Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-11-05, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 5. november 2020síða 20

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJAGUR 6. NOVEMBER 2020 SOSIALURIN 78 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 20 Tíðargreinin verður skrivað av skiftandi fólkum, sum ikki dagliga eru knýtt at blaðnum. Evnini eru ymisk, men viðgera øll okkurt evni, sum er viðkomandi fyri tíðina júst nú. Gongd í haga – millum h Málið um gongd í haga er bæði gamalt og nýtt HELGI ABRAHAMSEN LANDSSTÝRISMAÐUR Í NÁTTÚRU-, LANDBÚNAÐAR- OG FERÐAVINNUMÁLUM Hóast hagalóggávan frá heilt gaml­ ari tíð hev­ur havt ógvuliga strang­ar regl­ur um gongd í haganum, hava vit í mong ár havt eina rótfesta sið­ venju við at kalla fríari haga­gongd. Men hesi seinastu árini er tað, sum fyri fáum árum síðan ikki var eitt mál, vorðið eitt mál, sum er farið at fylla alt meira. Tann vaksandi ferðavinnan hev­ur fingið summar jarð­ar­eig­ar­ ar og -brúkarar at tríva eftir girð­ ing­ar­lóg­ini frá 1937, sum ásetur, at tað krevst heimild til at ganga í fremmandum haga aðrastaðni enn eftir beinari bygdagøtu. Við hesi lógini í hondini siga teir, at hjá teimum skal eingin í hagan uttan at rinda fyri atgongd. Men girðingarlógin leggur als ikki upp til, at eigarar og brúkarar skulu kunna loyva fólki í hagan í re­kre­ ativum ørindum. Hon sær hag­an sum eitt tilfeingi undir land­bún­að­ ar­framleiðslu burturav og bannar all­ari gongd, sum ikki er heimilað í lógini. Spennið millum tær brádliga á­komnu gjaldskipanirnar og ta rót­ festu siðvenjuna við at kalla fríari gongd í haganum er so vítt, at ilt er at fáa eyga á nakra semju, sum allir part­ar kunnu taka undir við. Samgongan hevur í sam­gong­ u­skjal­inum sett sær fyri at finna eina loysn í samráð við avvarðandi á­huga­partar, so at ferðavinnan fær støð­ugar og tryggar karmar at ar­beiða undir, og tað er fallið í mín lut sum landsstýrismaður í náttúru-, landbúnaðar- og ferða­ vinnu­málum at virka fyri eini skyn­samari loysn. Eftir at eg havi ar­b­eitt við málinum í eitt gott ár, eri eg komin eftir, at tað er ein fyri­ treyt fyri eini skynsamari loysn, at ym­isk viðurskifti, sum ofta verða vavd saman, í útgangsstøðinum verða hildin atskild. Her hugsi eg ser­liga um tann grundleggjandi spurn­ingin um rættin hjá al­menn­ ing­inum at hava atgongd at nátt­ úruni øðrumegin og so serligar ferðavinnuavbjóðingar, nátt­úr­u­ vernd, landbúnað o.a. hinumegin. Saman við míni umsiting havi eg um­røtt málið við nógvar ymiskar partar kring landið, og tað er greitt, at spurn­ing­urin um sjálvan rættin hjá al­menninginum at ferðast í nátt­úruni er meira grundleggjandi enn aðrir spurningar, sum støða eisini má takast til, skulu vit røkka eini skynsamari heildarloysn. Tí mugu vit, hóast talan eyðvitað er um umskarandi viðurskifti, taka eina greiða støðu til tann grund­ leggjandi spurningin um sjál­v­an gongurættin uttangarðs, áðr­enn vit taka støðu til, hvussu legg­jast skal upp fyri eitt nú ferð­a­vinn­u­av­bjóð­ ing­um og sambandinum millum gongd í haga og náttúruvernd og land­búnað. Nýggj ósemja Tað er vert at geva gætur, at fyri heilt fáum árum síðan, áðrenn ferð­a­vinn­an veruliga tók dik á seg, sáddi nærum eingin iva um sið­ venj­una at ganga í haganum. Hó­ ast hagalóggávan ikki var dag­førd, høvdu føroyingar sum aðrir norð­ ur­lend­ing­ar langt síðan tikið sær rætt at brúka náttúruna í frítíð og útilívi, og tey, sum varðaðu av jørð­ ini, høvdu í høvuðsheitum tigandi lat­ið sær hetta lynda. Hetta kom eitt nú til sjóndar í arbeiðinum við føroyskari stjór­ n­ar­skipan. Tá ið farið varð und­ir arbeiðið um aldarskiftið, varð frá byrjan sett út í kortið, at stjórn­ar­ skip­anin skuldi greiða ósamsvarið mill­um lóggávu og siðvenju, tá ið um gongd í haga ráddi. Líka frá tí fyrsta uppkastinum í 2001 til tað síðsta uppskotið til Stjórn­ar­ skipan Føroya í 2017 var ætl­a­nin óbroytt: Í Føroyum skuldu vit hava hvørsmansrætt eftir norð­ur­lendsk­ um leisti og samsvarandi sið­venj­ uni, sum longu í heilt nógv ár hevði verið rótfest í Føroyum. Grundlógarnevndin ásannaði longu í 2001, at hvørsmansrætturin, sum nevndin skeyt upp at lóg­ar­ festa, ikki samsvaraði við galdandi haga­lóggávu. Nevndin staðfesti sam­stundis, at hagi og fjøll í dag verða brúkt sum rekreativ øki, og at tað tí skal vera loyvt at ganga í haga­num bara fyri at njóta nátt­ úr­una og styrkja seg til likams og sál­ar. Nevndin legði dent á, at hetta ikki skuldi vera náttúru, fenaði, fugla­meingi, gróðri, gróti og øðrum til ampa. Hesum skuldu aðrar lógir og regl­u­gerðir syrgja fyri, t.d. við at friða ávís øki ávísar tíðir á árinum. Frá tí at farið verður undir stjórn­ar­skipanararbeiðið í 1999, og til uppskot til stjórnarskipan verð­ ur sent til ummælis í 2017, hómast so­statt eingin ósemja í tí politiska lands­lagnum um, at í Føroyum skal hvørs­mansrættur lógarfestast. Øll eiga fagurvirðið í náttúruni Hóast rætturin hjá almenninginum at ferðast í náttúruni uttan forð­ing­ ar og gjøld fáastaðni er so rót­grógv­ in og so høgt í metum sum í Norð­ ur­londum, er ikki talan um eitt norð­ur­lendskt fyribrigdi burturav. Til dømis varð rætturin hjá al­ menningum at ferðast frítt í nátt­ úr­uni lógarfestur í Sveis í 1907 og í Skotlandi í 2003. Eisini onn­ur lond, sum ikki hava hvørs­mans­rætt, sum vit kenna hann um okk­ara leiðir, eitt nú Ongland, Týsk­land og Eysturríki, hava lóggávu, sum í ymsan mun tryggjar al­menn­ing­ inum ­atgongd at náttúruni. Hóast Danmark ikki sum hini Norðurlondini hev­ur hvørsmansrætt sum út­gangs­støði, tryggja reglur í donsku nát­tú­ru­ vernd­ar­lógini almenninginum víð­fevnd­an rætt at ganga í donsku nátt­úr­uni – eisini á privatari ogn – utt­a­n forðingar og gjøld. Orsøkin til, at Norðurlond vilja tryggja almenninginum bestu atgongd at náttúruni, er, at fagurvirðið í náttúruni eftir norð­ ur­lendskari náttúrufatan og nátt­ úr­usið­venju er ein felagságóði, sum al­menningurin skal kunna njóta frítt við neyðugum fyriliti fyri náttúruni sjálvari og virkseminum hjá jarð­a­r­eigaranum. At ferðast og dvølja í náttúruni verður tí í Norð­ ur­londum mett at vera ein grund­ leggj­a­ndi rættur, sum bara eigur at verða avmarkaður, tá ið vísast kann á, at skaðilig árin av týdningi stand­ast av. Henda grundleggjandi nátt­úr­ufatanin endurspeglast bæði í lóggávu og siðvenju í øllum okk­ ara grannalondum. Góð atgongd at náttúruni loysir seg Men tað er ikki bara av slíkum prin­ sipi­ell­um ávum, at Norðurlond leggja doyðin á at tryggja al­menn­ ing­i­num bestu atgongd at nátt­úr­ uni. Londini ásanna eisini, at góð at­gongd at náttúruni tænir týðandi sam­fel­ags­áhugamálum. Útilív í náttúruni hevur gagn­ liga ávirkan á kropsliga og sálar­ liga vælveru, og góð atgongd at náttúruni hevur tí týdning fyri lívsgóðsku og trivnað í væl­ferð­ar­ sam­fel­agnum­. Í góðari atgongd at nátt­úruni liggur eisini stórt sam­ fel­ags­virði og stórir møguleikar fyri at skapa vælferð, vøkstur og ar­beiðspláss. Samanumtikið ásanna Norðu­r­lond, at góð atgongd at náttúruni hev­ur samfelagsbúskaparligan týdning, bæði tí at útilív í náttúruni gagn­ ar fólkaheilsuni og tí at ferða­fólk uttaneftir verða drigin at góð­um møguleikum fyri útilívi og nát­t­ úr­uupplivingum. Tí miða okk­ara grannalond støðugt eftir at skapa bestu hugsandi karmar um út­i­lívið í náttúruni og at tryggja al­menn­ inginum lætta og einfalda atgongd at náttúruni. Henda norðurlendska nátt­úr­ us­ið­venj­an sæst eisini í Norð­ur­ landaráðnum, sum í fleiri umførum hev­ur sett útilív í náttúruni á bredd­an. Universellur rættur Onkur hevur skotið upp, at bara før­oyi­ngar skulu hava rætt at ganga í føroysku náttúruni uttan kostn­að. Í grannalondunum veldst rætt­urin at ferðast í náttúruni hvørki um tjóðskap, borgaraskap ella bústað. Tað er nevniliga eitt høvuðs­eyð­kenni við norð­ur­lendsk­ um hvørsmansrætti, at øll kunnu brúka hann. Sum landsstýrismaður haldi eg ikki, at tað hevði verið Føroyum til sóma millum aðrar tjóðir, um vit sum einasta land um okkara leiðir fóru at lóggeva mismun við atliti at sjálv­ari atgongdini at náttúruni. Almennu Føroyar hava sett út í kortið, at Føroyar skulu men­n­ast sum ferðavinnutjóð, og at ferða­ vinn­an skal vera eitt týðandi íkast í sam­fel­ags­búskapin. Ferðafólk verða drigin at góðum møguleikum fyri náttúruupplivingum, og forð­ ingar við føroysk garða­lið, eisini gjaldskipanir og mis­mun­ur, standa tí í andsøgn við á­huga­málini hjá almennu Føroyum á ferð­a­ vinnuøkinum. Slíkar forð­ing­ar kennast eisini tí vanliga før­oy­ing­ i­num fremmandar og órógvandi, sama um føroyingar sleppa undan at gjalda ella ikki. Landið hevur ta yvirskipaðu á­byrgdina av at verja náttúruna og tryggja til dømis landbúnaðinum góð kor at virka undir, og tað liggur á landinum ­at tryggja øðrumegin, <zx<zx<zx Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður í náttúru-, landbúnaðar- og ferðavinnumálum, hev