hósdagur 5. november 2020síða 18
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 6. NOVEMBER 2020
SOSIALURIN 78
18
VILMUND JACOBSEN
G
ongst soleiðis, sum
eitt samt bygdarráð í
Skopun og stigtakar
arnir aftan fyri verk
ætlanina ætla, fer eitt privat
felag í næstum at byggja eitt
vælveruhotell í Skopun.
Hetta er ikki ein ætlan,
sum er komin undan kavi
bara tí, at kommunuval er fyri
durum. Í staðin er hetta ein
ætlan, sum alt bygdarráðið í
Skopun stendur saman um og
einmælt hevur samtykt at geva
byggiloyvi til.
- Hetta er ein verkætlan, sum
vit øll standa saman um, og hetta
er ein verkætlan hjá okkum
øllum í Skopun, sigur Fríðhild
Winther, bygdarráðslimur.
Borgarstjórin í Skopunar
kommunu, Gerhard Lognberg,
sum er uppstillaður á øðrum
lista enn Fríðhild Winther, er
sera fegin um hesa verkætlan,
sum nú er vorðin almenn.
Gerhard Lognberg sigur, at
kommunan í eina tíð hevur
havt samskifti við privatar,
sum vilja byggja hotellið í Skop
un, og fyrst í oktober í ár varð
alt bygdarráðið bjóðað til eina
framløgu av forvitnisligu verk
ætlanini.
- Vit vóru øll í Havn og sóu
eina fantastiska framløgu, sum
veruliga hugtók okkum øll, sigur
hann.
Borgarstjórin vísir á, at síðan
kunningina, hevur bygdarráðið
í Skopun viðgjørt málið og hev
ur einmælt samtykt at geva stig
takarunum byggiloyvi.
- Okkara íkast verður í fyrsta
lagi, at vit lata økið ókeypis,
sum kommunan eigur, og vit
hava sagt, at kommunan eisini
kann hjálpa til við kloakkum
og íbindingum, sigur Gerhard
Lognberg.
Ein stór verkætlan
Fríðhild Winther sigur, at
samanlagt er talan um eina
stóra verkætlan, sum røkkur
longur enn bara til hotellið.
- Vit hava leingi havt ætlanir
- Okkara íkast verður í fyrsta
lagi, at vit lata økið ókeypis,
sum kommunan eigur, og vit
hava sagt, at kommunan eisini
kann hjálpa til við kloakkum
og íbindingum, sigur Gerhard
Lognberg, borgarstjóri í
Skopunar kommunu
VÆLVERU-
VÆLVERU-
HOTELL SKAL
HOTELL SKAL
BYGGJAST
BYGGJAST
Í SKOPUN
Í SKOPUN
Umhvørvið norðalaga í Skopun og í Høvdarhaga er sera náttúruvakurt