Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-11-05, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 5. november 2020síða 13

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 6. NOVEMBER 2020 SOSIALURIN 78 13 TERJI NIELSEN S um nevnt aðrastaðnis her á síðunum er tað meiri enn eitt ár síðani, at umvælingin av Før­ oya­húsinum var liðug. Men fram­vegis er húsið ikki latið upp­aftur, tí neyðugu loyvini ikki eru komin í rættlag. – Hetta hevur gingið so striltið at fáa upp á pláss, og vit halda tað vera ógvuliga órími­ligt av kommununi at koma við nýggjum krøvum, tá ið vit hava fingið okkurt krav, sum tey hava sett, upp á pláss. Harumframt hevur tað verið næstan ógjørligt at havt eitt nøktandi samskifti við kommununa, sigur Martin Kar­bech Mouritsen, formaður í stýrinum fyri Føroyahúsið. Hann greiðir frá, at tí er tað ikki óhugsandi, at stýrið fer at draga Københavns Kommune í rættin fyri handfaringina av máli­num. – Tað kann koma eitt eftir­ spæl. Tað er nakað, sum vit um­ hugsa í løtuni. Fólk spyrja alla­ tíðina, nær vit lata upp­aftur, og vit kunnu bara siga sum er, at hølini eru í besta standi, men vit bíða eftir kommununi, sum vit eisini hava gjørt í meiri enn eitt ár, sigur Martin Karbech Mouri­tsen. TERJI@SOSIALURIN.FO Í nógv ár hevur verið vanligt, at føroyingar í Keypmannahavn eru savnaðir í Føroya­húsi­ num undan jólum at taka upp jóla­heilsanir, sum verða sendar í útvarpinum beint fyri jól. Men soleiðis verður ikki í ár. – Nei, tað verður ikki tað sama í ár. Eitt er, at húsið ikki er opið, men harafturat setir korona eisini fót fyri hesum, tí tað kunnu ikki savnast so nógv fólk í senn, greiðir Sissal Kamp­mann frá. Hon sigur, at í samráð við før­oyska prestin í Keyp­ manna­havn, Borgny Brün­ ings-Hansen, fyrireika tey nú, at jólaheilsanirnar hjá før­ oy­ingum í Keypmannahavn verða tiknar upp í Hans Egede Kirke í Norðhavnini, har før­ oyska meinigheitin hevur hild­ ið til síðani í 2013. – So gera vit tað allarhelst á tann hátt, at vit taka nøkur fá inn í senn at taka upp heils­ an­ir­nar. So tað verður ikki tað, sum vit eru von við, at nógv fólk savnast, syngja jóla­ sálmar saman og annars hugna okkum, sigur Sissal Kamp­ mann. vit draga ein kápul gjøgnum eitt leigumál, sum vit ikki eiga, og tað vil leigarin ikki loyva okkum. Tí noyðist útleigarin at varsla leigaran um hetta fyri at vit kunnu sleppa at gera ar­ beiðið, og tað tekur sína tíð. Og tað er tað, sum vit bíða eftir í løtu­ni, greiðir Martin Karbech Mourit­sen frá. Hann sigur, at hetta hevur verið søgan í langa tíð. Tey hava fing­ið krøv, fingið tey uppfylt, og so er okkurt nýtt krav komið. Tungt at fáast við kommununa Martin Karbech Mouritsen sig­ ur, at stýrið hevði fingið sær ser­ køna ráðgeving í sambandi við stóru umvælingina, og at man á tann hátt tryggjaði sær, at alt bleiv gjørt í mun til tey krøv, sum blivu sett í byggiloyvinum. – Men tað hevur verið ótrúliga tungt at fáast við Københavns Kom­munu. Vit halda eisini, at tað er sera undrunarvert, at kom­munan og aðrir myndug­ leikar eru komnir við eini rúgvu av krøvum, sum ikki blivu sett í byggiloyvinum. Vit hava so eisi­ ni fingið okkum ein advokat at hjálpa okkum, tí tað er so trekt at fáast við kommmununa, sigur hann. Hava júst havt eitt ára eftirlit At tað í hesum førinum ikki er hand­verkarum, ið man bíðar eftir fyri at kunna lata dyrnar í Før­oyahúsinum upp aftur, er sjón fyri søgn, tí fyri kortum var eitt ára byggieftirlit í húsinum. – Tað vil siga, at byggi­meist­ arin, ið hevur gjørt umvælingina, framdi eitt eftirlit, sum man ger, tá ið eitt ár er farið, síðani man var liðugur við arbeiðið. So bygningurin hevur verið klárur í eitt ár, har vit bara hava bíð­ að eftir ymsum loyvum, sigur Mart­in Karbech Mouritsen. Formaðurin í stýrinum fyri Før­oya­húsið sigur seg vóna, at húsið fær tey seinastu loyvini upp á pláss fyri árslok, soleiðis at man skjótt fær latið dyrnar upp­aftur. – Men samstundis hava vit sjálv­andi eina av­bjóð­ing við koro­na. Tað er “for­saml­ings­for­ bud” í løtuni, so sjálvt um vit fingu loyvið nú, so høvdu vit ikki kunna skipað fyri nøkrum í løtuni, sigur hann. TERJI@SOSIALURIN.FO Umhugsa at fara í rættin Stýrið fyri Føroyahúsið umhugsar at fara í rættin við Københavns Kommunu, tí eftir teirra tykki hevur kommunan verið órímilig í viðgerðini av byggimálinum hjá Føroyahúsinum Ongar jóla­ heilsur úr Føroya­ húsinum Bæði innan og uttan er nógv gjørt í Føroyahúsinum í Keypmannahavn MYND: FØROYAHÚSIÐ Á FACEBOOK