Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-11-05, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 5. november 2020síða 16

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 6. NOVEMBER 2020 SOSIALURIN 78 16 Veturin er nú av álvara her. Dagarnir gerast styttri og dagarnir við vindi og regni fleiri í tali. Ordiligt inniveður, sum eisini leggur upp til at vit hugna okkum heima. Her eru fimm uppskot til lekkrar fjálgar vetrardrykkir hesar vetrardagarnar Heitt kakao stavar frá aztekisku mentanini, og drykkurin varð fyrstu ferð gjørdur fyri 2500-3000 árum síðani. Í dag eru nógv ymisk sløg av kakao – úr sjokolátu, kakaopulvuri, kakaomjólk og øðrum. Aztekararnir kallaðu kakao fyri drykk gudanna, og teir drukku ofta kakao við kili til ymisk hátíðarhøld. Aztekarakakao minnir um heitt kakao, men tað er gjørt út myrkari sjokolátu og vatni. Síðani er tað kryddað við kili og kaneil. Eitt sindur av vaniljuísi omaná ger drykkin eyka lekkran Soleiðis gert tú Aztekarakakao: Tilfar: 2 desilitur av vatni 2 súpiskeiðir av ahornsiroppi turkaðar kiliflykrur eftir tørvi 1 teskeið av kanelpulvuri 50 gramm av hakkaðari myrkari sjokoatu 70% Vaniljuís Mannagongd: Blanda alt tilfarið undantikið vaniljuísin í eini grýtu og hita við miðalhita. Tá sjokolátan er smeltað, verður alt tilfarið blendað við einum stavblendara ella vanligum blendara. Stoyt í pen gløs við eini kúlu av vaniljuísi omaná. Borðreið beinaveg. Tip: Smakkar eisini væl við á 4-8 cl av góðum myrkum rommi. UPPSKRIFTIR LAGT TIL RÆTTIS ANNIKA KUNOY IM - ANNIKA@SOSIALURIN.FO HEITT KAKAO GOLDEN MILK: EITT EINFALT TE VIÐ GURKUMAIU Gurkumaia verður nógv brúkt í asiatiskari matgerð, og hon hevur eisini í fleiri áratúsund verið nýtt sum natúrheilivágur. Í Eysturasia verður gurkamaia við síni tiltikna sterka gula liti eisini brúkt til at gera te úr. Eitt vælumtókt og einfalt te úr gurkemaiu er Golden Milk Soleiðis gert tú einføldu útgávuna av Golden Milk: Tilfar: 2 smáar gurgumaiurøtur 1 súpiskeið av hunangi 5 dl av mjólk Mannagongd: Lat alt tilfarið í eina grýtu og kóka í nakrar minuttir Borðreið Soleiðis gert tú framkomnu útgávuna av Golden Milk: Tilfar: ½ litur av mandlumjólk 1 súpiskeið av hunangi 1 súpiskeið av kokusolju 1 gurkumaiurót skorna í stórar bitar ½ teskeið av kanelpulvuri ½ teskeið av gurkumaiupulvuri Mannagongd: Alt tilfarið verður latið í eina grýtu, sum spakuliga fer í kók. Kóka varliga í fimm minuttir, rør og borðreið. EIN KOPP AV ONKRUM FJÁLGUM Mungar tú meir eftir onkrum leskiligum um veturin?