Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-11-05, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 5. november 2020síða 12

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 6. NOVEMBER 2020 SOSIALURIN 78 12 TERJI NIELSEN F yri gott og væl tveim­ um árum síðani var farið undir at um­væla Føroyahúsið á Vest­ur­ brúgv í Keypmannhavn. Talan var um umfatandi umvælingar, sum eftir upprunaligu ætlan­un­ um skuldu vera lidnar á sumri í fjør. Umvælingararbeiðið var liðugt fyri meiri enn einum ári síðani, men framvegis eru dyrnar í Føroyahúsinum stongd­ ar. Hava stríðst við loyvir í eitt ár Martin Karbech Mouritsen er for­maður í stýrinum fyri Før­ oya­húsið, og hann váttar, at tað gongur sera striltið við at lata húsið uppaftur. – Tað skuldi verið liðugt fyri einum ári síðani, og sjálv umvælingin er eisini tá. Men vit hava ein afturvendandi trupul­ leika við at fáa neyðugu loyv­ini upp á pláss, sigur Martin Kar­ bech Mouritsen. Hann greiðir frá, at tá ið um­ væl­ingin var liðug fyri einum ári síðani, skuldu hølini sýnast av myndugleikunum, so at man fekk øll neyðug loyvi upp á pláss. – Tá kom kommunan her í Keyp­mannahavn við enn fleiri krøv­um enn tey, sum blivu sett í sambandi við, at vit fingu byggi­ loyvi, og tann størsti trupul­ leik­in liggur í krøvum, sum eru tengd at trygdini í húsinum, sig­ ur formaðurin í stýrinum. Fleiri og fleiri krøv sett Sambært Martin Karbech Mourit­sen hevur man í sam­ bandi við umvælingina av Før­oya­húsinum fylgt teim­um krøv­um, ið hava verið sett í byggi­ loyvi­num, men eftirfylgjandi er Keypmannahavnar Kommuna og aðrir myndugleikar komnir við fleiri og fleiri krøvum. – Tað er millum annað í sam­band við rýmingarleiðir, at lógin er blivin herd, og tá ið man ger eina slíka umvæling, so skulu hølini eftirfylgjandi góð­kennast av kommununi, Køben­havns Brandvæsen og Bered­skabstyrelsen. Í fyrstu at­løgu bleiv kravt, at vit høvdu royk­varn­arar, og tað fingu vit okk­um sjálvandi. Tá ið tað var fingið í rættlag, kom krav um, at vit skuldu hava eina frá­boð­ an­arskipan. Tað vil siga, at vit høvdu hátalarar, har fólk í sam­ bandi við eld ella líknandi fingu boð um at sleppa sær til nær­m­ astu neyðhurð. Tað bleiv eisini gjørt, men so kom okkurt annað krav, og soleiðis hevur tað gingið í rúma tíð, sigur Martin Karbech Mouritsen. Hann sigur, at tey hava fingið alt gjørt, sum er blivið kravt av myndugleikunum, men nú er Beredskabsstyrelsen komin við enn einum kravi. – Føroyahúsið liggur sum kunn­ugt í einum bakgarði, og nú er krav komið um, at vit skulu hava eitt blinkljós úti á Vesterbrogade, so at neyð­synj­ ara­kfør lættari finna fram til okk­um í eini neyðstøðu, men tað er ikki bara sum at siga tað, greið­ir formaðurin frá. Tí Føroyahúsið hevur rent seg í enn ein trupulleika í arbeið­ num at fáa blinkljósið sett upp. – Fyri at kunna gera tað, skulu Í meiri enn tvey ár hevur einki virksemi verið í Føroyahúsinum í Keypmannahavn FØROYAHÚSIÐ STAÐIÐ STILT Í YVIR TVEY ÁR