Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-11-05, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 5. november 2020síða 24

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 6. NOVEMBER 2020 SOSIALURIN 78 24 Óli Jacobsen Óli Jacobsen T að eru nógvar áhuga­ verd­ar gøtur og støð at vitja i Havn. Uttan fyri gamla býin eru eisini søgulig pláss. Eitt er gamli kirkjugarður á Svínaryggi, sum kundi verið eitt prýði fyri Havn­ ina, um hann hevði nakran góð­ an hjá myndugleikunum. Oman frá kirkjugarðinum er Konradsbrekka ella Gríms Kambansgøta, sum hon eitur nú. Her skal verða greitt eitt sind­ur frá húsunum í hesi gøtu og grannalagnum, sum eru full av søgu. Ein kelda, eisini við myndum og korti, er bókin um Palla Gregoriussen, útgivin av Sprota­num. Umrøddu húsini verða til­ skilað við nummarinum á korti­ num. Andreas William Restorff – partur av Føroya søgu. (omanfyri nr. 17) Ovast í brekkuni er gamli handil­in hjá P.A. Restorff, nú Á-handil. Hetta eru húsini hjá A.W. Restorff (1845-98), elsti sonur gamla M.C. Restorff. Hesi húsini vóru tá uttan fyri býin á Skálatrøð. Restorffs bryggj­arí byrjaði í kjallaranum seinna­ partin í 19. øld. Andreas giftist við Sofíu Helenu, fastur rithøvundan, Jør­gen Frants Jacobsen. Hon vaks upp í Keypmannahavn mitt í teirri mentan, sum har var. Tí hevði hon trupult at venja seg við lívið sum ”vanlig” hús­móð­ur við níggju børnum í Havn. Tískil var tað Ebba, arbeiðs­konan, sum tók sær av teim­um. Hon var sum ein mamma hjá teimum og bleiv eisini uppkallað. Børnini vóru: Martin, doyði 30 ára gamal, jarðaður saman við for­eldrun­ um Frants, kendur frá bakarí­ num við sama navni. Var ævin­ týrari og sigldi m.a. við konga­ skipinum í Siam/Tailandi. Poul Andreas byrjaði í 1919 at handla á Landavegi 4, beint omanfyri, men hann flutti í 1920 handilin oman í barn­dóms­ heimið og búsettist har. Hetta varð handilin hjá P.A. Restorff í mong ár. Børn hjá honum og Sannu vóru Andreas, Niels og Trygvi, Ebba og Rigmor. Øll kend sum fram­úr tónleikarar. Johan, kallaður Jan. Hann var eisini ein framúr tónleikari. Hann skapti søgu, tá ið hann 2. jóla­dag í 1907 stjórnaði fyrstu framførsluna av tjóðsanginum ”Tú alfagra land mítt”, við lagi eftir Petur Alberg. Helga, giftist við Nyholm Debes, sum var kendur sjálv­ stýris­maður, og sum uppfinnari av lýsilampum undir fyrra heims­bardaga, tá ið einki petrolinum fekst. Carolina giftist við Zakarias Heine­sen. Ein sonur var William. Fanny mamma Andreas, hvørs handil í Vágsbotni er síðsta leivd av vinnuliga virki­ num hjá Restorffættini, sum byrjaði í 1856. Umframt vóru tað døturnar Helga, Hedvig, og Ragnhild Frants August William Restorff – stjóri av eiti (nr. 17) Næsta hús í brekkuni er hjá næst­elsta soni gamla Restorff, Frants August William, ikki at blanda við bakaran. Frants gjørdist stjóri í Restorffs­handlinum eftir pápan. Men hetta var mest eitt eiti. Tann veruligi stjórin var Ru­dolf Andersen, systirsonur gamla Restorff. Hann búði inni hjá Frants. Tað sama gjørdi beiggi hansara, Peter, sum var tónleikari í kongaliga kapelli­ num í Keypmannahavn. Hann kom til Føroyar hvørt summar, tá ið kapellið lá stilt. Frants var giftur við systir teir báðar, Jacobine, sum var kend sum framúr songkvinna. Jacobina tók seinast í 19. øld tók stig til at útvega havnarfólki vatn­veiting. Frants doyði í 1917, tá fluttu Jacobina og dóttirin Maja til Keyp­mannahavnar. Har eru eing­ir eftirkomarar Nøkur ár seinni blivu hesi húsini nýtt til sjúkrahús undir sponsku sjúkuni. Seinni kom Zakarias Sørensen at búgva her sum skúlastjóri og í 1964 búði djóralæknin Dánjal J. Bærent­ sen her. Nú eru húsini leigu­ íbúðir hjá kommununi. Kristian Jensen, sandingurin (nr. 16) Her var matstova hjá John Jen­sen 1965-1971. Her búðu í nýggjari tíð Brynhild og Jógvan Ras­mussen. Men nú eru húsini keypt av Sigurd Barret, kendur danskur tón­leikari, og hansara føroysku unnustu Heidrunn. Jørgen Frands Jacobsen, forfaðir tveir heimsgitnar rithøvundar (nr. 15) Jørgen Frands var upprunaliga skó­makari í Keypmannahavn, har hann hevði fleiri fólk í arbeiði. Hann flutti við konuni, Hanne Raffenberg, og børnum til Føroya í 1877, og nøkur ár seinni vórðu hesi húsini bygd, kall­að ”Godthaab.” Um teirra børn kann sigast: Sofía Helene var gift við um­ rødda Andreas William. Frants fór út at sigla við skipi hjá Restorff. Men seinni fór hann at sigla úti í heimi. Hann búði í Nicaragua i Mið­amerika í 33 ár. Ein part av hesi tíðini búði hann saman við síni norsku konu á oynni Corn Island, 40 fjórðingar frá fastlandinum, har bara kundi kom­ast til og frá við árabáti. Her hevði Frants handil. Gjaldoyrað var kokosnøtur. Hann átti eitt skifti 100.000 ikki krónur men kokos­nøtur! Oyggin var bara ein ferkilo­ metur til støddar, og tað tók ein tíma at ríða runt hana. Her búðu um 500 fólk. Systirsonurin, Frants, var bakari her eitt skifti. Tey fluttu seinni aftur til Dan­markar og ferðaðust eisini í Før­oyum. Meinhard var giftur við Marin úr Elduvík. Hann var arbeiðs­formaður i fiska­turk­ ing­ini hjá Restorff. Seinni fekk hann sær handil. Tey fingu døturnar Anna Katrina, Fransiska og Hanna, sum vóru ógiftar. og Hella, sum giftist við Dánjal Paula Danielsen á Velbastað. Beiggin Klæmint giftist við Pat úr Newcastle í Onglandi. Men tá ið hann bleiv avlamin flutti hann heim til systrarnar, sum tóku sær væl av honum. Og so var tað Jørgen Frants, sum doyði 38 ára gamal í 1938. Hann er ein av teimum best kendu føroyingunum úti í heimi. Tískil eru okkara mest gitnu rithøvundar, hin er William Heinesen, ættaðir úr hes­um húsinum. Á Kamarinum (nr.18) Ovast hinumegin á gøtuna búði Magnus á Kamarinum, arki­tektur og byggimeistari. Eftir hann standa nógvir stór­bærir bygningar og ar­ beiði, ið hann hevur greitt úr hondum. Nevnast skal m.a. kirkjunar í Sandavági, Hesti, Kvívík og Leirvík. Hann bygdi harafturat gamla post­húsið í Havn, gomlu tele­graf­støðina (núverandi barna­tann­lækna­ stovan í Havn) og hesi ser­ merktu húsini frá umleið 1900. Pápi Magnus var Koppa Jákup, m.a. kendur fyri síni luttøku í Fox rannsóknarferðini, sum kannaði møguleikan fyri tele­fonkaðal til Føroya um næst­seinasta aldaskifti. Mamma Magnus var Sigga í Tranti, mamma Dollan, kendur frá Congo søguni. Tískil vóru teir hálvbeiggjar. Tórshavnar Kvøldskúli skipar í hesi vetrarhálvuni fyri gongutúrum í Havn. Ein teirra hevur verið í Konradsbrekku SIÐSØGA Konradsbrekka: Ein tann mest søguliga brekka í Havn Hetta er partur av korti, sum Palli Gregoriussen teknað av økinum Úti í Bø, har hann vaks upp. Víst verður til nummurni á kortinum í greinini Handilin hjá P.A. Restorff. Sethúsini. Høgrumegin eru sethúsini hjá Andreas William, har bryggjarí var í kjallaranum