Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-11-05, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 5. november 2020síða 11

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJAGUR 6. NOVEMBER 2020 SOSIALURIN 78 11 Í dag, fríggjadagin, kl. 15. til 17. letur framsýning upp í Stein­prenti við nýggj­um verkum hjá Hanna Bjartalíð og Bárði Osk­ar­s­son Umframt at báðir hava mynd­ prýtt myndabøkur, eru lista­ menn­inir ikki púra ólíkir lista­r­ liga sæð, tó at teirra verk kunnu taka seg ymiskt út. Báðir list­a­ menn­inir eru stuttligir, ó­skikk­ iligir og kortini djúpt álvarsligir. Teirra list er inniliga menn­iskj­ alig og sjónarhornið tykist hum­ an­istiskt. Her er tað ikki bara pláss fyri menniskjaligum veik­ leik­um - her verða mistøkini bein­leiðis fagnað. Tað avskeplaða ella groteska er sostatt afturvendandi hjá Bárði Oskarsson. Hansara mynd­ ir kunnu vera daprar, eks­i­sten­t­i­ ellar tulkingar av, hvussu til­ veran kann kennast mei­n­i­ngsleys og tóm. Og sjálvt um hans­ara myndabøkur síggja elsku­ligar út, lýsa eisini tær eitt á­haldandi meiningsloysi eins og tær seta spurningar til okkara til­ver­uligu mannagongdir. Í einum av nýggju stein­prent­ u­num hjá Bárði Oskarsson sæst mið­skeiðis á myndaflatanum ein menniskjakend vera, ið onk­ urs­vegna tykist hjálparleys. Hon er í stríp­utari troyggju, ið eins og henn­ara stóra høvd hevur eitt barns­ligt brá, men hendurnar hanga eisini niður við kropp­i­ num, at síggja til fullkomiliga mátt­leysar. Barnsligi dámurin sýn­ist rættiliga óunniligur í mynd­ini, tí kring munnin á ver­ uni savnast flugur í hópatali. Flug­ur sambinda vit vanliga við deyða og rot. Men heldur ikki flug­an er eintýðug í mynd­a­ heim­i­num hjá Bárði Oskarsson. Í mynda­bók­um hansara verða rørsl­ur­nar hjá fluguni eitt nú brúkt­ar sum smáar flúgvandi vign­ettir, ið skapa eina stuttliga enda­máls­leysa gongd og á sama hátt sýnast flugurnar í stein­ prent­u­num sveimandi og vakrar. Verkini, sum Hanni Bjartalíð sýnir fram eru fyri tað mesta stand­myndir, relieffir ella eitt slag av hegnisliga samansettum kass­um við figurum í. Manna­ gongdin hjá Hanna er spælandi og spontan - tað byrjar við onkr­ um ávísum hugskoti, men ofta tek­ur sjálvt verkið yvir soleiðis, at tað endar við onkrum heilt øðrum enn byrj­an­ar­hug­skot­i­ num. Úrslitið er fjølbroytt og serstakliga undirhaldandi. Nýggju verkini eru eins og smá­ ar pallsetingar, ið viðmerkja ab­ surdar og stuttligar løtur, men sum grundleggjandi eisini eru víð­opnar fyri teim søgum, ið vit á­skoð­arar leggja í tær. Hvussu er við has­um fýrinum við í grønum kas­ketti og í sólbrillum, sum held­ur fast um sína øl meðan hann hyggur beint fram fyri seg – hevur hann júst verið og at­ kvøtt fyri Trump? Ella feirar hann bara, at hann endiliga fekk upp í lag at vaska bilin? Kinna Poul­sen Bárður Oskarsson var í Stein­ prenti og gjørdi nýggju prentini í oktober. Hanni Bjartalíð ar­beið­ ir í løtuni í Steinprenti og er til stað­ar til ferniseringina. SKÚLIN Í KOLLAFIRÐI FIMMTI Mánamorgunin var hátíðarhald í Kollafirði í sambandi við at skúlin fylti 50 ár. Fleiri tiltøk vóru á skúlanum og byrjað varð við skrúð­gongu, har næmingarnar hittust í høllini til móttøku og und­irhald. Annika Olsen, borgarstjóri, vitjaði og helt røðu og ynksti skúlanum og børnunum hjartaliga tillukku við fimmti ára deg­num og eina virkna og læruríka framtíð – og so hon hand­ aði skúlastjóranum blómur og ein góðan málning til skúlan. KLUMMA VAGINA Ja, »kært barn har mange navne«, verður ofta sagt um okkurt, sum er okkum kært og er tað nokk ongin kropps­ partur, sum hevur fingið so nógv ymisk heiti sum tað allarheilagasta staðið hjá kvinn uni, nevniliga: Vaginan Har nýtt lív kemur til verðina. Vegurin til nýtt lív og njóting. Staðið, har ein so sterkur máttur sum seksualiturin hevur búgv og hugur, sum al­ tíð er til staðar. Tó verður hann ofta køvd ur orsakað av elligamlari skuld­ ar­ og skommkenslu og læru­ setningum. Frígering At tora at vera forvitin er ein veg ur til at læra seg sjálva bet­ ur at kenna. Hvat ger tað við náttúruna hjá kvinnuni, tá hennara dýra­ barasta, vakra og mystiska stað verður fjalt? Hvat er tað, sum liggur aftan fyri slørið? Kroppurin er okkara besta njótils isljóðføri, um vit læra okkum at spæla upp á tað. Í nógvum ymiskum ment­ an um er sjálvserotikkur sædd­ ur sum nakað heilt natúrligt. Ein natúrligur máti at kenna og varða um sín kropp. Eisini er tað ein vegur til at koma í sam band við sín seksualitet og finna útav, hvat fjalir seg í inn­ asta njótilsisrúminum. Í gomlu egyptisku skapan­ arsøguni bleiv jørðin til við at sólin elskaði við sær sjálvari, ein vøkur mynd at hava huga. Jómfrúgvin og Skøkjan Hvat fyri fyrimyndir hava vit? Nógvar elligamlar forð­ ingar, sum okkara ment­ an ararvur, moralur og ótti, hava slóðað fyri at nakað so naturilgt sum okkara seksual­ it etur er vorðin eitt misskilt og fjalt fyribrigdi. Innan kristindómin er tann heilaga jómfrúgvin Maria, mamma Jesusar og tann væl­ signaða skøkjan Maria Magda­ lena, vinkona Jesusar, tvær, sum uttan iva hava givið mest íblástur til bæði listina og sum kvinnuligar fyrimyndir. Báð ar hava fingið síni heitið eftir, hvussu tær reint seksuelt vórðu sæddar. Jómfrúgvin tann reina og skøkjan tann vanvirda. At vera tilvitaður um sín egna seksualitet og kropp er vegurin til nýtt lív. At verða góður við sítt egna undirlív og geva tí kærleika og virðing kann vera við til at ein kann seta seg frían frá óskynsamun gomlum mynstr­ um og søgum. Kunnleiki er við til at fyri­ byrgja og tryggja, at vit sum menniskju kunnu taka sunn og góð val fyri egnan kropp frá byrjan til enda. Kunnleiki gevur ræði á egn­ an kropp og vilja. VIVIAN SJÓÐKLETT Sexologur, pedagogur og Kunstterapeutur Kunstterapi.fo Vakra Madonna Tá ið hugsað verður um lívs­ kunn leika, er Taoisman elstu vís indi, vit vita um. Teir gomlu tao istarnir vóru vísinda menn úr Kina. Teir settu saman og mentu eina fullfíggjaða, ná­ grein iliga vísindaskipan við­ víkj andi mati, rørslu, heilsu, ero tikki o.ø. Seksualiteturin er eins og and a drátturin lívstýðandi fyri menn iskjalívið. Til er eitt hav av vísdómi um okk ara seksualitet, sum hev ur ligið fjaldur í fleiri 1000 ár! Teir gomlu taoistarnir vóru ikki nakrir háfloygdir filo soff­ ar. Teir vóru jarðbundnir og vís ind a ligir. Um ein av manna­ gongd um teirra vísti seg ikki at virka, bleiv hon vrakað. Teir brúktu sína orku at kanna og bøta um góðsku at nøkta tørv­ in viðvíkjandi livihátti manna. Kynslimurin (penis) á manni; stødd og snið Tað er rætt, at snið og stødd á kyns liminum eru avgjørd við føð ing. Manskroppurin stegðar at vaksa um 30 ára aldur, men tað ger kynslimurin ikki! Vísindi vísa, at kynslimurin veks ur, líka til maðurin doyr. Jú eldri maðurin blívur, størri blív ur limurin, bæði í longd og tjúkd. Henda menning verður ak­ ti ver að, tá maður ristir og klemm ar um kynslimin at fáa teir síðstu landdroparnar av sær, afta ná hann hevur piss­ að. Nógvir menn bera saman sín kyns lim við aðrar og ynskja sær ein størri, óansæð hvussu stórur hansara egni er. Henda ørkymlan er bæði ó hepp in og óneyðug. Tvey skulu til at dansa tango. Tá tvey elskandi elsk­ ast, kann skeiðin (vagina) laga seg eftir, hvussu limurin er dán aður. Hetta hendir sjálv­ andi ikki eftir eina nátt, men við tíðini, tá tvey læra hvørt ann að at kenna. Um tað kortini er ónøgd við víkj andi tí seksuella í ein­ um parlagi, er altíð gott, at bæði taka ábyrgd. Formurin á kynslimi og skeiðin sum móttakari. Um kynslimurin er trí kant að­ ur ella formaður sum ein blý­ ant ur við breiðum skafti, eru tríggj ar venjingar innan ta o­ ismu, sum kunnu gerast, um ein vil hava størri høvd. Ein soppa­formaður kynslimur hev ur góðan møguleika at stimbra og mýkja skeiðina ­ síð ur og G­punkt ­ væl og virð­ i liga. Venjingar: 1. Klemma kynslimin upp i­ frá og niður móti høvdinum, sum mjólkaði tú eini kúgv. Á henda hátt pressast blóð inn í kyns limahøvdið, sum so við og við blívur størri og størri, til tað fær soppasnið. 2. Klemma skaftið, til tað verð ur gróthart. Klemmar tú tað ofta á henda hátt, hevur tú á haldandi standing. 3. Tá ið tú hevur gjørt hesar venj ingar, kanst tú taka um rót ina á kynsliminum, gleiva langt og sveiggja hann frá síðu til síðu móti lørunum, utt an at tú skalt fáa ilt. Henda venj ing gevur liminum soppa­ form, og hann gerst minni føl­ in, sum eisini hevur við sær, at av gonga verður seinkað. Hetta er bara toppurin av elli gamlari vísdómslæru, sum en n á døgum er til gagns fyri okk um nútíðar menniskju. Gott vikuskifti :) Kann støddin á kynslimi (penis ) á manni natúrliga broytast? Vaginal terapeut “Ein kossur er eitt loyndarmál, ið verður sagt við munnin í stað­in fyri oyrað; kossur er boð­skapur um kærleika og eym­leika (Ingrid Bergman). Varrar, tunga, ja, munnur, er tað inniligasta og san­sa­lig­ asta staðið á kroppi okkara, tá ið kemur til njóting. Ein koss­ ur boðar frá, hvat ið liggur í sam­skif­t­inum. Ein kossur kann m.a­. boða um longsul, kær­leika, girnd og virðing. Halgabók lýsir eisini kossin. Há­song­ur­in 1. kap.: “Mynn meg, gev mær koss av tínum munni, tí at ást tín er betri enn vín”. Í Hásonginum er nógv­ur sans­a­ligur og inniligur tekst­ur. Kossurin hevur alla okkara tíð givið listini íblástur. Málningurin “Kiss” ella “Der Kuss” hjá eysturríkska lista­mann­inum, Gustavi Klimt, sum livdi frá 1862 til 1918, er kend­asti málningur, sum Klimt málaði. Ein heims­ kend­ur málningur. Hann er av tveim­um elskandi flættað inn í hvørt annað, málað við gulli, silv­uri og platini. Hesin máln­ ing­ur varð málaður í árunum 1907 og 1908, og saman við eini røð av ørðum málningum varð funnist at honum, tí hann varð mettur porn­o­graf­ isk­ur og ræðuligur. Seinni bleiv hann mettur sum eitt satt listarverk - og fekk eisini heit­ið: Tey elskandi. Kossar ella mussar hava síni egnu mál. At kyssast kann fáa fram eina røð av ymiskum við­brøgd­um og geva møgu­ leika at merkja ymiskar kensl­ ur. Við einum einstøkum kossi kann ein varnast, hvat sam­ skifti partnarin vil hava við teg. Ein kossur kann vera so ym­isk­ur alt eftir um­støð­u­ num, og ávísir kossar boða ym­isk ting: Tú kanst kyssa ein tú elsk­ ar og/ella hevur seksuellar kensl­ur fyri. Kærleiksfullir “mamm­u­ muss­ar” tá vit siga hey og bei við okkara børn ella við tey, sum vit eru góð við og elska. At sleingja ein muss, sum eis­ini er tekin um kærleika, sum soleiðis verður blástur yv­ir á ein annan persón. Ein koss­ur á hondina sýnir há­ virð­ing. Kossur á pannuna er við virð­ing og kærleika. Ein sera vøk­ur gerð at kyssa síni børn á pannu­na. Kossur á kinn kann bæði vera ein heilsan ella máti at sýna kær­leiksfullar kenslur fyri við­komandi. Ein av teim­ um heilt stuttligu spølinum, sum vit høvdu sum børn í skúla­garð­i­num var “mussipik,” at pikka hvønn annan við ein­ um mussi var sera spennandi Deyðskossurin er ein gerð, sum førir beinleiðis til oyði­ legg­ing, ella ein svikaligur Juda­s­k­oss­ur á kinn. Ein kossur, sum verður muss­aður sera varliga, “Kiss up”, ein, sum sóknast eftir at verða góðkendur við smikran. At kyssa á hálsin er nokk ong­in í iva um hvat ein vil við tí kossi, eitt veki sansandi stað, sum leggur upp til inn­i­ ligar støður ella sum sangurin “Kiss” frá 1986 hjá Prince sigur: “Ain ́ t no particular sign I'm more compatible with yo­ ur extra time and your Kiss.” Gott mussi-vikuskifti. Kossurin Nýggj verk hjá Bárði Oskarsson og Hanna Bjartalíð í Steinprenti