Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-11-05, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 5. november 2020síða 31

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 6. NOVEMBER 2020 SOSIALURIN 78 31 góð­ar royndir av Tórsvølli fyri kortum. SOSIALURIN TIPPAR: 1-1 TB-Skála Leygardagin klokkan 14 DÓMARI: DAGFINN FORNÁ TB hevur sum so einki ann­að at spæla fyri, enn æruni. Hin­ vegin koma skálamenn suður við einum greiðum setningi. Vinnur Skála fyri aðru ferð í ár, so er tað nokk til at bjarga seg lívinum í deildini. Tí verður hetta ein áhugaverdur dystur. TB spældi eitt sindur uttan hug­ flog móti HB sunnudagin, men tá kom HB eisini á odda longu aftaná hálvan annan minutt. Gestirnir hava fingið eina lív­linju við Sorin Anghel. Hann hevur megnað at givið liðnum eitt skump rætta vegin, sum hevur kastað nøkur stig av sær. Skála hevur eitt sindur av við­ gongd í løtuni, og hendan støðan er ikki nýggja hjá Sorini Anghel, sum í 2018 bjargaði sær lívinum í bestu deildini við AB, sum tá vann 2-0 í seinasta umfarinum. Nógv bendir á, at Skála fær viðvind í løtuni. SOSIALURIN TIPPAR: 1-2 AB-EB/Streymur Leygardagin klokkan 14 DÓMARI: BJARKI DANIELSEN Argjamenn eru nú í somu støðu, sum teir vóru í í 2018. Liðið liggur aftast og skal hava hjálp fyri at yvir­liva. AB kann gera sín part við at vinna á EB/Streymi á Argj­um, men tað er ikki vist at tað er nokk. Í 2018 vann AB 2-0 á EB/Streymi í seinasta umfari, meðan 07 Vestur tapti 1-0 í Trongis­vági. Tað útfallið hevði hjálp argja­ monnum, men megar Skála at spegla úrslitini hjá AB leygar­ dagin, so er niðurflytingin vís. AB spældi mikudagin í Klaks­ vík í nøkrum, sum minnur um sterkastu uppstilling. Spurn­ing­ ur­in er um hetta var eitt sats, tá nú KÍ vann dystin. EB/Streymur er í góðari gongd og heldur fram at fáa stig. Fyri argjamenn tykist setn­ ing­urin greiður. Teir mugu vin­ na, sjálvt um ein javnleikur kann verða nokk, um Skála tapur í Trongisvági. SOSIALURIN TIPPAR: 2-1 Víkingur-ÍF Leygardagin klokkan 14 DÓMARI: RÚNI GAARDBO Tað stendur ikki so nógv upp á spæl á stigatalvuni í hesum dysti­num. ÍF er nummar seks og kann blíva yvirhálað av EB/ Streymi, um teir vinna á Argjum. Hin­vegin, so stendur nógv annað upp á spæl. Seinast ÍF var og vitjaði í Sarpugerði vunnu teir. Tá var ÍF eisini frammanfyri Vík­ing á stigatalvuni, men tað broytt aftur. Heimaliðið setur punktum fyri eitt umskiftiligt ár, har venj­ ari og tveir spælarar eru farnir úr felagnum, meðan úrslitini hava verið eitt sindur misjøvn. Evropa er ikki longur partur av dagligdegnum í Víkingi og so­ leiðis verður heldur ikki kom­ andi ár. ÍF fekk eina góða byrjan og hevur í Uros Stojanov topp­ skjútt­an í føroyskum fótbólti. Tó hevur felagið verið rakt av órogvi seinastu tíðina, og tað hevur eisini merkt nøkur av av­ rik­unum. ÍF hevur kanska størsta pro­ filin, men heimaliðið hevur fleiri profilar. SOSIALURIN TIPPAR: 2-1 Betri deildin 27. umfar: LEYGARDAGIN 7. NOVEMBUR KÍ-HB (14.00) BEINLEIÐIS Á FM1 B36-NSÍ (14.00) BEINLEIÐIS Á FM1 AB-EB/STREYMUR (14.00) TB-SKÁLA (14.00) VÍKINGUR-ÍF (14.00) Ósá er á odda Seinastu árini hevur heimasíðan hjá Fótbóltssambandinum havt tipping, har trý miðlafólk hava tippað um komandi umfar. Í ár hevur Sosialurin yvirtikið hendan leistin. Sostatt verður tað í Sosialinum, at tú kanst lesa um tippingarnar. Fyribils verður talan um at seta 1, X ella 2 við hvønn dyst. Eftir hvørt umfar verður stigatalvan gjørd upp, har tippararnir fáa eitt stig fyri rætta tipping. Tippararnir eru teir somu sum vóru á heimasíðuni hjá Fótbóltssambandinum. Teir eru Leivur Frederiksen, Jákup Ósá, ítróttarskrivari á bolt.fo og Norðlýsinum, og undirritaði, Tróndur Arge. Tipping: Tipping 27. umfar: LEIVUR FREDERIKSEN: KÍ-HB 1 B36-NSÍ 1 TB-SKÁLA X AB-EB-STREYMUR X VÍKINGUR-ÍF 1 JÁKUP ÓSÁ: KÍ-HB 1 B36-NSÍ 1 TB-SKÁLA 1 AB-EB/STREYMUR 2 VÍKINGUR-ÍF 1 TRÓNDUR ARGE: KÍ-HB 1 B36-NSÍ X TB-SKÁLA 2 AB-EB/STREYMUR 1 VÍKINGUR-ÍF 1 STIGATALVAN: 1.JÁKUP ÓSÁ 85 STIG 2.TRÓNDUR ARGE 84 STIG 3.LEIVUR FREDERIKSEN 82 STIG Ikki við: Ísak Simonsen (fótliðurin) Ikki við: Bárður J. Hansen (knæskaði) Við aftur: Petur Knudsen (eftir leikbann) Ikki við: Teitur R. Joensen (leikbann) Ivasamur: Aksel B. Danielsen (fótliðurin) Ikki við: Musah Armah (knæskaði), Eirikur M. Ellendersen (ógreitt), Poul Ingason (leikbann) VÍKINGUR SKÁLA NSÍ Ikki við: Atli Gregersen (leikbann), Bogi Reinert Petersen (leikbann) TB KÍ Betri deildin menn støðan NR. LIÐ D V J T MÁL S 1 HB 26 22 2 2 80 22 58 68 2 KÍ 26 19 4 3 71 24 47 61 3 NSÍ 26 19 3 4 54 23 31 60 4 B36 26 19 2 5 74 33 41 59 5 Víkingur 26 14 2 10 51 43 8 44 6 ÍF 26 7 5 14 33 55 -22 26 7 EB/S 26 7 3 16 26 61 -35 24 8 TB 26 3 6 17 17 40 -23 15 9 SKÁLA 26 1 4 21 20 69 -49 7 10 AB 26 0 7 19 17 73 -56 7 Máltindurin UROS STOJANOV, ÍF 17 MÁL PETUR KNUDSEN, NSÍ 16 MÁL JÓANNES BJARTALÍÐ, KÍ 14 MÁL KLÆMINT OLSEN, NSÍ 14 MÁL MIKKEL DAHL, HB 14 MÁL FINNUR JUSTINUSSEN, VÍKINGUR 13 MÁL ADRIAN JUSTINUSSEN, HB 12 MÁL HILMAR LEON JAKOBSEN, HB 12 MÁL SEBASTIAN PINGEL, B36 12 MÁL SØLVI VATNHAMAR, VÍKINGUR 11 MÁL