Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-11-05, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 5. november 2020síða 21

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJAGUR 6. NOVEMBER 2020 SOSIALURIN 78 21 agalóggávu og siðvenju Helgi Abrahamsen landsstýrismaður í náttúru-, landbúnaðar- og ferðavinnumálum at al­menningurin hevur atgongd at up­p­liva náttúruna, og hinumegin, at náttúran verður vard, og at land­ búnaður og annað virksemi verð­a órógvað sum minst. Verður ferða­ vinnan náttúruni ella land­bún­ að­i­num til ov stóran bága, skulu almennu Føroyar seta neyð­ug tiltøk í verk. Áhugamálini eru ym­ isk, og tað er ein almenn uppgáva at tryggja hóskandi javnvág millum ø­ll áhugamálini. Hóast útgangsstøðið skal vera gongu­r­rættur við fyriliti, skulu stað­bund­nar skilhaldsreglur kunna áset­ast, har ið serliga nógv ferðsla er utta­n­garðs. Í slíkum reglum skal bera til at skipa og avmarka ferðslu, sum órógvar landbúnað ella náttúru í órímiligan mun. Rætt­ urin at ganga skal tó ongantíð av­ markast meira enn neyðugt. Avmarkað inntriv, men ikki ognartøka Tað er staðfest í danskari rætt­ar­ venju, at talan ikki var um ogn­ar­ tøku, tá ið fólkatingið í 1969 broytti donsku náttúrufriðingarlógina og gav almenninginum atgongd at ferð­ast á privatum strondum og í priv­atum skógum. Spurningurin um møguliga ognartøku varð roynd­ur í tveimum rættarmálum, og í báðum førum staðfesti rættur­ in, at talan ikki var um ognartøku sam­bært § 73 í grundlógini. Eystari landsrættur staðfesti, at tal­an ikki var um ognartøku, men um vanliga regulering av og­ na­rrætt­inum. Henda staðfestingin var gru­nd­að á, at lóggávan var sak­ lig og galdandi fyri allar eigarar, og at inntrivið í ognarrættin varð mett at vera so mikið veikt, at eigararnir ikki mistu ræði á ognini. At lógarfest almenninginum rætt at ferðast í føroysku náttúruni hevði til samanberingar eisini verið ein gen­erell regulering, sum hevði verið galdandi fyri allar eigarar. Tal­an hevði ikki verið um at flyta rætt­indi frá eigaranum, og inntrivið hevði verið veikt, serliga tá ið havt verð­ur í huga, at vit í nógv ár hava havt eina siðvenju við at kalla frí­ ari gongd í haganum. Alt hetta tal­ar ímóti, at talan hevði verið um ogn­ artøku. Samanumtikið bendir alt á, at tað hevði borið til at tryggjað al­ menn­ing­inum rætt at ganga utt­an­ garðs, uttan at talan hevði verið um ogn­artøku, sum kemur tí almenna undir endurgjaldsskyldu. Gongurættur og aðrar avbjóðingar Gongurætturin uttangarðs er grund­leggjandi og prinsipiellur og eig­ur ikki at verða blandaður sama­n við ferðavinnuavbjóðingum inn­angarðs. Slíkar avbjóðingar, eitt nú ov stórt ferðslutrýst í ávísum bygd­um, eiga at verða loystar við hóskandi átøkum, t.d. við at av­ marka bila- ella bussferðslu til á­vís­ ar bygdir, parkeringsgjøldum o.tíl. Rætturin at ganga í náttúruni utt­an­garðs skal altíð vera av­mark­ aður av eini fyrilits- og var­sem­is­ skyldu, og av tí at náttúruvernd er ein almenn uppgáva, skal hótt náttúra fyrst og fremst verj­ast við verndartiltøkum eftir nátt­ú­ruv­ erndarlóggávuni. Slíkum vernd­ar­ tiltøkum verða bæði gongufólk og jarð­ar­eigarar at laga seg eftir. Tá ið ræður um trygd, verður ferð­ast í náttúruni fyri egna á­byrgd. Vit eiga tí at kunna út­lend­ ingar væl um, at tað ikki er vanda­ leyst at ferðast uttangarðs, og at tað tí altíð er umráðandi at ferð­ast við størsta varsemi. Í økjum, har ið serliga vandamikið er at ferð­ ast, skal bera til at avmarka gongd av trygdarávum ella at krevja, at ferðast verður saman við stað­ kendum fólki. Landið skal tó gera sítt til, at til ber at uppliva náttúruna utt­ an ov stóran váða. Allar royndir vísa, at har ið gøtur verða gjørd­ar, verða tær í stóran mun brúkt­ar. Tí skal landið í samráð við vi­ð­ komandi myndugleikar og stovn­ ar og jarðareigarar kunna merkja upp og gera nýggjar farleiðir til at beina ferðsluna uttangarðs. Slík­ar gøtur tæna bæði land­búna­ð­ i­num, náttúruni og trygdini. Náttúruvernd, landbúnaður og gongd í haga Tá ið ræður um at verja náttúruna, mugu vit ásanna, at nógv liggur á láni. Tað ber til at verja náttúruøki eft­ir galdandi náttúrufriðingarlóg, men við náttúrmargfeldislógini, sum ætlanin er at leggja fyri tingið í hesi tingsetuni, fáa vit betri og fjøl­broyttari amboð at verja hótta og ser­staka náttúru við. Summi øki í før­oysku náttúruni eiga at verða skip­að sum serlig verndarøki eftir nát­t­úruverndarlóggávuni, og í tí sambandi kunnu reglur eisini verð­a ásettar, sum skipa, avmarka ella banna gongd í økjunum. Slíkar reglur í friðingarúrskurði ella frið­ ing­ar­kunngerð galda fram um tann van­liga gongurættin. Tað er hvørsmansrættinum í­borið, at hann skal útinnast burð­ ar­dygt og við neyðugum fyriliti fyri nátt­úr­ug­rundarlag­num­. Virk­ semi og atburður, sum eru nátt­ ú­runi til órímiligan ampa ella skaða, eru tí ikki fevnd av tí lógliga ferðslurættinum. Hvørs­mans­rætt­ urin er eitt útgangsstøði, sum eins og øll onnur nýtsla av nátt­úruni verður at víkja fyri av­mar­kandi verndartiltøkum eftir nátt­úru­ vernd­ar­lóggávuni. Hvørsmansrættur skal somu­ leið­is útinnast við neyðugum fyriliti fyri landbúnaðarvirkseminum hjá tí, sum eigur ella varðar av jørðini. Tann, sum er slíkum virksemi til ó­rími­ligan ampa ella skaða, fer tí eisini út um sín lógliga ferðslurætt. Í grannalondunum, sum Føroyar kapp­ast við í ferðavinnuhøpi, er loyvt at veita ferðaleiðaratænastur utt­an­garðs uttan at rinda fyri at­ gongd. Sum landsstýrismaður haldi eg, at tað tænir almennum vinnu- og ferðavinnuáhugamálum best, at hetta eisini er loyvt í Før­ oyum, so at ein og hvør, sum hev­ ur hug og hegni, kann fara und­ ir slíka vinnu. Løtt og ó­keypis atgongd at náttúruni gev­ur ikki minst kvinnum og monn­um í útjaðaranum, har ið ar­beiðs­møg­ u­leikarnir eru av­mark­að­ir, bestu fyritreytir at veita ferða­vinn­u­tæn­ ast­ur. Verður atgongdin at nátt­ úr­uni ókeypis, er tað bara sjálva tæn­ast­una, ið rindað verður fyri. Bønd­ur og jarðareigarar kenna sum vera man síni egnu øki best og hava tí ríkar møguleikar at bjóða slíkar tænastur, umframt at teir kunnu brúka sjálvan landbúnaðin í ferðavinnuhøpi. Føroyar á vegamóti Tað nýggja rákið við gjaldskipanum við føroysk garðalið er ein álvarslig hótt­an móti okkara rótfestu si­ð­ venju, og tí standa Føroyar á einum veg­a­móti. Skulu vit sum grannalondini varða um og lógartryggja sið­venj­ una at ganga frítt í náttúruni, ella skulu vit lata hana gleppa okkum av hondum? Velja vit tað seinna, ganga vit ikki bara aðra leið enn grannar okk­ ara, men eisini beint ímóti rákinum í okk­ara tíð, har ið lond gerast alt meira tilvitað um týdningin av at tryggja almenninginum uppaftur betri atgongd at náttúruni. Sum landsstýrismaður í nátt­ úru-, landbúnaðar- og ferða­vinn­ u­mál­um haldi eg, at vit við lóg skulu tryggja almenninginum rætt at ganga í náttúruni utt­an­ garðs. Samstundis skulu vit gera neyðugar avmarkingar, har ið tað krevst av fyriliti fyri m.a. nátt­úru og landbúnaði. Vevja vit hin­vegin alt saman í sjálvum út­gangs­ støðinum, er vandi fyri, at tann grund­leggjandi rætturin hjá al­ menn­ing­inum at njóta og uppliva nátt­úruna uttan kostnað fer fyri skeyt­ið. Almennu Føroyar hava sett sær fyri at menna Føroyar sum ferða­vinn­utjóð, og tað hevur við muna­góð­um átøkum eydnast at seta Føroyar á heimskortið sum ong­antíð fyrr. Sum ferðafólk úr øll­um heimsins heraðshornum verða drigin til Føroya at uppliva náttúruna, verða lunnar lagd­ir undir eina nýggju vinnu, sum kann fáa avgerandi sam­fel­ags­búsk­ap­ar­ ligan týdning fyri Føroyar. Heldur enn at gera mismun og hava eft­ ir­lit við garðaliðini skulu vit eins og grannalondini lata okkara út­ lendsku gestir vera fevndar av gong­u­rættinum. Í staðin skulu vit lofta møguleikanum at selja teimum alskyns ferða­vinn­u­ tænastur og á tann hátt menna ferð­a­vinnuna, so at hon gerst eitt munandi íkast í føroyska sam­ felagsbúskapin. Vit skulu kortini støðugt tryggja, at ferðavinnan tænir okk­ ara áhugamálum. Koma vit sum frá líð­ur eftir, at hon gerst ov stór í vavi, skal hon tó ikki tálmast við til­v­il­d­ar­ligum náttúruforðingum, men heldur við almennum til­tøk­ um, t.d. ferðaavgjøldum. Føroyar eru minni í vídd enn grannalondini, og tí er væl hugs­ andi, at okkum fer at tørva lut­fals­ liga fleiri avmarkingar enn granna­ lond­unum fyri at verja náttúruna. Men hetta eigur ikki at ávirka tað grund­leggjandi útgangsstøðið: Vit skulu lógarfesta rættin at ferðast í náttúruni og samstundis loysa serl­ig­ar ferðavinnuavbjóðingar og verja náttúruna og landbúnaðin. Vit standa á einum vegamóti, og hetta er mítt boð upp á eina skynsama loysn. vur í Tíðargreinini í dag sítt boð uppá, hvussu vit loysa trupulleikarnar við gongd í haga