinum í forløbinum, men eg hevði heldur ikki verið í stand til at havt hana, tá hon var fødd, tí eg var so sjúk, sigur hon. – Tað er óivað gott, at eg ikki hevði verið í kontakt við fólk, áðrenn eg sá Oliviu, tí eg hungraði eftir menniskjaligum sam­bandi tá, og hon var tann fyrsta, sum eg kom í kontakt við í meir enn eina heila viku, sigur ElsaMaria Dam Kongslíð erliga. Og næstu tvær vikurnar hevði ElsaMaria eisini bara kontakt við Oliviu, tí tær báðar lógu tá á Barnadeildini í avbyrging, og starvsfólkið, sum kom inn á stovuna var í verju. Tær finna skjótt føstu rutinu­ na, tí Olivia skal hava mjólk gjøgnum sondu triðja hvønn tíma, og ElsaMaria skal pumpa. Olivia svevur eisini nógv og liggur nógv hjá mammu síni, tí hon er so lítil. Tað var eisini gott, heldur ElsaMaria, tí so fekk hon hvílt seg saman við henni í songini tað mesta av tíðini. Familjan saman aftur – Tá vit hava verið á Barna­deild­ ini í eina heila viku, var Erhard liðugur í sóttarhaldi, og hann slapp tá oman til okkum. Tá byrjaðu starvsfólkið eisini at koma inn á stovuna uttan verju, tí eg ikki longur var sjúk, sigur hon. – Tað var so ómetaliga deiligt at síggjast aftur, men tað var eisini stuttligt at síggja andlitið í starvs­fólkinum, sum hevði verið um meg í so langa tíð, sigur hon Síðani vórðu tey trý flutt oman á føðideildina, og fyrstu viku­na fekk Olivia mest sondu, meðan tey arbeiddu við at fáa hana at súgva frá mammu síni. Tað orkaði hon illa, so tað tók eina tíð, aðrenn tær funnu stevið, og í dag fær hon frá mam­ mu síni. – Meðan vit lógu á føði­ deild­ini, sluppu vit eisini út at trilla við vogninum. Og hóast eg ikki orkaði at trilla sjálv, var tað ómetaliga gott at fáa fríska luft og rørslu eftir at hava ligið í songini í fleiri vikur. Heima aftur Fýra vikur eftir, at ElsaMaria varð innløgd á intensivudeild við koronu, varð lítla familjan Kongslíð endiliga útskrivað av Landssjúkrahúsinum í orlov. Tað merkir, at tær sluppu at vera heima, men annanhvønn dag máttu tær oman á føðideildina til kanningar. – Nú tá eg hugsi um tíðina, sum hevur verið, haldi eg næstan, at maður mín hevur havt tað torførari enn eg. Hann hevur verið stúrin um meg og hevur ikki vitað nakað um, hvussu tað fór at ganga. Seinni var hann sjálvur í sóttarhaldi heima, meðan vit báðar vóru á Barnadeildini. Líkamikið hvussu eg havi tryggjað hann um, at tað nokk skuldi ganga gott, hevur hann hugsað sítt og havt sínar stúr­anir, greiðir hon frá. – Vit hava fingið bjóðað við­ talur hjá sálarfrøðingi, sum vit eisini tóku av. Tað varð serliga stúrt fyri, um eg fór at klára at knýta meg til Oliviu eftir alt hetta, sum eg havi upplivað. Hon hevur jú gjørt so nógvar ónáðir, og vandi er fyri, at man fær eitt ringt forhold til barnið, tá man hevur havt tað soleiðis, sigur hon. ElsaMaria heldur tó ikki, at umstøðurnar ávirkaðu for­hold­ ið millum hana og Oliviu, annað enn at hon hevur havt torført við at venja seg við, at Oliva veru­liga er hennara. – Hetta er fyrsta barn hjá okk­ um, og tí havi eg heldur einki at samanbera við, tí hetta er mín veruleiki, sigur hon. Í dag er Olivia 11 vikur, og tær báðar njóta hvørja aðra og gernadisdagin heima. ElsaMaria er enn ikki ordiliga komin seg eftir sjúkutilgongdina, hóast hon følir at lunguni orka betur, tá hon til dømis spælir tvør­ floytu. Tað verður kanningar gjørdar av teimum, sum hava havt koronu, og tað verður eisini ringt til ElsuMariu av og á, har hon verður spurd, hvussu hon hevur tað. – Tað er ringt at siga, hvat er hvat. Orkan er enn sera lítil, men tað eru fá fólk við einum nýføðingi, sum hava nógva orku. Líkamikið um tú ert sjúk ella frísk, hevur tú eitt barn, sum grætur og skal hava at eta um náttina. Eg fái heldur ikki svarað upp á, hvussu mín vanligi gerandisdagur er eftir koronu, tí eg eri í barsil, og gerandisdagurin byrjar ikki aftur fyrr enn um eitt ár. Men eg føli tó, at lunguni hava tað betri, hóast eg ikki orki líka nógv enn, sigur hon til endans. ANNIKA@SOSIALURIN.FO Tað er óivað gott, at eg ikki hevði verið í kontakt við fólk, áðrenn eg sá Oliviu, tí eg hungraði eftir menniskjaligum sambandi tá, og hon var tann fyrsta, sum eg kom í kontakt við í meir enn eina heila viku