Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-11-05, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 5. november 2020síða 23

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJAGUR 6. NOVEMBER 2020 SOSIALURIN 78 23 Rolf Guttesen Orðaskifti um støður og kreftir í søg­uni tekur seg onkuntíð upp. Nú er ein nýggj bók komin, sum Er­ling Isholm hevur skrivað, sum leggur nýggj sjónarmið fram um tær sam­fel­ags­broyt­ ing­ar, sum hendu í 1800-talinum, og har­um­leið. Sjálvur tittulin man kanska tykjast provokerandi: ”Fisk­i­vinnan sum b r o y t ­i n g­a r­a ­m ­b o ð h j á Amtmanninum.” Eg havi ikki lisið hana enn, men hoyrdi fram­ løguna í Nón í Útvarpinum. Spældu teir donsku amt­ menn­i­nir nakra rollu í Føroyum, utt­an - sum vit ofta hoyra - at kúga og forða framstigum? Av­ tóku teir ikki tað gamla føroyska løg­tingið og settu eitt danskt amt í staðin? Og vanligt er at hoyra og lesa, at ikki fyrr enn frí­ hand­il­in kom í 1856 kom rættilig gongd á. Hendan søguuppfatan byggir á dandandi grund. Eitt stig varð tikið í 1816 Men kemur tað til árstøl, so er tað ikki bara 1856, sum er merk­ is­vert. Tí í 1816 hendi fleiri ting. Tað gamla løgtingið bleiv avtikið, og ein Amtmaður, Löbner, bleiv konstitueraður, og harvið var grund­in løgd undir eina nýggja og ef­fektivari miðfyrisiting, sum so hvørt kundi útbyggjast. At hetta fekk stóran praktiskan týdn­ing vísti seg í tí, at fólkatalið frá 1816 og frameftir fór at vaksa. Framm­anundan hevði vøksturin ligið um 0,3 % um árið, men tá stakk talið brádliga upp á 1,3%. Hetta skjótt vaksandi fólkatalið skuldi sjálvandi hava nakað at liva av. Matur, klæði á kroppin og tak yvir høvdið kemur ikki av ong­um. Hetta er tann grund­ leggj­andi spurningurin, tá sam­ fel­ags­broyt­ingar í Føroyum í 1800-tali­num skula forklárast. Føringar vildu ikki hava fríhandil Nógv halda, at tað var eitt gamalt og stórt ynski hjá føroyingum at av­skaffa Kongaliga Handilin, og í stað­in fáa fríhandil. Men danska stjórn­ in og embætismenninir for­ð­aðu fyri hesum. Tó, so var ikki. Hatta er ein forbrongling. Veruleikin er, at føringar flest rædd­ust fríhandilin. Hetta er væl dokumenterað í fleiri rit­ gerð­um. Í 2017 skrivaði eg grein í Frøði (nr 2, 2017, síðu 34-37), sum kall­aðist: ”Allir føroyingar vóru ímóti fríhandli.” Greinin byggir á skjøl í Landsskjalasavninum og Rík­is­arkivinun. isini viðgjørt í bók­ini um Nólsoyar-Páll, ”Skúm­ isleiv og Tjóðarhetja.” Støðan var tann umleið 1790, at ein nevnd kann­aði føroyska handilin, og kom til tað niðurstøðu, at best var at avtaka Kongaliga Handilin og fáa fríhandil í Føroyum. Ein ”Forordning” (lóg) bleiv kun­n­ gjørd, og hon segði, at frá 1. jan­u­ ar 1796 skuldi vera fríhandil. Sum tíðin leið, og stundin nærk­ aðist, fóru fólk í Føroyum at stúra um hetta. Sorinskrivarin Laur­its Olsen, sum hevði luttikið í øll­um Vártingum í øllum teim seks sýslunum, hevði har fingið á­heit­an um, at skriva beinleiðis til Kong vegna ”Samtlige Fær­øe­ r­nes Almue” og biða Kong um at forða fyri hesum fríhandli, sum eing­in ynskti. Kongur lurtaði og svar­aði umbønini frá før­oyi­ng­ um: ”… at Handelen der i Landet maatte framdeles drives for Hans Mayestæts Regning.” Upplýsandi skjalatilfar Tað omanfyri nevnda fer fram í 1795. Men tað vísir seg, at eisini Løg­tingið hevur viðgjørt málið um fríhandil um somu tíð. Løg­ tingið var einki lóggevandi parl­ a­ment – ein hugsan, sum spøkir enn. Vanliga samlaðist tingi ein­ ar tveir dagar, og mesta av tíðini fór til at leggja fram roknskapir um tíggjund, vrak, hval og pol­i­ti­ pro­t­o­kollir. Sýslu fyri sýslu skuldi alt lesast upp og góð­ kennast. Haraftrat kom nev­toll­ ur, har ravna- , kráku og baksnev skuldu teljast, latast inn, førast í bók og síðani brennast á Kráku­ steini. Løgrættumenn komu úr øll­um sýslum við sínum nevum. Nýggj festibrøv skuldu lesast upp. Ein uppgáva var eisini at kanna, um ”Maal og Vægt” í Handli­num var rætt og í lagi. Van­liga vóru 4 mans sendir om­ an at kanna hetta. Afturkomnir úr Handlinum varð úrslitið lagt fram og ført í bók. Sjaldan var nakað at havast at. Spurdir um Handilin og ”Landets Tilstand” Og so kom tað spennandi. Løg­ maður og fúti spurdu løgr­ætt­u­ menn og almúgu um vørurnar í Hand­l­inum høvdu verið nóg nógv­ar og góðar. Tíverri var ofta mang­ul og ofta var góðskan ikki í lagi, og ofta kundi orðaskiftið um hetta taka langa tíð. Harnæst spurdu hesir menn um ”Landets Til­stand.” Hesin parturin av Ting­bókunum er sera upp­lýsa­ ndi, og gevur eina góða mynd av hvussu veðurlagið og ártíðirnar høvdu verið; hvussu korn- og gras­vøksturin hevði verið. Eisini fæst at vita nakað um seyð, neyt, fiskiskap og fugl. Eyðsæð er, at um landið gevur vánaligan á­vøkst til korn og gras, so er neyð­ugt at keypa korn og annað í Handl­i­num. Ilt man hava verið at finna eina javnvág í for­sýn­ ing­u­num, sum passaði í øllum støð­um. Tí tá seinastu skipini vóru farin í august og september var ilt at spáa um kornskurðin í ok­tober. Men enn verri var at siga nakað vist um tann kom­ andi veturin, um fellir, um lemb­ ing næsta vár. Ólavsøkutingið 1793. Men longu áðrenn Laurits Olsen vegna allar føringar á vártingum skrivaði til Kong, hevði Løgtingið tosað um málið. Tá løgmaður og fúti hetta árið – 1793 - høvdu spurt almúguna um Handilin og ”Lan­dets Tilstand” kærdi sýslumaðurin úr Vágum seg um, at kornið var vánaligt. Tríggir mans av Blankskála hildu at tubb­akkið var ringt. Men tá hetta vøruslagið bleiv borið úr Hand­l­inum og niðan í Tingið, tá mettu Løgrættumenn, at hetta tubb­akkið var gott. Í framhald av hes­um kritikki frá almúguni kem­ur so ein deild í hesi ting­frá­ greiðing, ið er meira principiell og víttskoðandi. Eg endurgevi fyrst brotið sum heild, og taki síð­an nakrar niðurstøður burt­ urúr. Eitt brot úr Tingbókini 1793: ”Men under dette vare adskillige mange, og de fleste af Almuen, be­gierende at Retten dette Tings­vidne tilførte, at de und­ erdanigst og allerunderdanigst an­søgte, at ingen frie Handel maat­te indføres, men at det bestandig maatte blive paa sam­ me Foed, som er ved Handelen, og de meente Landets Øvrighed indsaae, at Landet ingen Fri­ ehandels taalte. De forestillede til denne Ende endvidere, at saa­ længe Kongen har Handelen, og Hand­elen sker efter en vis Taxt, saadan som den nærværende, saa vide de dem frie for de Ulykker, som flyder af Forprang, hvorved den fattige lider, og da det er en følge af denne Handel, at her gives et Pakhuus forsynet med Korn Vahre, som betrygger enhver Indbygger for Trang for Livets Ophold, saa frygtede de for, om Frie Handel indføres, at denne vigtiste Støtte for deres Haab vil savnes, da et Magazin af Kornvahre her alle Tiider er og vil blive nødvendig for Landet, siden Næringsveyene og alle Landets egne Nærings Midler er forbundne med saa megen uvished, formedelst disse smaae Øers beliggenhed midt i det stoore Hav”. Boðskapurin er púra klárur - bið­ið verður um, ”at ingen fri­ handel maatte indføres”. Teir meina, at Kongaligi Handilin tryggj­ar teimum ímóti ólukkum, sum kunna standast av ”for­ prang” (sum er: óregluligur handil), og teir vilja hava fastan prís. Teir kenna seg tryggar við at hava eitt pakkhús við korni, tí vinnuvegirnir í landinum eru ”for­bundne med saa megen u­vished.” Hetta kann sigast, at vera ein realistisk meting av geografisku og samfelagsligu støðuni, sum hon var tá í 1793. Neyðugar fyrireikingar til fríhandil Nógvar fyrireikingingar skuldu ger­ast og blivu gjørdar, so forðast kundi fyri, at alt ikki end­aði í kaos og elendigheit. Tað byrj­aði so spakuliga í 1816 við stig­um til eina miðfyrisiting. Men Danmarkar Ríki var akk­ urát tá fátækt og nið­ur­un­d­ir­ kom­ið, orsakað av Napoleons- k r í g g j ­u n u m , a v bom­bard­e­mentinum av Kjøp­in­ havn, ráninum av stóra danska flot­a­num, og at Norra fór frá og bleiv lagt saman við Svøríki. Men ikki minst eisini Stats­bank­ a­rott­i­num í 1813. Hetta man hava sein­k­að fyrireikingararbeiðið í Før­oyum nakað. Alt hetta, sum hendi í 1800-talinum og upp í Plöyen’sa tíð, vænti eg at fáa nógv meira vita­n um, tá posturin kemur við bó­k­ini hjá Erlingi. Eg gleði meg til at lesa hana. 28-10-2020 Um forsøguna upp til fríhandilin Mynd: Brot úr Tingbókini frá 1793. Tað brotið ,sum er endurgivið í greinini, sæst aftur her. Triðja regla í høgru síðu, sum ljóðar: ”Men under …” Helst er hetta hondskriftin hjá Sorinskrivaranum, Lauritz Olsen ”Jubelfesten” var eisini í Føroyum tað árið – 1793 - tá Løgtingið bað um at sleppa frá at fáa fríhandil, sum eingin ynskti. Skipið var bygt sum 3-mastrað galiot á Andreas Bjørns Værft á Christianshavn í 1749/50. Tað var uppá 60 kommerselestir, og hevði eina manning uppá 6. Skipari í fleiri ár var Jens Nielsen Mariager, seinni tók Boy Henrichsen við. Báðir sigldu í langa tíð uppá Føroyar fyri Kongaliga Handilin. Skipið gjørdist vrak í 1823 suðuri við St. Malo í Frankaríki. Málari er Jacob Pedersen, 1819. Skipanavn Skipari Kom Fór Destinatión 1 Elisabeth Hellesen 8. apríl 22. apríl Isefjord 2 Jubelfesten Mariager 7. juni 2. juli Isefjord 3 Fortuna Mariager 10. juni 10. juli Kiøbenhavn 4 Elisabeth Hellesen 22. juli 5. aug. Norge 5 Elisabeth Hellesen 20. sept 25. okt. Kiøbenhavn 6 Fortuna Mariager 20. sept 30. okt Kiøbenhavn 7 Jubelfesten Mariager 20. sept 13. nov Kiøbenhavn Skipaferðsla til Kongaliga Handilin, 1793 Hetta árið komu sjey skip til Handilin í Havn við vøru. Tað fyrsta longu fyrst í apríl, tað seinasta fór avstað aftur tann 13 november. Tvey skip fara til ”Isefjord”, hví tað? Jú, Isefjorden er tann fjørðurin, sum sker seg inn millum Hundested og Rødvig. Á eystara landinum liggur Svanholm gods, sum ein Niels Jørgensen de Svanenskjold átti í 1793. Svanholm góðs var stórframleiðari av korni, og har var Kongaligi Føroyski Handilin góður kundi. Kornið frá Svanholm bleiv útskipað frá Svanholm Ladeplads við Isefjorden. Nógv av kroninum til Føroya kom, bæði fyrr og seinni hendan vegum um Svanholm Ladeplads.Galeasan Elisabet fer einaferð til Norge og kemur aftur hagani við timbri. Mariager-navnið gongur aftur fýra ferðir, men har eru tveir brøður við sama eftirnavnið. Annar Jens Nielsen Mariager og hin Søren Nielsen Mariager.