hósdagur 5. november 2020síða 30
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 6. NOVEMBER 2020
SOSIALURIN 78
30
Upptakt:
TRÓNDUR ARGE
FM-heitið er avgjørt, men tað er
framvegis nógvur spenningur
undan 27. og seinasta umfarinum
í landskappingini. Tað er hart
stríð um at tryggja sær annað
plássið, ið gevur silvur og
beinleiðis atgongd til Europa
League. Hartil er eisini stríð um
triðja plássið og bronsuna, sum
kann geva atgongd til Europa
League, um eitt nú HB vinnur
steypakappingina.
KÍ tekur móti HB í Klaksvík.
Heimaliðið hevur 61 stig. Síðani
hava NSÍ og B36 60 og 59 stig.
Tey møtast á Tórsvølli.
Víkingur verður verandi
á fimta plássi, men teir hava
nakað at hevna til seinasta um
far, tí Víkingur fær vitjan av
grannunum úr Fuglafirði. ÍF
vann seinast teir vóru í Sarpu
gerði. ÍF er eisini í einum lítlum
innanhýsis stríði við EB/Streym
um sætta plássið.
EB/Streymur er á vitjan á
Argjum, har AB skal fáa eitt
betri úrslit enn Skála fær í
Trongisvági móti TB, fyri at
hava nakran møguleika at
yvirliva í Betri deildini. TB
verður verandi á áttanda plás
si, meðan Skála og AB hava
hvør síni sjey stig. Skála hev
ur eina málúrtøku, sum er sjey
mál betri enn tann hjá argja
monnum. Tí hevur AB ikki
lagnuna í egnum hondum.
KÍ-HB (Beinleiðis á FM1)
Leygardagin klokkan 14
DÓMARI: JÓHAN HENDRIK ELLEFSEN
Hetta skuldi verða endurtøkan
av FM-finaluni í 2019, tá B36 og
KÍ spældu alt avgerandi dystin
í Gundadali. Hesa ferð varð lagt
upp til, at klassikarin í føroysk
um fótbólti kundi blíva karmur
um eina FM-finalu.
Hon bleiv – tíverri fyri tey
uttanfyri – ikki til nakað. HB
vann sunnudagin FM, tá teir vun
nu 4-0 á TB, meðan KÍ tapti móti
NSÍ í Runavík. Heimaliðið hevur
nógv at spæla fyri til hendan
dystin. Sum um tað ikki er nokk,
at arvafíggindin kemur norð
eftir gullinum og FM-steypinum,
so kann HB taka Europa League
plássið frá KÍ, og geva tað til B36
og NSÍ at spæla um.
KÍ skal vinna fyri at tryggja
sær 2. pássið, men ein javnleikur
kann verða nokk, um B36 og NSÍ
eisini spæla javnt á Tórsvølli,
ella B36 vinnur við færri enn
seks málum. Tapur KÍ er alt av
gerandi at dysturin í Havn endar
við javnleiki.
KÍ hevði spælarar sum Ole
Erik Midtskogen, Deni Pavlovic,
Patrik Johannesen og Jóannes
K. Danielsen á bonkinum móti
AB mikukvøldið. Hetta er helst
fyri at hava teir klárar frá byrjan
leygardagin.
HB hevur
n æ s t a n
allar sínar
s p æ l a r a r
tøkar, men
s p u r n i n g
urin er um
FM-rómurin
hevur
lagt
seg, tá Jóhan
Hendrik Ellefsen
bríkslar í gongd
leygardagin klokkan
14. HB tapt seinast teir
vóru í Klaksvík í lands
kappingini, men komu víðari
í steypakappingini við einum
skerdum liði. Í Klaksvík haldi
tey, at 3-3 javnleikurin og 1. um
fari í steypakappingini eisini
skuldi gingið teirra veg.
-Vit føla at vit skuldu havt
seks stig móti HB í landskapp
ingini, og komið víðari í steypa
kappingini, sigur Jóannes
Bjartalíð.
KÍ hevur meir at spæla fyri
og er helst favorittur, men tað
er HB, sum er FM-vinnari
SOSIALURIN TIPPAR 2-1
B36-NSÍ (Beinleiðis á FM1)
Leygardagin klokkan 14
DÓMARI: PETUR REINERT
Tað verður eisini spenningur
á Tórsvølli, tá Petur Reinert
bríkslar í gongd leygardagin
klokkan 14. Her er kravið meiri
einfalt enn hjá KÍ. Bæði liðini
skulu vinna fyri at hava nakran
kjans at vinna silvur og tryggja
sær eitt pláss í Europa League til
komandi kappingarár.
Bæði liðini eru í eini góðari
gongd í løtuni. B36 hevur fimm
teir seinastu dystirnar, eftir at
árstalsfelagið tapti grannaupp
gerðina móti HB. NSÍ hevur
eisini rist seg, eftir at liði sá út til
at detta niður í millum, tá liðið
í 16. umfari tapti fyri Víkingi á
heimavølli. Síðani hevur NSÍ
vunnið átta av níggju dystum,
har tann níggjundi var 2-2 javn
leikurin móti HB á Tórsvølli.
Tí er hetta tvey lið, sum í
løtun hava viðgongd og ætla sær
í Evropa til komandi kappingar
ár. Tað krevur hjálp frá HB, um
tað skal eydnast gjøgnum lands
kappingina.
Bæði B36 og NSÍ hava tó
møguleikan at vinna sær
eitt pláss í
Evropa, um tey
vinna
steypa
kappingina. Vinnur
HB steypakappingina,
so verður tað nummar trý
í landskappingini, ið kemur
í Europa League. Á tí máti
stokkinum kann NSÍ betri liva
við javnleikinum.
Fyri B36 kemur tað illa við at
Andrias H. Eriksen framvegis
situr uttanfyri. Hjá NSí hevur
tað stóran týdning, at Petur
Knudsen er tøkur aftur eftir
leikbann.
Tað er torført at meta um
gongdina til hendan dystin. B36
hevur fleiri ferðir seinnu árini
víst, at liðið hevur tað, sum skal
til, í teimum avgerandi dystun
um. Tó hevur tað ikki gingið
væl móti NSÍ, sum eisini hevur
BARA GULLIÐ
BARA GULLIÐ
ER AVGJØRT
ER AVGJØRT
Betri deildin menn 27.umfar: HB hevur vunnið gullið, men tað er
spenningur at kalla alla aðrastaðni á stigatalvuni undan seinasta
umfarinum. Trý feløg dystast um eitt pláss í Europa League,
meðan tað er kríggj um at sleppa undan aftasta plássinum
Ikki við: Hans Jákup Annfinsson
(langtíðarksaddur), Filip í Liða
(langtíðarskaddur)
Ikki við: Andrias Eriksen
(mjødnin), Hugin Samuelsen
(búkurin), Bjarni Petersen
(fóturin), Erlendur Magnusson
(knæðið, langtíðarskaddur)
Við aftur: Ragnar B. Danielsen
(leikbann)
Ivasamir: Andras Olsen, Tóki H.
Johannesen
Ikki við:
René Shaki Joensen (lærrikin,
óvist), Teit Jacobsen (knæði,
langtíðarskaddur)
Ivasamur: Heri Hjalt Mohr
fóturin
Ikki við: Ari Ó. Ellingsgaard
(langtíðarskaddur)
LIÐ TÍÐINDI
B36
ÍF
HB
AB
EB/STREYMUR