hósdagur 5. november 2020síða 15
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 6. NOVEMBER 2020
SOSIALURIN 78
15
Av tí at nógvar kanningar
skulu framvegis gerast, og
nógv skal fáast upp á pláss,
áðrenn nøkur verkætlan kann
ítøkiligerast, er neyðugt at halda
fast við verandi vindorkuloysn
um, ger Terji Nielsen greitt.
– Tað er umráðandi, at vit
halda fast í gongdini á landi, til
tað hevur víst seg, at hetta ber
til. Vit kunnu ikki steðga øllum
á landi og siga, at vit seta allar
okkara vónir á hetta, sigur Terji
Nielsen, sum kortini leggur
aftrat, at ætlaða lundin á sjónum
loysir heilt nógvar av teimum
trupulleikunum, ið SEV hevur
havt við grønari orku higartil.
Vænta øðrvísi fígging
Í framløgutilfarinum hjá SEV
um vindmyllulundina verður
róð uppundir, at føroyska
vinnan skal virka sum íleggjari
til stóru verkætlanina, sum sam
bært SEV fer at kosta millum 1,4
og 1,9 milliard krónur.
Terji Nielsen ger kortini
greitt, at SEV hevur ikki verið í
sambandi við nakrar vinnufyri
tøkur um fígging enn, men at
møguleikin er har.
– Tað kundi verið gjørt sum
eitt samstarv, har vit fingu
føroyskar íleggjarar við, og so
kunnu teir koma við teimum
pengunum, sum teir nú kunnu.
Um spurningin hvat privatar
vinnufyritøkur skulu fáa burt
urúr at seta pening í almenna
infrakervið, sigur Terji Nielsen,
at til dømis kunnu fyritøkurnar
nýta tað, at tær er CO2 neutralar
í framleiðsluni til søluna.
– Um vit sum hugsað dømi
siga, at Bakkafrost brúkar 50
gigawatttímar, og felagið keypir
seg inn við 50 gigawatttímum, so
kann Bakkafrost á teirra grøna
roknistykki og á fakturanum, ið
verður sendur til keypararnar,
seta eitt stempul, ið sigur, at
teir eru CO2 neutralir. Tað hevur
nógv at siga, sigur Terji Nielsen.
Eitt dømi, sum Terji Nielsen
nevnir aftrat, er, at bæði Magn
og Effo kunnu keypa seg inn í
verkætlanina svarandi til ta
orkuna, ið feløgini skulu brúka
til elbilar og hitapumpur.
– Eitt hugsað dømi kundi verið
- og hetta er nakað, ið politiska
skipanin má taka støðu til - at
teir fingu eitt avkast svarandi
til tann eginpeningin, sum teir
koma við. Fimm prosent ella eitt
ella annað, sum er í øllum førum
meira, enn teir fáa í bankanum
í dag. Tað kundi verið gularótin
hjá teimum, sigur Terji Nielsen.
– Tað er nógvur leysur kapi
talur í Føroyum. Tað eru nógv
ar fyritøkur, sum eiga nógvar
pengar. Um alternativið er bara
hava pengarnar í bankanum, so
kostar tað í dag. Eitt avkast á
nøkur prosent hevði verið betri
hjá teimum í dag, sigur Hákun
Djurhuus, stjóri í SEV.
Útlendingar vilja
sleppa framat
Umframt hugsaðu føroysku
íleggjararnar ber eisini til at fáa
útlendskar íleggjarar upp í spæl,
tí ongantíð áður hevur so stórur
áhugi verið fyri einari verkætlan
hjá SEV sum við hesari.
– Vit vita tað, at tey standa
sum gribbar uttan fyri Føroyar
og vilja sleppa upp í part, sigur
Terji Nielsen.
Og tað er heldur ikki uttan
orsøk, leggur Hákun Djurhuus
aftrat.
– Hetta er trygt avkast og
verður sæð sum tryggar íløgur,
tí hetta er infrakervi, sigur
Hákun Djurhuus og dregur ein
paralell til Eysturoyartunnilin
og ætlanirnar við CIP.
– Tað bleiv eitt mál í løgtingi
num, og ein føroysk loysn varð
funnin upp á tað. Men tað er eitt
útrykk fyri, at har, sum avkast er
- og hetta er eitt trygt avkast - so
eru tey øgiliga áhugað í hesum,
sigur Hákun Djurhuus og vísir
á, at tað skapar ein tryggleika
fyri íleggjararnar, at SEV hevur
lógarregulerað yvirskot.
Sambært ætlanunum hjá SEV
skal verkætlanin vera liðug í
2025, um alt gongst sum ætlað.
VINDMYLLULUND
Hví hyggja vit eftir
offshore vindorku?
Vit hava havt
avbjóðingar við lendi og
ampagjøldum.
Vit vita, at har eru
rættiliga nógvur
drunnhvíti í Nólsoy,
og vit mugu tí
kanna, hvussu
migrantiónin hjá
fuglinum er