hósdagur 5. november 2020síða 19
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 6. NOVEMBER 2020
SOSIALURIN 78
19
um at leggja gøtur í náttúruvakra
umhvørvinum, men higartil er
lítið komið burtur úr. Her er
neyðugt við avtalum við teir,
sum eiga lendið, men nú henda
hotelverkætlan er so nær, eiga
vit at koma í gongd við gøtunum
sum skjótast.
Hon heldur, at økið við
Norðaravatn og Høvdarhagi í síni
heild er eitt av náttúruvakrastu
økjum í Føroyum, og tí hevur
hetta umhvørvi eisini eitt stórt
potentiali í ferðavinnuhøpi.
- Soleiðis, sum eg havi skilt,
verður talan í fyrsta lagi um
hotelkømur, og síðan verður
verkætlanin útbygd til eisini at
fevna um vælverutænastur sum
eitt nú spa.
Fríðhild Winther sigur, at
stigtakararnir hava stórar æt
lanir við ferðavinnuni í økinum,
og hon heldur, at her eru nógvir
áhugaverdir tankar frammi um,
hvussu hetta kann gerast.
Kunning á valfundi
Tað eru tveir listar til bygdar
ráðsvalið í Skopun hesaferð.
Á øðrum listanum er Ger
hard Lognberg, borgarstjóri -
og á hinum er eitt nú Fríðhild
Winther, sum hevur sitið nakrar
setur í bygdarráðnum.
Mikukvøldið í hesi vikuni
bjóðaði annar listin fund í Skop
un, og í gjárkvøldið bjóðaði hin.
Tað var á fundinum í gjár
kvøldið, at framløga skuldi
vera av hotelverkætlanini. Í
samband við verkætlanina
er eitt nú gjørdur ein flottur
filmur, sum bæði vísir hotellið,
sum liggur lábygt í lendinum
og náttúruvakra umhvørvið í
Skopun.
Tað er neyvan nøkur loyna
millum skopuningar, hvør stig
takarin til verkætlanina er. Tað
er Mads Andreas Winther, sum er
skopuningur og eigur fyritøkuna,
Elding. Hann hevur altíð havt eitt
heitt hjarta fyri síni heimbygd,
og tað er heldur eingin loyna, at
hann leingi hevur havt ein dreym
um at bera okkurt serstakt aftur
til bygdina.
Reyðberg er við
Tá bygdarráðið í Skopun var
til framløguna fyrst í oktober,
var eisini Eyðfinn Reyðberg við,
og hann er nevndarformaður í
fyritøkuni hjá Mads Andreasi
Winther.
Umframt at kunning skuldi
vera á fundinum í Skopun í
gjár um hotelverkætlanina,
varð Eyðfinn Reyðberg eisini
bjóðaður á fundin at greiða frá
tí stóra týdningi, sum Norðoya
tunnilin hevði fyri Norðoyggjar,
eins og hann skuldi vísa á menn
ingarmøguleikar í Skopun.
Gerhard Lognberg, borgar
stjóri, sigur, at umboð fyri bygd
arráðið og stigtakararnir til
hotelverkætlanina hava verið á
økinum, sum kommunan letur
til endamálið, og semja er um,
at hetta er júst rætta lendið og
umhvørvið til hesa verkætlan,
sum kann fáa stóran týdning
fyri Skopun og alla Sandoynna.
- Eg kundi hugsað mær, at
báðir listarnir, sum stilla upp
í Skopun hesaferð, høvdu ein
felags fund, har kunnað eitt nú
varð um hotelverkætlanina,
men tað bar ikki á mál. Tískil
verður verkætlanin, sum alt
bygdarráðið stendur aftan fyri,
løgd fram á fundi hjá okkum,
sigur borgarstjórin, sum saman
við sínum valevnum skipaði fyri
veljarafundi í Skopun í gjár
kvøldið.
VILMUND JACOBSEN
Í
Vági hava tey seinastu
árini brúkt nógva orku
upp á ferðavinnuna, og
hetta hevur eisini givið
úrslit, bæði í Vági og aðrastaðni
kring um í oynni.
Hóast vit eru komin inn í
november, er tað ikki so lætt,
sum onkur kundi hildið, at fáa
frítíðarhús til leigu í oynni.
Vágur hevur Pálls Høll, og
her er stóra Marghøllin. Fleiri
nýggj matstøð eru eisini komin
í býnum.
Eingin av hesum møgu
leikum spyr, hvussu veðrið er,
hvørki Pálls Høll, Marghøllin
ella matstøðini.
Í Vági vóru 35 seingjarpláss
fyri umleið sjey árum síðan.
Umframt kømrini á Hotel
Bakkanum, vóru nøkur frí
tíðarhús til leigu. Í dag eru
seingjarplássini í Vági 170 í tali.
Men, hesi verða enn fleiri,
tá ein verkætlan við frítíð
arhúsum, sum nú er í stoypi
skeiðini, er framd í verki.
Tað er ein privatur veitari
norðanfjørðs við drúgvum
royndum í ferðavinnu, sum
hevur keypt eitt lendi í Vági.
Lendið liggur innarlaga á
fjørðinum og uppi í bønum við
sera góðum útsýni.
Ætlanin er, at fyrstu frítíð
arhúsini, sum ætlandi verða 10
í tali, skulu verða komin upp
longu til várs.
- Alt verður ikki bygt í senn.
Vit fara at byggja nøkur hús
fyrst, og síðan fáa vit at síggja,
hvussu undirtøkan og ferðin
verður, sigur ferðavinnuveit
arin.
Hann ásannar, at Suður
oyggin, sum er serstøk og vøk
ur, eftir øllum at døma hevur
eitt stórt potentiali, og tað er
ikki minst tær umstøður, sum
skaptar eru í Vági og í Suður
oynni sum heild, ið draga.
- Tá øll viðurskifti eru komin
upp á pláss, verður meira at
frætta um hesa verkætlan,
sigur veitarin, ið ikki er hvør
sum helst í ferðavinnuhøpi,
men sum ikki ynskir at vera
nevndur fyrr enn øll viðurskifti
eru komin upp á pláss í sam
band við verkætlanina.
Eldsál fer
at byggja
10 frítíðar-
hús í Vági
Ein privatur veitari
norðanfjørðs við drúgvum
royndum í ferðavinnu
hevur keypt eitt øki í Vági til
bygging av frítíðarhúsum
Fantastiska
útsýni úr
vælveruhotellinum,
sum skal byggjast
í Skopun