Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-11-05, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 5. november 2020síða 8

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 6. NOVEMBER 2020 SOSIALURIN 78 8 Í Havn og í Klaksvík eru politiskar uppstillingar til kommunuvalið, meðan tað ikki er soleiðis í Runavík og Eystur­kommunu. Í Runavík er í stóran mun talan um staðbundnar listar, utt­ an hugsjónir knýttar at ávísum flokk­um. Í Eysturkommunu er upp­still­ ingin partvís politiskt, men har er eisini ein borgaralisti, sum hev­ur fólk úr fleiri ymiskum polit­iskum umhvørvum. Tað verður ikki mett, at tær stóru broytingarnar fara at henda í Klaksvík Sjálv­stýris­ flokk­urin fekk eitt sera gott væl seinast, men hesaferð stillar Kristian Eli Zachariassen ikki upp­aftur. Mett verður, at flokkurin ikki missir so nógv av teirri orsøk, tí flestu atkvøðurnar hjá honum eru trúgvar sjálvstýrisatkvøður. Jógvan Skorheim hevur sitið sum borgarstjóri seinast árini. Hann fekk 739 persónligar at­ kvøður seinast. Tað er sjálvandi av­gerandi, hvussu nógvar hann fær hesuferð fyri hvussu tað gongst flokkinum. Millum fólk var stjørnan kanska ikki so bjørt fyri einari tíð síðani, men okkurt bendir á, at hann vinnur land aftur nú. Hvussu tað fer at gangast at manna eina samgongu eftir valið er tó ivasamt enn, tí Fólka­ flokkurin hevur eisini fýra limir í býráðnum og kann koma at sita væl fyri við Gunnvá við Keldu á odda. Spurningurin er bert um hinir flokkarnar halda, at hon er besta evnið til ein borgarstjóra. Tað er eisini ein spurningur um Javnaðarflokkurin fær eitt so gott væl, at Signhild Johannesen fer eftir borgarstjórasessinum. Tað fer hon kanska at gera í ein­ ari – ivasamari – samgongu við Fólkaflokkin. Gitingir eru, at flokkarnir helst fáa sama tal av bý­ráðs­ lim­um, hendir tað ikki, at Sam­ bandsflokkurin við Karl Johan­ sen á listanum, tekur eitt pláss. Runavík Í Runavík er ein stórur listi A, sum fyri fýra árum síðani fekk átta av teimum 11 sessunum í bý­ ráð­num. Onkur er farin av listanum, men alt bendir tó á, at listin, sum er skipaður riundanum bygd­irnar uttast á arminum eystaru­megin, fer at vinna sær av­gjørdan meirluta. Umleið 70 prosent av øllum íbúgv­um í kommununi, sum ann­ars telur 15 bygdir, búgva í tí øki­num. So er ein listi á Søldar­fjarð­ ar­leiðini. Á honum var Jonhard Danielsen valdur fyri fýra árum síðan, men hann er nú valevnið á nýggja lista D. Skála-listin stillar uppaftur. Seinast fekk hann tvey umboð, men kanska verður tað ikki meira enn eitt hesaferð, tí fleiri val­evnir á lista D koma av vestra armi í kommununi. Møguliga fáa listarnir nú hvør sítt umboð. Sum tað sær út, so situr Tor­ bjørn Jacobsen tryggur í borgar­ stjórasessinum – eisini komandi fýra árini. Eysturkommuna Eysturkommuna skal hava nýggjan borgarstjóra. Jóhan Christiansen stillar ikki upp­ aftur hesaferð, so spurn­ing­urin er, hvør fer at bera tingakrossin víðari. Listi V er ein nýggjur borgara­ listi, sum í veruleikanum er ein sam­anlegging av lista A og lista E. Hetta er manningin, sum hevur sitið seinastu árini á meir­lutanum, men havt eigur at vera í huga, at hvørki Jóhan Christiansen við 146 atkvøðum á lista E ella Brandur Jacobsen við 107 atkvøðum á lista A stilla uppaftur. Hinvegin so stillar ting­ maðurin og atkvøðuslúkurin hjá Fólkaflokkinum, Uni Ras­ mus­sen, upp á nýggja listanum. Tað kann lættliga viga upp ímóti teimum, sum eru farnir úr kommunustýrinum. Hvussu samansetingin verður eftir valið týsdagin er ilt at meta um. Eitt sindur av togan hevur verið millum bygdirnar í gomlu Gøtu kommunu og Leirvík. Hendan toganin er minni nú, men kann kortini ávirka, hvussu ein samgonga verður skipað týs­ kvøldið ella dagin eftir. ONGAR ÁBENDINGAR UM STÓRAR BROYTINGAR Í TEIMUM TRIMUM STÓRU KOMMUNUNUM Klaksvík, Runavík og Eysturkommuna skulu hava nýggj býráð – Eysturkommuna skal eisini hava nýggjan borgarstjóra Torbjørn Jacobsen situr helst tryggur - eisini komandi fýra árini Jóhan Christiansen takkar fyri seg, sum borgarstjóri í Eysturkommunu Stjørnan hjá Jógvan Skorheim lýsir bjartari aftur nú enn fyri einum ári síðani