Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-11-05, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 5. november 2020síða 25

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 6. NOVEMBER 2020 SOSIALURIN 78 25 Ì komandi parti verður frásøgn um kendan fuglafrøðing. Rætting í myndateksti: Í seinasta parti kom bland í myndatekstinum til myndirnar av manningini. Har teksturin er Hans Pauli Danielsen, skal hann vera: Hans Pauli Olsen, Palli á Lava og øvugt. Teir vóru andaliga ósamdir, men kortini vóru teir sera væl. Her búðu seinni dóttir Magnus, Olevina og maðurin Jóan­nes. Teirra børn eru tey ”á Kamarinum”, sum eru víðagitin fyri teirra sang og tónleik. Eftir at húsið hevur verið á fremmandum hondum, er tað nú komið aftur í familjuna. Villi (nr.19) Villi var sonur Magnus. Hansara hús eru burtur og onnur komin í staðin. Villi var telegrafboð. Hevði sum ítriv at gera smáar grav­ krossar, sum vóru nógv brúktir á kirkjugarðinum. Johan Dam (nr. 20) Johan var millum annað sýslu­ maður í Vágum. Eitt avrik hansara var, at eina ferð vildi hann taka 3 útlendskar trolarar, sum fiskaðu innanfyri mark. Men manningin forðaði honum at koma umborð. Hann fekk tó numrini á trolarunum. Seinni lógu tveir teirra á Miðvági. Tá eydnaðist honum at taka ræði á øðrum teirra og at føra hann til til Havnar, har hann fekk stóra bót. Hetta var umtalað í bløð­ unum sum eitt bragd og gjørdi sítt til at meira skil kom á sjó­ verjuna. Her var seinni kiosk, sum son­urin Eiler hevði. Her var onk­ur rættilig nýhugsan sum candy floss, sum børnum dámdu ógvuliga væl. Hesi hús eru ikki í ættini nú. Poli skómakarin (nr. 24) Beint aftanfyri Johan Dam búðu Malla og Poli skómakarin. Hann var komin av Selatrað at læra til skómakara hjá gamla Knút Petersen og fall fyri dóttr­ ini. Tey giftust og bygdu her umleið 1910. Poli var kendur at vera sera góðsligur maður, eisini í sín­um virki. Hann tók minni frá teimum, sum vóru verri fíggjarliga fyri enn frá hinum. Hann var ein veruligur ópolit­ iskur javnaðarmaður. Tey fingu børnini: Elisa, sum giftist til Norðragøtu, Niels Juul, Petur, Elina, sum doyði ung, og Knút. Beiggjarnir itu Háberg og vóru kendir havnarmenn á ymiskum økjum. Tað serliga søguliga við Pola var, at abbasonur beiggja hans­ara, Niels Juel, giftist við systkina­barn kongin í Teilandi í 1960-unum. Hetta var ein rættilig Se og Hør søga. Tey fóru tó frá hvørjum øðrum aftur. Hjá Barberinum (nr. 25) Næstu grannar hjá Pola vóru hjúnini Anna, systir Johan Dam, og Antoni Nielsen, dani, sum var fyrsti barberur í Føroyum. Sonurin Andrew, sum eisini var barberur, og konan Solveig gift­ ust inn. Har býr nú abbadóttir Andrew, Ann Elisabeth við familju. Upprunaliga bygdu Maria hjá Konrad og Jóhannes, hálvbeiggi Pola, hesi húsini. Maria varð kend sum tann einasti baptistur, sum misti starvið orsakað av síni sannføring. Børn teirra vóru Conrad Joensen, Sigurd Berg­ hamar og Jóna Í sama túni, men hinumegin markið millum Konradsbrekku og Dr. Jacobsensgøtu er gamla Skálabúðin hjá Óla Kristian Skála (nr. 78) umframt húsini hjá Astrid á Dul og húsini hjá dóttir hennara Ásu á Dul Jacob­ sen i sama túni. Sigmund av Argjum (nr. 23) Grannar hjá Pola í gróthúsinum nið­an móti Dr. Jacobsensgøtu vóru Margretha og Sigmund Arge . Tey áttu átta gentur og ein drong, Andrias, sum druk­ naði blaðungur. Her var eisini privatskúli hjá Betti, eftir at foreldrini vóru deyð. Ninna við familju búði eisini har eitt skifti. Hon var mam­ma Simma. Reyða húsið næst við (nr. 22) var upprunaliga úthús hjá teimum. Har búðu seinni Signa, dóttir teirra, og Jaspur Magnus­ sen. Legði navn til Konradsbrekku (nr. 21) Í Konradsbrekku búsettist post­før­ararin, Conrad Nicolaj­ sen. Rutan hjá honum var úr Tinganesi til gongu niðan á Hvíta­nes, so við báti inn á Toftir. Síðan til Søldarfjarðar og allan vegin við báti um Leirvíksfjørð, heilt til Viðareiði og aftur sama veg. Lønin 10 kr. fyri ferðina. Í hesum húsum búsettust dóttirin, Agnas, við manninum, Jógvan av Strondum. Agnas var systir Mariu í húsi nr. 25. Kendir beiggjar teirra vóru fergu­ menninir Tom og Niklái. Børnini hjá Agnas og Jógvan vóru tey á Dul: Dánjal, Jógvan, Jákup, Páll, Grímur, Jóhanna Sundstein, Bjørga, gift í Bret­ landi, Signhild Wolles og Maria í Skoruni. Grímur og Andrea búðu her alla teirra tíð, og seinni sonur teirra Jógvan. Konradsbrekku bleiv seinni til Gríms Kambansgøta. Tummas Juul Mortensen (nr. 8) Næst hesum húsum, men við inn­gongd frá Bøgøtu búði Tummas Juel, sum var blikksmiðjur. Hann arbeiddi nógv ár hjá Ludvig Poul­sen, seinni Mariu Poulsen. Har var stórt húsarhald við 12 børn­um. Nú býr her Julianna, sum var gift við Olaf son kongaliga loðsi­num Theodor Samuelsen. Liffa og Magnus Gregoriussen (nr. 9) Teirra hús eru niðast í Bøgøtu og út móti Konradsbrekku. Her var upprunaliga smiðja hjá Sig­ mund á Argjum. Men húsið var umbygt til sethús í 1936. Liffa, dóttir Sigmund, hevði her handilin, Sóljan, sum byrjaði í 1926. Hann var stovnaður av Ninnu, men hon fór burtur úr. Liffa seldi hattar, korsett og annað, hevði eisini seymistovu. Hon hevði konur úr Danmark at seyma hattar. Eisini vóru sýnisgluggar við voksmannequinir í kor­sett­ um. Hon var kend kvinnu­saks­ kvinna og formaður í Kvinnu­ felagnum. Maður Liffu, Magnus, var úr Kvívík, ættarmaður hjá mentan­ ar­manninum IPG. Niels Eidesgaard, stovnaði B36 (nr. 26) Niðast í Bøgøtu hinumegin búði Niels Ejdesgaard, ættaður úr Oyndar­firði, Kendir beiggjar vóru skiparin Justines og rithøvundurin Hans Marius. Niels var handilsmaður, og dugdi væl at skaffa vørur undir kríg­num. Hann var virkin í losju­ rørsluni. Eisini var hann við til at stovna B36. Var eisini for­ maður fyrstu tíðina. Smiðjan í Lítluvík (nr. 10) Tað var Restorffs Handil, sum bygdi hesa smiðjuna í 1870-árunum. Hon var jarn- og eldsmiðja, og var tað danski smið­urin Niels Jensen, vanliga rópt­ur Smed Jensen, sum arbeiddi her. Hann var dugnaligur og av­ hildin. Hann var eisini umboð fyri Dan motorar. Smed Jensen doyði í 1925, 76 ára gamal. Her arbeiddi seinni Jens hjá Húsa Poulinu, kallaður Møgg. Í túninum gjørdi Gugliemetti, italiu­maður, gravsteinar í mong ár. Smiðjurnar hjá Askham (nr. 12) og Hans B. Arge (nr. 13) Nútímans smiðjan hjá Askham varð bygd umleið 1930. Her virkaði Símun Askham, gift­ur við Onnu, sum bleiv 104 ár gomul. Beint við er smiðjan er hjá Hans B. Arge, sum eisini búði har. Hann var framúr hand­ verkari, sum eisini gjørdi báta­ mot­or­ar, kallaðir Royndin Gamla Danmark (nr. 14) Gamla Danmark var ein partur av teimum gomlu amt­mans­ húsunum, sum vóru undan nú­ ver­andi amt­mans­borgini frá 1883. Ein frk. Andersen lat upp kafe í húsinum. Hon var donsk og vildi hava, at húsini skuldu eita Gamla Danmark. Í 1897 seldi frk Andersen húsini til Restorff handilin í Vágsbotni. Í 1914 lat Maren Sofie Andreassen upp kafé í húsinum, og navnið fylgdi við. Hon gavst við kaféini í 1924. Sanniliga eitt søguligt øki! Serligu húsini á Kamarinum, aftanfyri hjá Jørgen Frants og Kristian Jensen. Teknað hevur Palli Gregoriussen Smiðjan hjá Sigmundi, á kortium nr. 9, seinni íbúð og mótahandil. Myndin er tikin umleið 1925 úr Konradsbrekku. Høgrumegin hús nr. 26 hjá Niels Eidesgaard Smiðjan í Lítluvík fremst, næst Jørgen Frants, Johan Dam og Grímur á Dul