Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-11-05, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 5. november 2020síða 14

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 6. NOVEMBER 2020 SOSIALURIN 78 14 STEINAR PATURSSON T að hevur gingið striltið at fáa til vega neyðuga lend­ið higartil til tær vind­mylluætlanirnar, sum SEV hevur, og tí er SEV farið at hyggja eftir alternativum loys­num til grøna umskiftið. Terji Nielsen, menn­ing­ar­ leiðari í SEV, vísir á, at offshore vind­mylluætlanin hjá SEV kann loysa eina rúgvu av teim­um trupulleikunum, ið SEV hev­ur havt higartil við grøna orku­ skifti­num. – Hví hyggja vit eftir off­ shore vindorku? Vit hava havt av­bjóðingar við lendi og ampa­ gjøldum. Tað er ikki ógjør­ligt [at gera fleiri vind­myllulundir á landi, red.] men vit hava øgiliga av­bjóðandi veðurlag í Føroyum, og topografiin er avbjóðandi, sigur Terji Nielsen. Fjøllini í Føroyum skapa øgi­ ligan turbulens, og er tað nakað, ið fer illa við vindmyllum, er tað turbulensur. Harumframt er turbulensur ringur fyri fram­ leiðsluna sjálva. Á sjónum er vindmegin støðugari, og har er minni turbu­lens­ur. Samstundis sum at tøknin mennist, og tilboðini kring vindorku á sjónum gerast betri og bíligari, er hetta vorðið ein loysn, ið SEV alsamt hyggur meira eftir, og tí verður í løtuni arbeitt við at finna hóskandi øki til vindmyllulundina, ið skal framleiða millum 96 og 120 Mega­watt. Vindmyllulundir á landi hava avbjóðingar við um­hvørvis­ári­ num, og bæði Fugla­frøði­felag­ið og Føroya Náttúru- og Um­hvørvis­ felag hava víst á tey árin, ið vind­ myllulundir kunnu hava. Eisini hevur vaksandi NIMBY effekt [Not In My BackYard, red.] gjørt seg galdandi í Føroyum. NIMBY er eitt hugtak, sum lýs­ir illviljan hjá fólki at hava broyt­ingar í sínum grannalagi, serliga broytingar, ið gera seg inn á út­sjónd. – Tey flestu ganga inn fyri grøn­ari orku, men tey vilja ikki síggja ella hava vindmyllurnar tætt hjá, sigur Terji Nielsen. Ætlaða vindmyllulundin Tað er týdningarmikið, at SEV kannar breitt fyri at finna eitt hóskandi øki, soleiðis at el­ felagið ikki bindur seg til eitt øki, um eitt annað øki er betri skikkað. Tó hevur SEV funn­ ið tvey øki - annað eystan fyri Nóls­oynna og hitt í ein land­ nyrð­ing frá Nólsoynni - sum at síggja til kundu verið skikkað til enda­málið. Økið eystan fyri Nólsoynna er 2,5 km til longdar og 1,7 km til breiddar, og mett verður, at ein tí­lík lund kann framleiða millum 96 og 120 Megawatt. – Við teimum minstu myll­um, sum eru 96 megawatt til­sam­ans, so fáa vit umleið 420 giga­watt­ tím­ar, sigur Terji Nielsen og vís­ ir á, at samlaða framleiðslan hjá SEV var 385 gigawatttímar í fjør. Ætlaða vindmyllulundin skal altso framleiða meira, enn fram­ leitt verður tilsamans í løtuni. Av tí at streymnýtslan sein­ astu árini er voksin meira, enn SEV hevði roknað við, er eisini roknaður ein yvirkapasitetur í verk­ætlanina. – Bara tað at rigga hetta til og at fáa neyðugu skipini til Før­oya kostar ótrúliga nógvar peng­ar. Tí er tað vit syrgja fyri yvi­r­ kapa­si­teti frá byrjan ístaðin fyri at byggja í tveimum. Høvdu vit bygt í tveimum, høvdu vit havt mun­andi meira útreiðslur til tað logist­iska, sigur Terji Nielsen. Terji Nielsen sigur eisini, at vindmyllurnar, sum verk­ætlan­ in higartil hevur tikið út­gangs­ støði í, kallast Siemens Gamesa, og tær framleiða 8 Megawatt hvør. Tær eru átta ferðir størri í kapasiteti enn vindmyllurnar, sum standa á Húsareyni, og tær hava eitt veingjabreiði á 167 metrar og eru um 100 metrar høg­ar. Til samanberingar kann nevnast, at Tórsvøllur er 100 metr­ar­ langur, og veingjarbreiði á airbus flogførunum hjá At­lan­ tic er um 35 metrar. Sleppa ikki ætlan­ unum á landi Ein tílík verkætlan krevur nógv­ ar kanningar og nógv forarbeiði, áðrenn farast kann í gongd. – Vit skulu kanna vind­ viður­skifti, dýpi, botn- og alduviðurskifti. So skulu vit gera neyðugu um­hvørvis­árins­met­ ing­arnar. Tá er tað millum annað hvør fuglur flytir seg í økinum, hvalur, súgdjór, botnviðurskifti og alt møguligt. Tað er ein rætti­ liga umfatandi kanning, sigur Ter­ji Nielsen. Ein av fyrimununum við at koyra vindmyllurnar út á sjógv heldur enn at hava tær á landi er, at árin á umhvørvi og fugl eru meira avmarkað enn á landi. Um­hvørvisstovan hevur eisini víst verkætlanini stóran áhuga, sigur Terji Nielsen. Tað hevur kortini víst seg, at hóast vindmyllulundin verður løgd á sjógv, slepst ikki undan, at neyðugt verður at kanna væl fyri árin á fuglalív, tí eystan fyri Nólsoynna er nógvur drunn­hvíti. – Vit vita, at har eru rættiliga nógvur drunnhvíti í Nólsoy, og vit mugu tí kanna, hvussu migra­tiónin hjá fuglinum er, sigur Terji Nielsen. ÚTLENDINGAR VILJA FÍGGJA Nýggja vindmyllulundin, sum SEV møguliga ætlar at byggja eystan fyri Nólsoynna, kostar millum 1,4 og 1,9 milliardir, og kann tryggja grøna orkuskiftið. Gongur alt sum ætlað, verður farið undir kanningararbeiðið komandi ár, og verkætlanin skal standa liðug í 2025, men íløguparturin er ikki avgreiddur enn